Hetta skrivaði kvinnurnar hjá KÍ á Facebook vanganum hjá teimum:
Dysturin ímóit ÍF/Víkingi endaði við 6-1 sigri, sum ikki var eitt mál ov nógv. Aftaná fyrstu 10 minuttirnar stýrdu vit dystinum frá byrjan til endan. Liljan Jacobsen og Maria Klakkstein skoraðu málini í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki skoraðu Liljan, Maria, Malena og Tóra Mohr. Einastu ferðina Víkingur var inni í brotsteiginum fingu tær brotsspark og skoraðu.
At KÍ eigur nógvar góðar ungar leikarar er eingin loyna og aftur í dag fingu tvær av teimum debet. Tórunn H. Joensen byrjaði inni á vinstra bakki og í seinna kom viðareiðisdáman Anna Absalonsen eisini á vøllini fyri fyrstu ferð.
Næsti dystur verður komandi leygardag, tá vit skulu út á Toftir at leika ímóti B68.
SáH