Hann hevur stórar ætlanir fyri Ægir og einamest fyri allar svimjarnar og venjarnar hjá Ægir.
Í desember, tá ið fyrsta skeiðið er liðugt, tá fáa svimjarnir skreytblað, har tey vera mett, hvussu langt tey eru komin innan teirra svimjing og sum nakað nýtt, so fáa venjarnir eisini eitt skreytblað, sum játtar, at teir hava verið venjarar og at teir duga at venja, børn, ung og vaksin og tað kann koma øllum venjarnum hjá Ægir til góðar og sum seinni kann brúkast á teirra CV.
Vit mangla nakrar venjarar enn og er tað tykkara áhugi, so ring endiliga til formannin Símun á Høvdanum, á tlf. 273200.
Mikukvøldið tann 19. august í næstu viku verður tilmelding frá kl. 18.30 í Svimjihøllini. Fyrst verður tilmelding fyri tey, sum hava svomu við Ægir seinasta kappingarár og kl. 19.00 verður tilmelding fyri nýggjar limir. Tað verður tikið ímóti gjaldskortið og fyrst í komandi viku verður kunngjørt, hvat tað kostar at gerast limir í Ægir.
Vónandi møta nógv upp, tí sum sagt, so hava vit fingið ein super góðan venjarar og hann hevur lagt stórar ætlanir, heilt frá teimum minstu og upp til master svimjara.
SáH