Sum øll vita so hevur Ægir bara eitt kustaskap sum felagshølir og KÍ hevur 10 tals hølir, men sum man plagar at siga, so er tað munir á monnum, so aðalfundurin bleiv hildin hjá grannanum, gott at hava eitt gott grannalag, eisini innan ítróttina.
Ægir skipaði seg í gjárskvøldið og nýggjur formaður gjørdist Danny O. Højsted.
Elsebeth Vilhelm ynski ikki at vera afturvald og takka vit Elsebeth fyri hennara stóra arbeiðið í Ægir.
Soleiðis sær nevndin út nú:
Formaður: Danny Osberg Højsted
Næstformaður: Janus M Joensen
Kassameistari: Símun Michael Sørensen
Skrivari: Sølva Petersen
Nevndarlimur/samskipari: Anna Mohr
Tiltakslimur er Per Johannessen
Høvuðsvenjari er Petur Heðin á Fløttir, spenandi verður at fylgja við nýggju nevndini og ynski eg tykkum góðan byr.
Havi hoyrt í krókunum, at ætlanin er, at Ægir endiliga fáa norður endan av svimjihøllini og tað var sanniliga upp á tíðina. Koyr á ÆGIR.
SO VERÐUR TAÐ GJØRT.
SáH