NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Avgerandi umfar í steypakappingini

24/1/2020

Comments

 
Billede
Steypakappingin hjá bæði monnum og kvinnum heldur fram hetta vikuskiftið, nú seinasta leikumfar er í bólkaspælinum. Higartil er tað bara Mjølnir, sum heilt sikkurt er víðari hjá bæði monnum og kvinnum. Tað er tí alt at spæla fyri.

Fleyr skal vinna á Mjølni Hjá kvinnunum tapti Fleyr akkurát fyri SÍ í seinastu steypafinalu. Hesaferð verður tað ómetaliga trupult hjá Fleyr at koma so mikið sum í hálvfinalunar. Kravið er líkatil. Ein sigur skal til á Mjølni, og sigurin má ikki vera minni enn 3-1. Tað verður alt annað enn lætt. Hitt liðiði bólkinum Dráttur kann bara bíða og vóna, at Mjølnir spælir, sum tær hava spælt higartil í landskappingini. Tí so er Dráttur víðari saman við Mjølni.

Í hinum bólkinum er KÍF í somu støðu sum Dráttur. Tær mugu bara bíða og vóna, at SÍ tekur minst eitt sett ímóti TB. Og tað skal vera løgið, um ikki tað hendir. SÍ er í løtuni sterkasta liðið í kvinnudeildini, og á heimavølli eru tær ikki til at taka. Alt bendir tí á, at hálvfinaluliðini hjá kvinnunum verða Mjølnir, KÍF, Dráttur og SÍ, men í steypadystum kann alt henda.

SÍ a og SÍ b dystast um eitt pláss
Hjá monnunum er Mjølnir longu í hálvfinaluni úr bólki 1. Hitt plássið úr bólki 1 verður avgjørt í Sørvági, har SÍ a og SÍ b mugu gera av sínamillum, hvør er sterkari. Tann avgerðin fellur sunnudagin. Tað er tí vist, at SÍ fær lið í hálvfinaluna, spurnigurin er bara hvat.

Bólkur 2 er harafturímóti ikki avgjørdur enn. Støðan er:
Fleyr a 5 stig
ÍF a 4 stig
ÍF b 3 stig
TB 0 stig

Fleyr a og ÍF a best fyri
ÍF a tekur ímóti TB, sum enn ikki hevur fingið stig í bólkaspælinum, men tó hevur rættiliga bitið frá sær. ÍF a er tó stórfavorittur. Hjá Fleyr a er tað harafturímóti eitt sindur truplari, tí mótstøðuliðið ÍF b hevur staðið seg væl í bólkaspælinum, og hevur møguleikan at leika seg víðari. Dysturin sunnudagin er tí saman við dystinum í Sørvági sama dag avgjørt hæddarpunktið hjá monnunum higartil í steypakappingini. Tað verður har, alt fellur upp á pláss og greiða fæst á, hvør spælir hálvfinalu í Klaksvík leygardagin 8. februar, har Mjølnir heilt sikkurt verður eitt mótstøðulið.

Dystir hetta leikumfarið:

Kvinnur
Leygardag 25.01.20 kl. 16.00 Bólkur 1 SÍ – TB Ítróttahøllin í Sørvági
Leygardag 25.01.20 kl. 16.00 Bólkur 2 Fleyr – Mjølnir Høllin á Hálsi í Havn

Menn
Leygardag 25.01.20 kl. 14.30 Bólkur 1 Mjølnir – Fleyr b Badmintonhøllin í Klaksvík
Sunnudag 26.01.20 kl. 14.30 Bólkur 1 SÍ a – SÍ b Ítróttahøllin í Sørvági
Leygardag 25.01.20 kl. 15.00 Bólkur 2 ÍF a – TB Ítróttahøllin á Kambsdali
Sunnudag 26.01.20 kl. 15.00 Bólkur 2 Fleyr a – ÍF b Høllin á Hálsi í Havn
​

Lýsing Balslev
Billede
Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    April 2013
    March 2013
    February 2013
    January 2013
    October 2012
    September 2012

    Categories

    All
    Ítrottur

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly