
Mótstøðuliðið er Serbia, sum í løtuni er á triðja plássi í bólki H við 11 stigum, tvey stig frammanfyri Føroyar á fjórða plássi, og tá liðini hittust í Serbia í fjør, endaði tað við málleysum javnleiki.
Lagt er tí upp til ein spennandi dyst, sum verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík, og í hesum sambandi skipa Bláa Bylgjan og KÍ fyri spennandi fjepparatiltaki við upphiting til dystin beint við Atlantis.
Tiltakið byrjar kl. 15.00, og á skránni verður andlitsmáling, tónleikur og ymisk stuttlig fótbóltsspøl. Harumframt verða grillaðar pylsur og sunkist ókeypis at fáa. Tiltakið er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin – til ber at keypa atgongumerki her:
https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/1504006/order/info
KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag
Rói Clementsen