Av koronastøðuna, sum nú er íkomin, hevur kappingarnevndin hjá FSF avgjørt at avlýsa allan fótbólt
Eftir ætlan skuldu fýra dystir í 12. umfari í Betri Deildini hjá monnum verði spældir í dag, umframt at fult umfar í fremstu deildini hjá kvinnum eisini var á skránni.
Men kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avgerð um, at vegna koronastøðuna, sum nú er íkomin, er allur fótbóltur fyribils avlýstur.
Hvussu leingi steðgurin verður, er støða ikki tikin til enn.
Eftir ætlan skuldi tíðindafundur verða í FSF-húsinum í morgin, har A-landsliðið við monnum til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein skuldi kunngerast. Hópurin verður úttikin, og landsdystirnir verða væntandi spældir sum ætlað, men tíðindafundurin er avlýstur.
Fótbólssamband Føroya