Fundurin var í gomlu fimleikarahøllini í Klaksvík og har vóru umleið 150 fólk til fyrsta aðalfundin. Har var ymiskt á skránni, eitt nú bleiv navnið Ægir valt, sjá Gerðabók herundir.
Í fyrsti nevndina komu hesu:
Poul Nolsøe 127 atkvøður
Jógvan Ellinsgaard 113 atkvøður
Magnus Mikkelsen 108 atkvøður
Helgi Laksafoss 105 atkvøður
Jóannes Klein 108 atkvøður
Til tiltakslimur vóru vald Anna Stampe og Símun Absalonsen.
Á sjálvum 40 ára stovningardegnum er Ægir farin til Ísland á venjingarlegu og til eina kapping seinni í vikuni, meira
um tað ferðuna seinni.
Í februar ella mars verður stór veitsla, har núverandi, gamlir svimjarar, nevndarlimir, sponsorar og onnur vera við og
ígjøgnum alt árið 2015 verður 40 ára dagurin markeraður.
Her mynd av 1. og 2. liðnum hjá Ægir, sum fór til Ísland í ódnarveðrinum ígjár. Niðanfyri eru myndir av okkara svimjarum.
Norðoya Portalurin ynskir Ægir hjartaliga tillukku við runda degnum og vóandi fáa tit eitt gott kappignarár 2014-2015 og góða eydnu í Íslandi.
SáH