Jógvan Skorheim helt ein stutta røðu og var hann errin av okkara svimjarum og ynsktu teimum alt tað besta í framtíðini.
Ægir hevur havt eitt sera gott svimjuár, har vit vunnu JM og MU 2016-2017. Her kann leggjast afturat, at Rebekka, Rókur og Marius vunnu 18 gull í part og tað má vera met.
Ægir eigur nú ársins svimjara hjá kvinnum, sum gjørist Signhild Joensen og ársins stjørnuskot hjá gentum, sum gjørdist Rebekka Trygvadóttir.
Eisini kláraði Signhild Joensen og Rókur Trygvason seg sera væl í Danish Open, har Signhild Joensen kláraði kravtíðina til HM í Budapest og haldi eg, at Signhild Joensen er fyrsta kvinnan í Føroyum, sum hevur klára kravtíðina til HM, sum er einastandandi.
Signhild Joensen hevur eisini fingið gull við stjørnu og tað er tað hægsta tú kanst klára sum svimjari í Føroyum.
Nú Oyggjaleikirnir hava verið í Gotlandi, var Ægir umboða av heili 5 svimjarum og teimum 11, sum Føroyar luttók við og tað sigur nakað um menningina sum Ægir er farin ígjøgnum við venjarnum J Jamie Arro.
Rannvá Sigfríðsdóttir forkvinna í Ægir skal hava rós fyri hennara ótrúðliga arbeiðið at fáa Ægir uppá hægstu tindarnar,
har hon ótroyttulig stendur fyri næstan øllum í felagnum og stuðlar øllum, fyri at svimjarnir í felagnum skulu blíva enn betur.
Fantastiska flott klára av okkara svimjarum og er Ægir eftir stutta tíð við J Jamie Arro við róðrið blivi eitt av fremstu
svimjifeløgunum í Føroyum.
Nú er at vóna at Ægir fær fleiri stuðlar, tí eitt so stórt felag við so nógvum talentum krevur nógvar pening fyri at halda seg í toppinum. Vit hava nógvar góðar stuðlar og stuðlarnir fáa nógv fyri pengarnar, teir seta í felagið og hevur nakar hug at stuðla, so er bara at kontakta Rannvu Sigfríðsdóttir.
Ægir tit eru bara best og gleði eg meg til kappingarárið 2017-2018.
SáH