NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Svimjisambandi á NSF fundi í Reykjavík

3/2/2015

Comments

 
Picture
Norðurlendska svimjisambandið hevði mikudagin 28. januar sín árliga fund fyri aðalskrivarar og ítróttarstjórar, har aðalskrivararnir serliga fyrireika norðurlendska aðalfundin og kalendaran fyri komandi árið, og ítróttarstjórarnir koma við broytingaruppskotum til kappingarreglurnar

Í ár hevði aðalskrivarin hjá okkum forfall, og undirritaði luttók tí einsamallur fyri SSF. Fundurin varð skipaður sum fyrst felagsfundur og síðani aðalskrivarar og ítróttarstjórar á hvør sínum fundi, sum so aftur endaði við einum felagsfundi har niðurstøðurnar frá hinum báðum undanfarnu fundunum vórðu lagdar fram.

Tað var sum vant ein gevandi fundur, í tí góða selskapi sum norðurlendska svimjifamiljan er.

Fyrsti felagsfundur gekk mest uppá at viðgera árið sum fór, og har í millum málið um EJM í Baku. Norðurlendingar stóðu saman um støðu Føroya í hesum máli, og eru sum so nøgd við loysnina sum nú er á veg, at Føroyar skulu kunna luttaka undir EOC flaggi.

Eitt annað mál var hækkandi gjaldið fyri at sleppa at hýsa evropeiskum meistarastevnum, sum merkir at eisini tey størru norðanlondini nú aftra seg við at bjóða seg fram. Luttakararnir á NSF-fundinum vóru samdir um at hetta ikki átti at verið so, men spurningurin er um vit fáa gjørt nakað við tað.

Á tvíbýttu fundunum luttók undirritaði á fundinum fyri aðalskrivarar, sum var mest praktisk fyrireiking til aðalfundin í mai. Áseting av ymisku tiltøkunum á kalendaranum fyri 2015, og tílíkt. Eisini var eitt umfar av frágreiðing um aktuellu støðuna hjá ymisku limalondunum.

Fundurin hjá ítróttarstjórum var týðiligvís gevandi, um dømast skal út í frá frágreiðingini aftaná. Nógv áhugaverd uppskot vóru til reglubroytingar á aðalfundinum, har tað tó eigur at nevnast at tað í síðsta enda er upp til aðalfundin í Bergen í mai, at samtykkja møguligar tillagingar.

So við fyri fyrivarni kann eg til dømis nevna, at ítróttarstjórarnir skjóta upp at taka burtur aldursavmarkingina á eldra partinum av NJM/NM, og at kalla eldra partin fyri Nordic Championships. NM verður í so fall ein rættilig Norðurlendskt Meistarastevna, heldur enn kapping fyri 'pre-seniorar'.

Ítróttarstjórarnir ynskja eisini aldursbólkarnar broyttar, so at teir samsvara við teir nýggju hjá LEN (og FINA?). Tað vil siga tríggir árgangir í juniorbólkinum - heldur enn tveir - og nokkso áhugavert skjóta ítróttarstjórarnir upp at unglingabólkurin undir junioraldur verður tilsvarandi tríggir árgangir, við einum yvirlapp (!). Tað vil siga, at elstu árgangir til NUM eisini hava aldur til NJM, sama árið.

Hartil skjóta ítróttarstjórarnir upp at hava NJM í Open Water afturat verandi NM, altso á somu stevnu. Eitt ávíst kjak stóðst av hesum, við tað at teinarnir á NM eru 5 og 10 km sum á EM, meðan EJM er 7.5 km, umframt 5 km fyri ungdómar. Sviar tordu ikki at lova at tey kunnu skipa fyri einari kapping afturat nú í summar, afturat hinum teinunum og stytri tein fyri motiónistar, so rákið var mest til at lata juniorarnar kappast á 5 km á NJM. Um altso aðalfundurin samtykkir reglubroytingarnar.

Runt fundirnar vóru ymisk festlig tiltøk, so sum ein vitjan i Bláu Lónini, og morgunsvimjing í Laugardalslaug. Næsti fundur í norðurlendskum høpi, er aðalfundurin í Bergen í mai.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

Kelda og myndir: SSF og Rókur

Picture
Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly