NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Heimskendur málmansvenjari í Klaksvík um vikuskiftið

8/3/2014

Comments

 
Picture
Um vikuskiftið fer heimskendi málmansvenjarin Maarten Arts, at skipa fyri málmans-venjingarlegu í Klaksvík.

Maarten Arts hevur arbeitt sum málmansvenjari í nógv ár í fremstu hollendsku deildini, umframt at hann hevur vant onnur lið og hevur skipað fyri skeiðum og venjingarlegur fyri málmenn um allan heimin. Hann hevur hægstu venjaraútbúgving (UEFA-A) og er útbúgvin ítróttarlærari. Hann er eisini kendur fyri at hava skriva fleiri bøkur og hevur útgivið fleiri DVD'ir um málmansvenjing.


Í Klaksvík fer Maarten Arts, umframt at hava 6 venjingar á Djúpumýru, at hava tveir almennar fyrilestrar í deildini hjá Eik. Leygardagin klokkan 17 fer hann at tosa um hvat Pro Goal er fyri nakað og um hvussu hann velur at skipa sínar venjingar. Hann hevur nøkur eitt sindur ørvísi sjónarmið uppá plasering og annað í samband við málmannspælið, í mun til tað vit eru von við at síggja og hoyra um. Eisini tosar hann eitt sindur um hvussu málmannsvenjing kann leggjast til rættis í feløgunum, tá talan er um børn og vaksin. Hvat og hvussu venja vit í pre-season, ímeðan kappingin er í gongd og hvat venja vit í off-season.

Fyrilesturin sunnudagin er um deyðbóltstøður, hvussu skipa vit okkum í deyðbóltstøðum og dystar analysa. Venjingardysturin sum verður ímillum KÍ og B68 leygardagin verður brúktur sum dømið.

Skráin fyri vikuskifti er annars hendan:

Fríggjadagur 7 Mars

11.00- 12.30 Venjing 

13.00 - 14.00 Døgurði – á sjómannsskúlanum 

15.00 - 16.30 Venjing 

17.00 Døgurði

Leygardagin 8 Mars

09.30 - 11.00 Venjing 

11.30 - 12.00 Døgurði 

Klokkan 12.00 er venjingardystur KÍ-B68. Tankin er at luttakarnir síggja hendan dystin, taka notatir um teir hava hug til tað. Undir fyrilesturin sunnudagin um deyðbóltstøður og dystar analysu, fer Maarten at gjøgnumganga nakrar støður frá dystinum.

15.00 - 16.30 Venjing 

16.30 - 17.00 Døgurði 

17.00 - 18.30 Fyrilestur í Eik um Pro Goal – øll eru vælkomin. 

Sunnudagin 9 Mars

9.30 - 11.00 Venjing

11.30 - 12.00 Døgurði 

15.00 - 16.30 Venjing 

16.30 - 17.00 Døgurði 

17.00 - 18.30 Fyrilestur í EIK um deyðbóltstøður og dystar analysu. Venjingardysturin leygardagin verður brúktur sum dømið. Øll eru vælkomin.

Til fyrilestranar er gjørligt at keypa ymiskt tilhoyr til venjara og málmannsútgerð, serliga handskar. 

Kelda: www.ki.fo


Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly