Tíðarætlanin er hendan:
Fríggjamorgun 3. november frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
Fríggjadag 3. november frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur
Leygarmorgun 4. november frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
Leygardag 4. november frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur
Sunnumorgun 5. november frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
Sunnudag 5. november frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur
Sí Innbjóðing til Føroyameistarastevnu á stuttgeil 2017, klikk her "FM á stuttgeil 2017"
Beinleiðis úrslit og sjónvarp
Kringvarp Føroya sjónvarpar beinleiðis frá øllum finalum, allar tríggjar dagar.
Hartil ber til at at síggja startlistar, úrslitalistar og fylgja við úrslitunum beinleiðis her á Live Timing:, Klikk her: "Føroyameistarastevnan 2017 (25m), Svimjihøllin í Gundadali".
Sí Startlisti til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2017. Klikk her: "Startlistin FM í stuttgeil 2017"
Fyrsta vetrar-FM
At hetta FM á stuttgeil liggur í november, heldur enn um várið, er tí at svimjisamband og feløg vilja royna eitt svimjiár, sum líkist teimum hjá flestu grannum okkara, har meistarastevnan á stuttgeil er í november, og meistarastevnan á langgeil síðani við endan av skúlaárinum.
Kravtíðarstevna
Ein fyrimunur við at hava FM á stuttgeil í november er, at hendan stevna tá samstundis er náttúrligur endi á kravtíðarskeiðnum til altjóða meistarastevnurnar á stuttgeil, sum hvørt ár eru Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarstevnan, umframt skiftivís EvropaMeistarastevna ella HeimsMeistarastevnan á stuttgeil.
Í ár eru altjóða meistarastevnurnar NM/NJM í Reykjavík hin 1. til 3. desember 2017, og EM á stuttgeil í Keypmannahavn hin 13. til 17. desember 2017. Kravtíðirnar síggjast her.
Góð undirtøka
Lukkutíð hevur undirtøkan verið sera góð, bæði hjá teimum sum skulu kappast og skipa fyri, og hjá stuðlum okkara annars.
Vit gleða okkum til at síggja spennandi kappingar og skjóta svimjing, á hesi síðstu stevnu áðrenn altjóða avbjóðingarnar í desember !
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu