Kappingin fyri G18 hevur verið skipað sum vikuskiftiskappingar, sum ein roynd við tað at fleiri av hesum ungu kvinnunum eisini leika við bestu deild og somuleiðis 1. deild. Eisini er gott fyri tær ungu at kunnu leika saman við javnaldrum og kunna spæla hondbólt saman á kroppligum jøvnum støði.
Stjørnukvinnurnar hava møtt væl upp til hesar kappingarnar, og er heilt víst ein góð framtíð í hesum røsku ungu kvinnum. Eitt flott úrslit til Stjørnukvinnurnar og ynskja vit teimum hjartaliga til lukku við bronsuni.
Koyr á Stjørnan!
Norðoya Portalurin ynskir Stjørnuni hjartaliga tillukku.
Stjandandi aftast frá vinstru: Katrin Bertholdsen, Miriam Bethuelsdóttir, Monika P. Jacobsen, Tóra Eliasen, og Marið Heimistovu.
Sitandi fremst frá vinstru: Bjørk Clementsen, Sonja Lava Sirdal, Jetta Svøðstein og Paulina Fuglø
Kelda: www.stjornan.com
SáH