Góðu tit!
Alt virksemið í flogbóltinum er sum við allari aðrari ítrótt í Føroyum sett í time-out. Myndugleikarnir hava nú boðað frá, at alt verður stongt í minsta lagi til eftir páskir, og nógv bendir á, at vit í minsta lagi skulu út í mai, áðrenn samfelagið letur upp aftur.
Vit skulu nýta høvið at takka tykkum fyri tykkara leiklut í øllum hesum. Tá ið boðini komu frá okkum, tóku tit væl undir við teimum, og tað vit vita um, eru allar venjingar steðgaðar úti í feløgunum. Harumframt eru sjálvandi heldur eingir dystir. Vit hava øll gjørt okkara til at steðga smittuni, og tað er tað einasta, ið telur júst nú.
Tað er avgerandi neyðugt, at vit halda fast í hesum stigum. Tað verða eingir dystir, og tað verður inniliga heitt á tykkum øll, at halda tykkum frá øllum venjingum í felag. Vit hava sum so ikki heimildir at nokta tykkum at venja, men haldið tykkum frá øllum felags venjingum og finnið aðrar loysnir at halda tykkum í venjing.
Starvsnevndin hevur framvegis eina vón og eina ætlan um, at FM skal verða avgreitt í øllum deildum, so vit finna allar føroyameistararnar. Júst hvussu hetta skal verða gjørt, hava vit av góðum grundum ikki gjørt av enn, men FM í 2019/20 er ikki strikað.
Við tí vitan vit nú hava, er gjørt av, at:
📍 FM fyri bæði ung og Meistaradeildina er útsett til hálvan mai í fyrsta lagi. Tað kann verða útsett enn longur.
📍 EM-kappingin fyri U20 dreingir, sum skuldi vera í Føroyum síðst í mai er útsett. Hon verður væntandi í september ístaðin.
📍 EM-kappingin fyri U19 gentur, sum skuldi vera í Íslandi fyrst í juni er útsett. Vit hava ikki hoyrt um nýtt dato enn, men hon verður væntandi tíðliga í heyst eins og U20 dreingirnir.
Vit skulu kunna tykkum so hvørt, vit vita meira, og hava tit spurningar ella viðmerkingar, eru tit væl komin at koma við teimum.
Ansið so væl eftir tykkum og tykkara og alt tað besta.
Vinaliga
Nevndin í FBF