1. deild hjá KÍ varð fyrsta liðið, sum skuldi royna seg í kappingárinum 2017 og tað eydnaðist teimum at vinna 4-2 á Víkingi.
Dysturin var sera hart spældir og gav dómarin 7 gul kort, sum eisini lættliga kundi verið eini tvey reyð kort.
Víkingur legði seg á odda 1-0 í 12. min., Petur Andreasen javnaði fyri KÍ í 32. min. Eitt flott mál, har Henry Heinesen legði ein langan bólt inn í brotsteigin og Petur skallaði bóltin hegnisliga í málið (sjá myndir). Aksel Danielsen legði síðani KÍ framum 2-1 og Víkingur javnaði, tá ið 70. min. vóru leiktir, men so settið KÍ seg á dystin. Jóannes Danielsen skoraði til 3-2 bert tveir min.eftir at Víkingur hevði javnað og Fróði Mørkøre staðfesti sigurin, tá umleið 80 min. vórur leiktir.
Sostatt vann KÍ sín fyrsta dyst í hesum kappingárinum, spennandi at vita um kvinnurnar og Effo liðið hjá KÍ fara at vinna seinni ídag.
Vit ynskja øllum liðunum hjá KÍ góðan byr í kappingarnum 2017.
Koyrá KÍ
SáH