NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Flogbóltslandsliðið klárt til Kapping

4/10/2019

Comments

 
Billede
Seinnapartin byrjar altjóða flogbóltskappingin hjá monnunum í høllini á Hálsi.

Hetta er samstundis fyrstu ferð í 30 ár, at manslandsliðið kappast á heimvølli og Bárður B. Mikkelsen og leikararnir gleða seg og eru sera spentir til hesa stóru avbjóðingina. Og teir vóna, at nógvir áskoðarar koma í høllina at stuðla liðnum

– Hetta er nakað heilt serligt. Tað er øgiliga langt ímillum, at vit í Føroyum skipa fyri slíkum kappingum fyri manslandslið; hetta er fyrstu ferð síðan oyggjaleikirnar í 1989, at A-landsliðið hjá monnum spælir kapping á heimavølli. Tí er hetta eitt serligt upplivilsi fyri okkum allar. Eisini fyri meg, tí eg slapp ongantíð at spæla nakrar týðandi dystir við landsliðnum á heimavølli.

Tað sigur Bárður B. Mikkelsen, landsliðsvenjari í flogbólti, nú hann fyrireikar manslandsliðið hjá monnum til kappingina móti Grønlandi, Skotlandi og Íslandi, sum verður um vikuskiftið.

Talan er um eitt umfar av smálandakappingini, sum aftur er partur av evropeiska flogbóltssambandinum, og hesaferð fall tað so í okkara lut at skipa fyri kappingini.

Føroyska landsliðið hevur vant væl og nú beint undan kappingini hevur Bárður B. Mikkelsen úttikið teir 14 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar.

Venjarin letur sera væl at fyrireikingunum og hann rósar teimum 23 leikarunum, sum vóru tøkir frá byrjan.

– Tað er ikki oftari enn so, at vit hava so nógvar leikarar til venjing, og sannleikin er faktiskt, at vit kundu havt uppaftur fleiri. Tí har vóru nakrir, sum av ymiskum ávum máttu geva avboð. Tí hava vit havt nakrar góðar venjingar, og tí er liðið nokk so væl fyri, sum tað kann vera, sigur Bárður B. Mikkelsen.

Ein góð blanding
Liðið er ein góð blanding av royndum og nýggjum leikarum. Elsti maður á liðnum er 37 ára gamli Suni Juul Pedersen, úr Fleyr, sum eisini er liðskipari, og yngsti maður er 17 ára gamli Hjørtur Joensen úr SÍ, so aldursspennið er vítt.
Men har eru eisini aðrir royndir leikarar við. Ein teirra er Thorvald Danielsen, sum seinasta árið hevur spælt aftur við Mjølnir, ein annar er Bjarni Larsen úr ÍF og uppaftur ein annar er Rói Hentze úr Fleyr. Og so hevur Jóan Petur á Stongum úr SÍ tikið eitt tørn afturat á landsliðnum. Tað fegnast landsliðsvenjarin um.

– Uttan at taka nakað frá hinum leikarunum, so hevur Jóan Petur á Stongum nakrar øgiliga týdningarmiklar royndir og nakrar kvalitetir, sum hava sera ómetaliga stóran týdning fyri landsliðið. Tí tosaði eg við hann um at koma við hesaferð, og eg eri fegin um, at hann játtaði, sigur Bárður B. Mikkelsen.

Nú bara nakrar tímar áðrenn fyrsta dystin, er venjarin spentur, og vónríkur. Tí liðið er væl fyri og til reiðar til kappingina.

– Vit hava vant væl og leikararnir eru uppsettir at fáa eitt gott úrslit á heimavølli. Seinast manslandsliðið spældi á heimavølli, vann liðið kappingina, so vit hava eitt sindur at liva upp til, sigur Bárður B. Mikkelsen, landsliðsvenjari.
Hann vónar, saman við leikarunum, at nógvir áskoðarar koma í høllina á Hálsi til dystirnar. Tí tað hevur stóran týdning at hava tann stuðulin við sær.

– Eitt er, at okkara leikarar føla stuðulin, eitt annað er at tað leggur trýst á hinar leikararnar. So ja, tað hevur stóran týdnign fyri okkum at fáa so góðan stuðul sum tilber, sigur landsliðsvenjarin.
Fyrsti dysturin hjá føroyska A-landsliðið í flogbólti hjá monnum verður í Høllini á Hálsi klokkan 18.30 í kvøld, og hann verður ímóti Grønlandi.

Teir 14 leikararnir, sum eru úttiknir at umboða Føroyar í kappingini eru:
Tórður Højsted, Niels Niclasen, Rói Hentze, Suni Juul Pedersen, Jóhan Arni Elisson Wang og Bjarki Enni úr Fleyr, Steffan Rosenlund Olsen, Thorvald Danielsen og Trygvi Hansen úr Mjølnir, Hjørtur Joensen, Jóhan Petur á Stongum og Oskar í Haraldsstovu úr SÍ, Bjarni Larsen úr ÍF og Kasper Lorentzen úr danska felagnum Marienlyst.

Billede
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá aðrar lýsingarprísir!!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.