Vit endurgeva her røðuna, sum borgarstjórin helt:
Góðu tit øll
Eg fari at byrja við at ynskja tykkum øllum vælkomnum til hesa løtuna, har vit heiðra flotta úrslitið, sum tit í felag settu til Føroyaleikir, sum mest vinnandi svimjifelag.
Eisini vil eg ynskja tykkum hjartaliga til lukku við FM úrslitunum, har fleiri tykkara skaraðu framúr.
Eitt bragd, sum vit øll eru sera errin av, tí slík úrslit koma ikki av ongum.
Tit hava vant óteljandi tímar og somuleiðis víst ein ómetaliga stóran stríðsvilja, sum heilt sikkurt er ein partur av orsøkini til, at tit eru komin so langt.
Ein onnur orsøk, sum ikki skal undirmetast í hesum sambandi, er dyggi stuðulin sum felagið, og ikki minst foreldur og hjálparfólk, veita tykkum dag og dagliga.
Tað munna vera nógv foreldur, sum geispa, tá ið tey skulu hava tykkum upp at venja tíðliga um morgunin.
Men tað er eisini ein partur av avrikinum, nevnliga foreldur og avvarðandi, sum stuðla undir og eggja tykkum svimjarum at útinna tað, sum tit elska – nevnliga at svimja.
Svimjing kann av summum tykjast sum ein heldur ósosial ítróttargrein.
Svimjing krevur nógva venjing, og ofta er ikki nógv tíð til annað sosialt virksemi.
Men tað merkir ikki, at svimjarar ikki hava ein felagsskap.
Tvørturímóti upplivi eg ein heilt serligan felagsskap millum svimjarar m.a. til liðkappingar, har tit eru felags um at náa málinum. Men eisini til einstaklingakappingar, har tit eyðsýnt stuðla og eggja hvørjum øðrum til hvørja einastu kapping.
Hóast tit ikki hava heimsins bestu karmar at virka undir, so er tað týðuligt, at tit kortini megna at skapa trivnað fyri tykkara íðkarar. Tað eri eg ómetaliga glaður fyri, og eiga tit, sum varða av, stórt rós fyri tað.
____
Í Klaksvíkar kommunu vóru vit sera errin av, at vera partur av Føroyaleikum, sum tit markeraðu so flott við tykkara avrikum.
Tað er sjálvsagt okkara vón, at vit eisini til næstu Føroyaleikir kunnu gerast ein virkin partur av leikunum. Og ongantíð betur, um tit eisini fingu møguleika at svimja á heimabana.
Góðu tit øll
Til seinast vil eg nýta høvi at takka tykkum í felagnum, foreldrum og stuðlum fyri tað megnar arbeiði, sum verður lagt í arbeiðið í Ægir.
Og til tykkum íðkarar og venjarar:
Hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum á Føroyaleikum.
Takk fyri!
***
Eg skal líka bera eina heilsan afturat.
Man má siga, at ítrótturin í Klaksvík veruliga blómar. Fyrr í ár hava vit heiðrað bæði flogbólti, badminton og kappróðri, tí tykist tað sum ítrótturin í býnum trívist best á toppinum.
Ein onnur ítróttargrein, sum eisini endaði á ovast rók í summar var billiard.
Tað var ongin annar enn Country kongurin, Hallur Joensen, sum gjørdist føroyameistari í billiard.
Góði Hallur
Hjartaliga til lukku við føroyameistararheitinum í billiard.
Her fleiri myndir, klikk her "Ægir vann flest heiðursmerkin á Føroyaleikum"
Karl Johansen
Klaksvíkar Kommuna