Eitt gleðiligt var eisini at síggja á KÍ liðnum ídag og tað var at Sofía Purkhús Spildt er komin aftur á KÍ liðið og hon hevði hópin av góðum uppleggum til KÍ álopsspælarnar og hon verður uttan iva ein stórur fongur fyri KÍ liðið. Vælkomin heim Sofía.
KÍ hevur nú 33 stig og við +53 í málmuni og væntandi hevur EBS/Skála vunnu á B68 ídag og áðrenn 12. umfar høvdu tær +37 í málmuni, so er at vóna at tær ikki hava vunnu ov nógv.
Her nýggjasta liðmyndin av KÍ kvinnunum.
Stórt tillukku við dystinum ídag og góða eydnu í seinnu hálvu.
SáH