Havi ikki fingið fatur í endaliga heiðurmerkjalistanum, men leggja vit allar svimjarnar í SU Svim og Havnar Svimjifelag saman ímóti Ægir, so er tað um reppi, at tey ikki høvdu vunnið á Ægir, so sterkt er Ægir í løtuni.
Eitt sum ein legði merki til, var at teir heilt ungu svimjarnir hjá Ægir kláraði seg avbera væl og tað er gleðiligt. og gott fyri framtíðina hjá Ægir.
Fleiri svimjarar skaraði framum í Ægir, eitt nú Signhild Joensen, Rókur Trygvason, Rebekka Trygvadóttir og Marius Steinhólm. Rebekka vann 17 gull og eina silvur, Rókur vann 17 gull og Marius Steinhólm vann eisini 17 gull. Signhil Joensen slóð Føroyskt met í 100 metur rygg og flesti svimjarnir í Ægir forbetraði sínar tíðir munandi. Onkur hjá teimum ungu við heili 21 sekundum. Eisini fingu Ægir svimjarnir fleiri nálir, talentnál, bronsunál og silvurnál og eg haldi ein silvurnál við stjørnu fingu vit eisini.
Samanumtikið ein fantastiskur sigur til Ægir, ein av teimum heilt stóru. Stórt tilllukku til venjaran og allar okkara framúr góðu svimjarar.
Bert spell at tað bert var ein fjølmiðli til JM/MU 2017 og tað var Norðoya Portalurin, sjálvt svim.fo var ikki til staðar og tað er átaluvert.
Super flott Ægir, vit øll eru sera stolt av tykkum.
SáH