Stórt tillukku Rebekka
SáH
Norðoya Portalurin
Rebekka Trygvadóttir fekk ein vánaligan start, tá ið hon svam 50 metur bringu, men hon svam seg skjótt upp og tá ið tey vendu lág hon fremst, hon kom inn við tíðini 34.48 og tað er nær við hennara allerbestu tíð, sum er 34.19, nummar tvey bleiv Eyðrið Mortensen frá Havnar Svimjifelag og hon hevði tíðina 34.97 og nummar trý gjørdist Ronja Ró í Dímun eisini úr Havnar Svimjifelag og hevði hon tíðina 35.50, beint í hølunum á henni kom okkara Sólvá A. Sigurðsson og hon hevði tíðina 35.66. Stórt tillukku Rebekka SáH Signhild Joensen frá Ægir vann trygt 100 metur ryggsvimjing. Hon kom inn við tíðini 1:01.81, nummar tvey gjørdist Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag og hon hevði tíðina 1:04.97 og nummar trý gjørdist Kristina í Skála eisini úr Havnar Svimjifelag og hon hevði tíðina 1:06.12. Á einum fjórða plássið kom okkara Jonna Joensen og hon hevði eisini eina góða tíð, hon kom inn við tíðini 1:07.87 og tann tíðin er so góð, at hon kláraði kravtíðina til NJM. Tillukku Signhild og Jonna. SáH Rókur hevur júst svomi 200 metur bringu og vann hann trygt kappingini, næstan 5 sekund frammanfyri Róland Toftum. Teir báðir svomu javnt teir fyrstu 100 metrarnar, men so tók Rókur nøkur ordilig tøk og hann legði seg langt framum og økti um leiðsluna og tá ið teir komu á mál, var Rókur næstan 5 sekund frammanfyri Róland, sum kom á mál við tíðini 2:24.65, nummar trý gjørdist Rani Jacobsen við tíðini 2:35.31. Stórt tillukku Rókur Trygvason. SáH |
Greinar
January 2025
Categories |