
Kappingin stóð ímillum Rók Trygvason úr Ægir og Róland Toftum frá Suðuroyar Svimjifelag og so tætt var ímillum tær báðar, at teir komu inn við somu tíð, nevnliga 59.97.
Róland Toftum hevur svomu 100 metur blandað 57.52 og besta tíðin hjá Róki var 1:00.06 áðrenn hesa kapping.
Rókur Trygvason er nú endiliga komin niðurundir minuttin og tað sera gott. Tíðin hjá Róland Toftum er nakað verri enn hansara besta tíð, men hann hevur stríðst nógv við sjúku, so tað er eisini gott klára av honum, at hann enn er niðanfyri minnutin.
Tillukku tit báðir.
SáH