KÍ hevur nú vunnið 12-0 teir seinastu tveir dystirnar. 7-0 ímóti MB seinasta vikuskifið og 5-0 á B36.
Í hálvleikinum stóð 0-0, men KÍ misbrúkti fleiri 100% møguleikar og kundi lættliga verið á odda 2-0 ella 3-0.
Í 2. hálvleiki fekk KÍ endaliga hol á og tá skolaðu málini inn. Hesir stóðu fyri málunum, Jóannes Danielsen, Steinbjørn Olsen, Dávid Langgaard, Jógvan Isaksen og Símun Joensen. 5 ymiskir málskjúttar og aldurforsetin Símun Joensen fekk seinasta málið, so har var eisini stórir munir á, frá tí yngsta málskjúttanum og til tann elsta. Super flott KÍ, nú er at vóna at okkara EFFO lið gerð tað sama ídag.
SáH