NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ð nr. 10 útaftur !!!

31/1/2015

Comments

 
Picture
Arbeitt verður støðugt nú, at fáa Ð nr. 10 út aftur á marknaðin. Sum øllum kunnugt, so gavst eg við at geva Ð blaðið í 2009 og altíð hevur tað verið eitt sindur strævið, at ein ikki megnaði at gevast við nr. 10.

Spurningurin er so - hvussu ein fær hetta at hanga saman fíggjarliga - tí fyrrverandi bløð hava also ikki givið tálg á nossini og kanska er tíðin búgvin, at blaðið verður selt via netið, tí tá nýtist man ikki hugsa um prent av blaðið, sum oftast hevur verið trupuleikin økonomiskt.

Ð bløðini hava selt sum so - og onkur av teimum hava enntá verið útseld. Og kanska er hetta eisini eitt serstakt høvið, at gera blaðið eitt sindur meira internatiónalt og skriva blaðið á enskum. Tí so kundi Ð blaðið jú verið selt via netið og kring allan heim (serliga her kundi hetta verið ein góð lýsing fyri Føroyar sum heild) - ein kann um ein vil, isje sannheit ..?

Samansetingin av tí nýggja blaðnum fer at vera A4 - so at ein sum keypt hevur blaðið via netið - eisini hevur møguleikan, at prenta blaðið út sjálvur. 

Greinarnar í blaðnum kunna gott vera sum so - tí ongin føroysk lóg verður brotin um vit velja eitt annað domain-navn enn .fo til blaðið. Tað sum hevur mest at siga er, at vit tora at gera greinar, sum tey vanliga ikki tora at gera greinar um í Føroyum - og eisini, at vit heldur halda okkum til tað óseriøsa - enn tað seriøsa.

Fleiri møguleikar nú enn fyrr

Nú vit øll eru meira ella minni online allatíðina - so skapar hetta eisini fantastiskar møguleikar fyri E-bløð og ikki nýtist tær at gjalda heili 50 kr fyri eitt blað longur. Tú kanst keypa tað nýggja blaðið fyri 10 kr (um so skal vera) og eisini fari eg í holt við at selja teknirøðina Totalt Langt Úti sum eitt E-blað (og tað blaðið kemur nokk at kosta áleið 8 kr) og kemur teknirøðin nokk bara at vera á føroyskum. Tað stuttliga við tí heila er - at nú kanst tú so keypa øll Ð bløðini sum E-blað (fyri ein slikk) og so kemur tú at eiga alla samlingina av Ð. Nice, hah ?!?

Ert tú kringur við tastaturi og heldur, at hetta er nakað - sum tú gjarna vilt vera partur av - so ert tú meira enn vælkomin at kontakta meg á email: [email protected] - tað er ein fyrimunir, at tú hevur stóran kunnleika til enskt og dugir væl at seta greinar saman. 

Vinarliga

Jógvan á Høvdanum (yngri)
Blaðstjóri (og eigari) á Ð

Comments

Soleiðis kanst tú eisini gera eina familjumynd

31/1/2015

Comments

 
Picture
Tað sum tú skalt brúka er eitt blikk av "Mod Podge" - sum tú kanst spyrja eftir hjá 2 x 3 (Tórshavn) Panduro deildini. Síðan skalt tú eisini brúka eitt blikk av "Gel Medium" sum tey frá Panduro deildini í Havn eisini kunna skaffa.

Sí annars video niðanfyri - hvussu tú skapar serstakiliga kular familjumyndir sjálv/ur.

JáH (y) 31.01.2015

Comments

Ja til Porno í Føroyum 

30/1/2015

Comments

 
PictureSoleiðis sum vit best minnast Rapport - tá tú keypti tað aftanfyri onkran disk úr onkrari kiosk
Gamla danska lógin frá ár 1939 skal broytast - um tað stendur upp til okkum føroyingar. Langt tey flestu hava svara "Ja - og tað í stundini" - tá tit spurd blivu, um tað skuldi verið loyvið at selja Pornobløð í Føroyum.

Danmark broytti lógina í 60'inum (meini at tað varð í ár 1969) og varð tað fyrsta landið í verðini, sum lógliga fór undir Porno framleiðslu. Og mangar lógir hava teir føroysku politikkarnir verið við til at broytt - men tá tað kemur til tí gomlu donsku lógina um at framleiða Porno - so vil tann kristni føroyski politkkarin also ikki spæla við.

Men tað er eitt sindur dupultmoralskt tað heila - tí tú hevur faktist loyvið at keypa tær eitt pornoblað ella ein pornofilm via Postverk Føroya. Tú kanst jú bíleggja tær ein film úr Danmark til Føroyar - uttan at tú brýtur nakra lóg. Um tað gevur meining er so ein heilt annar spurningur ... 

Vit á Norðoya Portali hava gjørt okkum stóran ómak fyri at fáa uppklára - hvat tað heila dragar seg um. Vit hava sett Bjørn Kalsø, sum er landsstýrismaður í Mentamálum nakrar spurningar viðvíkjandi sølu av Pornobløðum ella Pornofilmum í Føroyum ...

Spurningarnir eru soljóðandi:

1. Kanst tú koma við einari grundgeving yvir hví tað ikki er loyvið, at selja Pornobløð í Føroyum ?!?

2. Langt tey flestu av teim spurdu søgdu ja, at vit burdu selt Pornobløð í Føroyum - er hetta nakað, sum Landsstýrismaðurin í Mentamálum fer at taka upp í onkrum komandi fundi ?!?

3. Er tað ikki eitt sindur dupultmoralskt, at vit ikki selja pornobløð ella pornofilmar í Føroyum ?!?

4. Kanst tú svara uppá, hví vit í Føroyum ikki hava somu rættindi innan keyp av pornobløðum, sum í Danmark ?!?

5. Er tað nakar sum helst kjansur fyri, at tit møguliga (frá Sambandsflokkinum) fara gera eitt uppskot, at tað skal vera fult lógligt, at selja Pornobløð & Pornofilmar - júst sum í Danmark ?!?

Vinarliga

Jógvan á Høvdanum (yngri)
Eigari av Norðoya Portali

Spurningurin er so - um vit fáa nakað svar frá Mentamálaráðnum - ella at tey førka spurningin víðari til onkran annan. Men eitt er so púra víst og tað er, at vit atla so at fáa spurningin svaraðan uppá - hví tað ikki skal vera loyvið, at selja pornobløð í Føroyum ... 

JáH (y) 31.01.2015



Comments

Topp 10: Soleiðis verður tú verandi Borgmeistari

28/1/2015

Comments

 
PictureBorgmeistari í The Simpsons
Nú tú ert valdur inn og skal sita í nøkur ár sum Borgmeistari - so er tað sera umráðandi, at tú ert ein sjónligur Borgmeistari. Vit á Norðoya Portali hava gjørt ein lista yvir ting, sum tú mást minnast til, so leingi tú ert Borgmeistari.

1. Minst til at hava eina kula heimasíðu - sum javnan verður uppdatera við myndum av tær sjálvum og tingum, sum tú hevur gjørt fyri Býráðið.

2. Far til hvørja jarðarferð, tá ein borgari doyr - tí har eru nógvar syrgandi stemmur til næsta Býráðsval.

3. Tveit nakrar lýsingar í bløðini uppundir valið - har tú lýsir við hvussu t.d. "Reinur og Fríður" Klaksvíkarbýur er ...

4. Ger teg væl við ØLL sum arbeiða undir tær og minst til at hava eitt vakið eyga við teimum, sum vilja hava tín sess. 

5. Minst eina ferð um árið skal tú skipa fyri onkrum stórum tiltakið, har ein ella annar fær eina gávu frá Kommuni. Og halt eina rimmar talu, sum stendur eftir hjá fólkunum - tí tað er ikki gávan sjálv, sum er hæddarpunkti - men heldur talan hjá tær, sum sita skal eftir í minninum hjá fólkunum.

6. Sig ikki nakrar upp uppundir eitt val ... bíða til aftaná !!!

7. Ver altíð pent íklæddir og tosað pent við fólkið. Tað skitna prátið kann bíða til tú kemur móðir & troyttur heim aftur til konuna.

8. Ver trúgvandi og gang dúgliga á møtið & kirkju. Tú má ikki velja síðu í hesum førið (onkuntíð mást tú).

9. Oysla ikki for nógv "sjónligar" pengar og fortel ikki einum fátækum hvat tú tjenar árliga. Fortel heldur tí fátæka, at næsta ár verður tað øðrvísi og at "tú ynskti, at tú kundi broytt støðuna sjálvur ..." ella "Eg føli við tær ..." Tað riggar hvørja ferð.

10. Heilsa uppá Guð og hvønn mann - og gev eitt smíl. Um tú vilt vera verandi Borgmeistari - so er tað umráðandi at verja um sessin og til tað krevst, at tú dugir mátan.

JáH (y) 29.01.2015

Comments

Matthew Vescovo ger myndirnar eitt sindur stuttligari

25/1/2015

Comments

 
Picture
45 ára gamli Matthew Vescovo varð troyttur av at hyggja eftir teim somu Stock myndunum og fór tískil í holt við at gera eitt sindur grin burturúr teimum. Hann photoshoppar seg inn í myndirnar og voila: Myndirnar vera stuttligari beinavegin (hygg sjálv/ur niðanfyri).

Matthew eisini kallaður The Stock Photobomber er sera populerur í internetinum í løtuni - og hyggur tú eftir teim redigeraðu myndunum niðanfyri, so fer tú eisini helst at skilja hví ... Vit á Norðoya Portali halda í hvørtfall, at hetta er mega festligt.

JáH (y) 26.01.2015

Comments

Nei, Paul Watson - Vit vilja IKKI hava teg her !!!

24/1/2015

Comments

 
PicturePaul Watson - soleiðis sum teir frá South Park síggja hann
Vit á Norðoya Portali hava spurt tykkum. Spurningurin ljóðaði soleiðis: "Skal Sea Shepherd sleppa til Føroyar í ár ?!?" Og tit hava svara:

Nei - er svarið frá fleiri hundrað, sum svara hava. Ein einkultur hevur svara "Veit ikki" og ongin hevur svara "Ja" ... so støðan er greið hjá tykkum: Sea Shepherd skal IKKI sleppa til Føroya í ár - og tað muga vit á Norðoya Portali so sanniliga eisini taka undir við. No way, Mr. Watson - we do not want you to come to Faroe Islands and spoil our good name ..!

Aftur til tín, Kaj Leo ..!

JáH (y) 25.01.2015



Comments

Vaml fyri Tuna: Eyguni stardu beint eftir mær

24/1/2015

Comments

 
PictureMyndaánari: SWNS
Ein ræðslusligin mamma opnaði eitt blikk av tuna og fann útav, at eitt sett av eygum stardu beint eftir henni frá tí opnaða tuna blikkinum.

28 ára gamla Zoe Butler gjørdi matin til reiðar til barnið hjá sær og eitt sett av eygum í blikkinum (sí mynd til vinstru).

"Tá ið eg opnaði blikki - so eg eyguni og trýsti á tey við einum gaffli - tí tey stardu beint eftir mær. Eg misti gaffulin - fór at skríggja og trúði ikki mínum egnu eygum (get it ?!? red.).." greiðir Zoe frá.

Serfrøðingar halda, at eyguni kunna vera frá einum krabba - og framleiðarin av blikkinum hevur lova Zoe, at teir fara at kanna hetta gjølla - so at ein slík hending IKKI hendir aftur.

Les alla greinina HER

JáH (y) 25.01.2015
Kelda: The Mirror




Comments

Skula vit fara at gera ein film ?!?

23/1/2015

Comments

 
Picture
Ja - hvat skal so til fyri at gera ein góðan film ?!? Tað allerfyrsta er sjálvandi at hava eitt super gott manuskrift. Síðan so fara vit kanska útum land-oddarnir fyri at leiga ein góðan filmsinstruktør.

Eftir tað so fara vit kanska eisini útum fyri at leita eftir góðum sjónleikarum (finna kanska ikki allar í Føroyum). 

Og so er tað sjálvandi eisini tað tøkniliga (kamera, mikrofonir osv.) sum skal til - og har meti eg, at tað er uppá sítt pláss, at KVF leigar sínar útgerðir gratis til framleiðaran av filminum. 

Vit muga so heldur ikki gloyma, at filmurin skal hava eina góðan byrjan - yvirfeitan dialog - og ein super feitan enda. Vit gera jú filmin fyri undirhald og so muga vit eisini undirhalda tann sum hyggur í (minst) 90 minuttir.

Havi sjálvur havt áhuga fyri filmi - síðan eg varð smádrongur og trúgvi eg, at tað er fáur maður, sum hevur sæð so nógvar filmar, sum eg havi. So ein kann gott siga, at eg havi erfaring innan filmslist - sjálvt um eg ikki havi gingið í einum fornemmur filmsskúla. Og tískil so fari eg í holt við at finna mær eitt "team" sum gera kann tann kulasta & feitasta film nakrantíð (ella tað er so í hvørtfall málið). 

Tað sum vit hava brúk fyri er:

- Yvirfeitt hugskot til film (dokumentar, thriller, action, horror osv.)
- Ein góðan manuskrift skrivara
- Filmsinstruktør
- Leikarar
- Útgerð
- Pengar

So hevur hetta kanska tín áhuga - so ert tú meira enn vælkomin at kontakta meg á [email protected] og so kunna vit fáa okkum eitt prát um, hvat fyri filmur hevði fingið succes verðina runt. 

JáH (y) 24.01.2015

Comments

Listaskúli Føroya 13.-17. mai 2015

21/1/2015

Comments

 
PictureMynd frá seinasta skeiðið - tá ið leikurin Professinalisma bleiv framførdur.
Áttinda árið á rað skipar Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) fyri LEIKLISTASKÚLA FØROYA á Føroya Fólkaháskúla.

Leiklistaskúlin byrjar mikukvøldið 13. mai kl. 19:00 og endar við sjónleikarsýningum sunnudagin 17. mai kl. 16:00. Undirvíst verður soleiðis:

· Mikukvøldið: Kl. 19:00 - 23:00
· Hósdag - leygardag: Kl. 09:00 - 18:00
· Sunnudag: Kl. 10:00 - 15:00

Skeiðini verða:

· Leiklist: Hanne Jørna.
· Leikstjórn: Sigrún Valbergsdóttir.
· At skriva til pall: Oddfríður M. Rasmussen.

Til skeiðið leiklist er pláss fyri 10 – 12 luttakarum, til leikstjórn í mesta lagi 10 luttakarum og at skriva til pall í mesta lagi 6 luttakarum. Gjaldið fyri undirvísing, kost og vistarhald er:

· Fyri limir í limafeløgum MáF’s: Kr. 1.500,-
· Fyri tey, sum ikki eru limir: Kr. 2.200,-

Áhugaði kunnu lesa meir um leiklistaskúlan og tekna seg elektroniskt inni á heimasíðuni hjá MáF www.maf.fo undir "Tiltøk". Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Eik Banka: 185 132 4 íseinasta lagi 13. apríl 2015.

Les annars eisini greinina Bravissimo MÁF

JáH (y) 22.01.2015
Kelda: www.maf.fo


Comments

Hvar er O.J. Simpson nú ?!? (20 ár seinni hann bleiv fríkendur)

18/1/2015

Comments

 
PictureSoleiðis sær O.J. út beint nú
Uppá núverandi tíðspunkt, so situr O.J. Simpson í fongsul fyri at hava ránt tveir sport handlar og verið við til eina gíslatøku.

Dómurin hjá O.J. Simpson bleiv til 33 ár og sleppur hann ikki til rættin aftur - fyrr enn ár 2017 - har hann umaftur vil halda uppá, at hann bert rándi handlarnar fyri ting (medaljur, steyp o.a.) sum hann longu átti ...

Minnist tú hvat O.J. gjørdi ella ikki gjørdi ?!?

Tann 12. Juni 1994 vóru konan hjá O.J., Nicole Brown Simpson og vinur hennara, Ronald Goldman funnin myrd í heiminum hjá O.J. Simpson. O.J. Simpson varð av løgregluni hildin at vera drápsmaðurin og tann 17. Juni royndi O.J. at flýggja undan løgregluni við einum hvítum Ford SUV - har handtøkan av O.J. er tann mest sædda í Amerika - saman við rættarmálinum av O.J.

PictureTann dagin O.J. bleiv fríkendur
Tað sum síðan hendi er - at O.J. bleiv fríkendur tann 3. Oktober 1995 við hansara framúr góða sakførara, Johnnie Cochran við hansara lið. Avgerandi bevísi varð, at O.J. ikki passaði hanskarnir, sum mordarin skal at hava verið í, tá fyrrverandi konan og vinur hennara blivu dripin. Hetta varð rættarsakin, sum øll verðin fylgdi við og nærum øll vóru púra paff - tá O.J. Simpson bleiv fríkendur. Tað sigst - at yvir 100 milliónir fólk fylgdu við rættarsakini av O.J.

Men so dummaði O.J. Simpson seg ordiliga (les omanfyri) og situr nú ein fongsulstraff - har hann fyrst sleppur til hoyringar aftur í 2017. O.J. (sum nú er 66 ára gamal)  roynir alt hvat hann kann - fyri at sleppa til nýggjar hoyringar, men higartil so hevur O.J. Simpson ikki havt nakra serliga eydnu viðvíkjandi tí. 

Hann situr nú í einari lítlari cellu í Nevada (USA) - hevur eitt lítið sjónvarp og er sera deprimeraður. Meira er ikki at siga um O.J., sigur vinur hansara, Norman Pardo fyri fjølmiðlum. Hann hevur tikið nógv uppá - etur ósunt og hann burdi tapt seg eini 10 pund - kanska 20 ... men fangarnir sum hann situr inni saman við - finna væl útav tí, saman við O.J. - tí O.J. er jú ein fittur maður har-inni", sigur fyrrverandi venjarin og vinurin hjá O.J., Pardo um støðuna O.J. beint nú. 

JáH (y) 19.01.2015

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.