Hesaferð var NM hildi í Nýggju Alexeander Dale Oen svimjihøllini í Bergen. Bæði Krista og Ragnvald stóðu seg veg væl, og fingu tey fleiri heiðursmerkir heim við sær aftur til Føroyar.
Krista luttók í 6 kappingum, har hon setti trý persónlig met og vann sær 5 heiðursmerki. 2 bronsu, 2 silvur og 1 gull. Ragnvaldur luttók í 4 kappingum og vann sær 1 silvur og 2 gull. Norðurlenska meistarskapi var væl umboða av svimjarum úr Noreg, Danmark, Svøríki, Finland Estland, Íslandi og Føroyum.
Tað er hugaligt at síggja, at Føroyingar klára at verða við ímillum tey Norðurlensku londini og vinna heiðursmerkir.
Fyri framman eru stórar avbjóðingar, sum Føroyskir svimjarar venja fram ímóti, og tað eru vit spent til at fylgja við, hvussu tað ferð at ganga.
Norðoyar Portalurin takkar Torkil Mørkøre fyri frágreiðingarnar og ynskja Krista og Ragnvaldur hjartaliga tillukku við Norðurlendska Meistara heiðursmerkjunum.
SáH