Ígjár segði Forsetin úr Amerika, at Forsetin úr Iran má heldur ansa sær hvat hann sigur alment. Men hetta nokk ikki báðar vegir, hah Trump ?!?
JáH (y) 11.02.2017
Forsetin úr Amerika er farin í kríggj við øll rundanum seg. Fyrst og fremst fjølmiðlarnir og beint nú, so biður Donald J. Trump eisini aðrar Forsetar ansa sær. Ígjár segði Forsetin úr Amerika, at Forsetin úr Iran má heldur ansa sær hvat hann sigur alment. Men hetta nokk ikki báðar vegir, hah Trump ?!? JáH (y) 11.02.2017 Skemtileikurin Landastrokið hevur verið útseldur nærum allatíð í Atlantis, nú Klaksvíkar Sjónleikarafelag feirar tað, at felagið bleiv endurstovnað fyri 40 árum síðani ... og her eru so nøkur ummælir søgd um leikin á Facebook: Fantastiskur leikur, væl spældur og stuttligur - Hesin sjónleikurin 'Landastrok' er verdur at síggja, sum vit tískil hervið vilja viðmæla tykkum øllum, kring alt landið. Stuttligur og sera væl spældur. Vit takka fyri eitt sera gott upplivilsi/undirhald, og ynskja tykkum sjónleikarum blíðan byr framyvir. Tit eru nakrir knassar, hóast vánaligar umstøður, hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Vit vóna, at tit skjótt fara at fáa betri umstøður, bæði til venjing og framførslu. Tað skal tó viðmerkjast, at Atlantis Bio var væl egna til hendan leik. - Flott Rólant. Var har í kvøld, tit vóru so dugnalig. Tummil upppppppp - OMG flenni enn!!! havi verið í Atlantis bio og sæð leikin " Landastrok". Ein sera vælspældur og stuttligur leikur,so um tit ikki hava verið,so vælsignaði fari tykkum ein túr,tit fáða eitt stuttligt kvøld og so er okkara Magni við og nógvar arðar supergóðir leikarar ... wohoo! - Takk fyri eitt avbera gott og skemtiligt kvøld - Alvorliga stuttligt og væl spælt eisini - túsund takk! - Ein frálíkur, sera skemtiligur og vælspælandi leikur! Eitt stórt herðaklapp til Klaksvíkar Sjónleikarfelag, fyrireikarar og leikarar JáH (y) 11/02-17 Landastrokið, sum fyrstu ferð bleiv spældur av Klaksvíkar Sjónleikarafelag í 1979 verður í løtuni spældur í Atlantis Bio og eins í síðstu viku, so sær tað út til, at eisini hetta vikuskiftið verður tað útselt til henda skemtileik, sum Ria Tórgarð hevur leikstjórnað. Hetta er ein skemtileikur fyri ØLL - gomul sum ung og her er okkurt hjá øllum at koma til. Eat Willy Productions hevur sett ein lítlan brellbita av myndum & tónleiki til sjónleikin, sum øll so hjartaliga hava tikið væl ímóti. Verið vælkomin til: Landastrokið - sjá video niðanfyri: JáH (y) 08.02.2017 Hetta skriv er sent til Landsverk og Samferðslumálaráðið. Nú landið brúkar fleiri milliardir uppá tunnlar kring Føroya knøtt og einans eru játtaðar ein millión til byrgingina tvørturum Haraldsund - har byrgingin eisini er ein deyðsfella - so vil undirritaði gjarna vita, nær vit kunna rokna við - byrja verður uppá hesa góðu byrging. Ikki einans lýsir Landsverk við, hvussu tryggur ein skal ferðast kring landið - men ikki er tað serliga trygt, at ferðast um hesa byrging, sum mangan er so mikið farlig, at bilar gjarna kunna vera skolaðir av í illveðrinum. Tá ið ein hevur játtað seg til, at gera í stand eina so farliga byrging sum tann um Haraldsund er - so má eisini takast til hugs, at hetta ikki skal vera nakað fyribils, men gjarna halda í nøkur ár, so at eisini vit á bygd fáa somu sømdir sum tey fáa aðrastaðnis í Føroyum. Við vón um skjótt svar Jógvan á Høvdanum (yngri) 07.02.2017 - Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu Kommunustýrislimirnir hjá Kunoyar Kommunu vóru bjóðaðir til fund við Klaksvíkar Kommunu og Bakkafrost um vælkenda vatntøkumálið, sum vit á Norðoya Portali hava skrivað so dúgliga um. Á fundinum bleiv tosað um, at vatn ikki skuldi takast frá Haraldsundi, men at heldur skuldi takast frá vøtnunum Kunoyar megna. Umframt tað, so bleiv eisini staðfest at rørini blivu grivin 60 cm niður í Kunoyar-tunnil og at hesi rør allerhelst vóru liðug at grava niður um góðar 3 - 4 mánaðir. Eisini vóru ymiskar viðtøkur gjørdar av Friðingarnevndini, sum setti ymisk krøv til útgrevstur og bygging viðvíkjandi rørunum hjá virkinum hjá Bakkafrost: At áirnar úr Kunoy (Heldarsáir og Hjarðardalsá) ikki vera tømdar, eftirlit verður hildið við teimum og enntá ein trappa gjørd til áina, so at sílini kunna ferðast upp til áina. Kunoyar Kommuna kann spara fleiri milliónir Umframt tað, so kom eisini framm í fundinum, at eitt rør kundi veitast frá Klaksvíkar Kommunu til rørini í Haraldsundi og er talan um ein kostnað uppá góðar 150.000 kr fyri rørini - men sostatt kann eitt heilt vatnverk sparast fyri Haraldsunds bygd, tí so sleppur bygdin nevniliga frá, at byggja eitt vatnverk, sum øllum kunnugt kostar fleiri milliónir at byggja. Tí umframt at eitt vatnverk skal byggjast, so skal ein vegur eisini byggjast til vatnverki, so í minsta lagið er ein sparing uppá tvær milliónir fyri Kunoyar Kommunu. Raksturin fyri vatni kom Klaksvíkar Kommunu eisini at taka sær av, tá ið vatni til Haraldsund skal koma frá Ánagerði. Nú manglar bert eitt byggiloyvi frá Kunoyar Kommunu Sum mær kunnugt, so manglar bert eitt byggiloyvi frá Kunoyar Kommunu til at byggja tað, sum byggjast skal rundan-um áina og so kunna teir frá Klaksvíkar Kommuna fara í gongd at leggja rør tvørturum Kunoyar tunnil. Og eftir at vera kunnaði um, hvussu nógv vit úr Kunoy koma at vinna burturúr hesum, so trúgvi eg faktist ikki, at tað kann vera nakar, sum fær ilt í reyvuna av tí, at Bakkafrost letur upp heimsins størstu smoltstøð Yviri við Strond og samstundis fær heimsins besta vatn til smolti. Hetta hevur verið eitt mál, sum hevur tikið drúgva tíð at viðgera - men nú sær loksins út til, at báðir partar (Klaksvíkar Kommuna og Kunoyar Kommuna) eru nøgdir við eina avtalu, sum eisini í framtíðini fer at gagna samstarvi ímillum kommurnar báðar. Jógvan á Høvdanum (yngri) - Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu Síðsta vikuskiftið varð tað útselt til skemtileikin Landastrokið, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag stendur aftanfyri. Les eisini: Landastrokið fær sera góð ummælir (Myndarøð) Hetta vikuskiftið sær eisini gott út og sær tað út, at eisini hetta vikuskiftið verður tað útselt til skemtileikin, tí longu nú eru fólkini byrjaði at keypa sær atgonguseðlar til leikin, sum ØLL í Klaksvík tosað um. Les hvat Norðlýsið hevur at siga um Landastrokið HER Hevur tú ikki enn ogna tær ein atgonguseðil til skemtileikin Landastrokið, so mást tú skunda tær at bíleggja tær ein seðil, tí áðrenn tú veist av, so kann tað "om igen" vera útselt. Hetta er skemt vert fyri allar pengarnir og saktans ein leikur, sum ein kann hyggja fleiri ferðir eftir. Meira um leikin Landastrokið - les her: Jubilæumsleikur í Klaksvík - Klaksvíkar sjónleikarfelag 40 ár! Keyp atgongumerki á www. atlantis.fo JáH (y) 07.02.2017 Í dag fyllir KVF 60 ár og ígjøgnum sjónvarp og útvarp senda tey nú endursendingarnir ígjøgnum øll tey 60 árini ... og vit sum hildu, at KVF also ikki gjørdi nakað við at senda endursendingar. Nåmen, skemt til síðis, folkens. Vit á Norðoya Portali fara at takka KVF fyri mangar frálíkar sendingar, umframt avbera gott undirhald og ynska tykkum ein góðan byr framyvir. NP 06.02.2017 Landastrokið, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførir í Atlantis Bio fær sera góð ummælir og fólk eru komin streymandi runt úr øllum Føroyum, at hyggja eftir hesum skemtileiki. Hetta vikuskiftið hevur tað verið ÚTSELT hjá Atlantis og fólk hugnaðu sær veruliga, sum komin vóru at hyggja eftir leikinum, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførdi fyrstu ferð í 1979/80. Hetta er ein sjónleikur, sum krevur sera nógv av høvuðsleikaranum Jákup Bernhard Brim Joensen, ið spælir landastrokið Frederik Flitt og tað uppgávuna megnar Bernie meistarliga til fullnar og nakað væl afturat. Ria Tórgarð, sum hevur leikstjórna henda leik, hevur veruliga rakt seymin í høvdið og megna at skapt ein stuttligan & vældámdan sjónleik, sum heilt sikkurt fer at vera ein fólkaogn hjá føroyingum. Í stuttum er soleiðis sagt um leikin: Leikurin snýr seg m.a um ein ríkan mammubeiggja, ið hevur búð í Amerika í mong ár, og kemur at vitja skyldfólk í heimbýnum - borgarstjóran og hús hansara. Hann ætlar at koma forklæddur, sum eitt landastrok, tí hann vil fyrst kanna, um hesi skyldfólk hava uppiborið at arva milliónir hansara. Borgarstjórin fær frænir av vitjanini, og tá so eitt veruligt landastrok, um somu tíð verður handtikið, halda øll, at hetta má vera mammubeiggin, ið koma skal. Landastrokið fær kongaliga viðferð, men so kemur rætti mammubeiggin brádliga til býin ... Klaksvíkar Sjónleikarafelag spælir eisini hetta vikuskiftið og hevur tú ikki sæð sjónleikin Landastrokið enn, so vilja vit á Norðoya Portali mæla til at leiðin gongur til Atlantis Bio fyri at hyggja eftir honum, tí hetta er ein sjónleikur, sum tú saktans kanst hyggja eftir "om og om igen". Men tað ræður um at skunda sær at ogna tær eitt atgongumerki, tí sølan av atgongumerkum - gongur sum heitt breyð. Keyp atgongumerki til leikin á www.atlantis.fo NP 06.02.2017 61 ára gamli Mel Gibson er aftur vorðin pápi. 26 ára gamla dáman hjá Mel. Rosalind Ross átti ein son tann 20. januar og hevur drongurin longu fingið eitt navn, nevniliga Lars Gerard Gibson. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at Mel Gibson er vorðin pápi. Hann eigur nemliga 8 børn saman við eks. konuni Robyn Moore, sum Mel Gibson varð giftur við í 26 ár. Tey børnini eru næstan øll vaksin í dag og tann elsta av teimum Hannah (36 ár) úr fyrra forholdini hjá Gibson - er sostatt 10 ár eldri enn 26 ára gamla Rosalind Ross hjá Mel Gibson. Ja, tær báðar hava sikkurt massar at tosað um, tá ið dótturin kemur á vitjan hjá pápa sínum. JáH (y) 05.02.2017 2. Februar 2016 bestemmaði eg meg til, at fara í holt við eitt ára tekniprojekt, sum gekk út uppá, at eg skuldi teknað eina tekning um dagin og síðan posta hesa tekning á Facebook o.a. Eg eigi ikki sjálvur hugskotið til hetta projekt, men fekk hugskotið frá einum Ted Talks showið, har teknarin David Litchfield greiðir frá, hvussu tað broytti lívið hjá honum við at teknað eina tekning um dagin og síðan posta tekningarnir á teim sosialu miðlunum. Hetta skuldi vísa seg, at vera sverari sagt enn gjørt - tí eftir at eg varð byrjaður uppá projekti, so byrjaði eg at hugsa: "Hvat tramin ert tú nú farin í holt við, Jógvan ..?" Og tað gjørdi tað heldur ikki betri, at Rás 2 ringdi til mín og vildi frætta nærri um mítt projekt. Men eftir at eg hevði havt eina samrøðu við teir úr Rás 2, so vildi eg ikki gevast - tí eg vildi ikki hava á mær, at eg skuldi blíva skýrdur sum ein persónur, sum gevst á hálvum gekki. Tankin um at fáa kaldar føtir varð ikki ein møguleiki. So eg teknaði mínar strikur víðari og byrjaði at síggja, at fólk rundan-um høvdu áhuga fyri mínum tekningum. Eg royndi heldur ikki at hugsað um, hvussu eg skuldi megna at tekna 365 tekningar (faktist blivu tað til 370 tekningar), men heldur hvussu tekningin skuldi síggja út fyri dagin og at tekning altíð hevur verið ein partur av mínum lívið. Serliga haldi eg tað vera stuttligt, at fleiri av mínum tekningum hava verið deildar víðari av mínum fjepparum og hetta gjørdi veruligu tað, at eg fekk mína teknigleði aftur í lívið hjá mær. Eg føldi og føli, at tað er ikki hvussu flott ein tekning er, men heldur tað, at tú tekur tær tíð at tekna - fyri síðan at fáa ta gleði, at hetta er nakað, sum tú hevur skapt. Ikki allar tekningarnir hava verið av teim flottastu - men eg megnaði tað eg setti og teknaði eina tekning um dagin í 365 ... faktist 370 dagar, sum sagt.
Tekniprojekti hevði fingið sítt egna lív og eg gleddi meg faktist at teknað nakrar strikur um dagin og fáa ymiskar afturmeldingar av tekningunum, sum eg eisini havi fingið. Hetta hevur eisini ført við sær, at eg ikki eri bangin longur at fara í holt við onnur projektir, sum eg eisini hava planir um at gera. Men hvat tað næsta projekti verður - er so ein heilt onnur søga, sum eg ikki komið nærri uppá beint nú í skrivandi stund. Tað sum eftir er nú, er at hava eina framsýning av myndunum í eitt ára projektinum - við tí fyri eygað, at selja allar tær orginalu myndirnar. Men tann framsýningin verður so ikki enn, tí beint nú so brúki eg alla tíð & orku uppá sjónleikin Landastrokið, har eg spæli leiklutin Harra Skov. Eg vil gjarna nýta høvið til at takka øllum, sum víst hava hesum Eitt Ára Projekti áhuga og eisini takka fyri øll tey rósandi orð, sum eg havi fingið ígjøgnum hetta eitt ára skeið. Sjálvandi skula tey, sum hava givið mær kritikk eisini hava takk, samstundis hugskotini, sum fólk hava givið mær. Tann seinasta tekningin er í dag av hesum projekti, men tað merkir absalutt ikki, at hetta er mín seinasta tekning. Soleiðis eg síggji uppá tað, so eri eg júst byrjaður mítt lív, sum ávíkavist teknari, sjónleikari ella tónleikari. Gleðin til at skapa er vunnin aftur - orsaka av hesum tekniprojekti. Vit síggjast og ímeðan tú bíðar, so kanst tú hyggja eftir teim 370 tekningunum, sum tað bleiv til niðanfyri ... Jógvan á Høvdanum (yngr) Tann 5. februar 2017. |
Arkiv
April 2019
|