NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Temakvøld um ADHD í Klaksvík

28/2/2017

Comments

 
Billede
8. mars kl. 19:00 skipar ADHD-felagið fyri temakvøldi um ADHD í býráðssalinum í Klaksvík.

Rebekka Perlick, sálarlækni á Barna- og ungdómspsykiatriini á Landssjúkrahúsinum fer at greiða frá um ADHD. Hon fer at greiða frá um eyðkenni, trupulleikar, diangnostisering og viðgerð. Harafturat fara fólk við persónligum royndum at siga sínar søgur.

Tiltakið er ætlað fólki, sum arbeiða við børnum. Foreldur og onnur áhugað eru eisini vælkomin.

JáH (y) 28.02.2017
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Bill Paxton varð ein "one of a kind"

27/2/2017

Comments

 
Billede
Tað er við sorgblídni at vit kunna upplýsa, at Bill Paxton er deyður, orsaka av fylgdarsjúku av eini skurðviðgerð, hevur familjan hjá Bill skriva til teir amerikonsku fjølmiðlarnir.

Bill Paxton doyði tann 25. februar 2017 og er kendur frá eini rúgvu av filmum, ið ímillum annað kann nevnast: Titanic, Apollo 13, Aliens og Twister. Eisini hevði hann eitt lítið gjøgnumbrot í filminum Terminator frá 1984.

Sjónleikara kring allan heim eru í sjokk, at Paxton skal vera deyður - einans 61 ára gamal og kallað sjónleikarin fyri "one of a kind" og ein serstakan sjónleikara. Bill hevði tvey børn og eina konu, sum hann annars varð giftur við í 30 ár.

JáH (y) 28.02.2017

Comments

Bløðini kenna seg svikin

27/2/2017

Comments

 
Billede
Føroysku bløðini kenna seg svikin, nú almenna felagið Posta hækkar prísin á útbering av dagbløðum 1. mars. Talan er um munandi hækkingar, sum fara at merkjast tungt hjá dagbløðunum.

Hóast Føroyar sum einasta land í Norðurevropa ongantíð hevur viljað stuðlað blaðútgávu, so lá prísurin á blaðútbering á einum rímuligum støði, tá Postverk Føroya var ein alemnnur stovnur – ein siðvenja, sum stavaði frá gamla danska postverkinum. Postverk Føroya er nú søga. Landið hevur stovnað eitt partafelag, sum á handilsligum grundarlag skal reka tænastustovnin Posta.

Fyri bløðini merkist »tænastan« frá Posta meira sum kapping, eitt nú við bíligari útbreiðslu av reklamubløðum – og við tað, at Posta hevur sett á stovn ein reklamuportal við reklamubløðum – og nú við eini tungari príshækkan til bløðini.

Tá Postverkið um aldarskiftið gavst við at bera bløðini út leygardag, vórðu Dimmalætting og Sosialurin noydd at stovna sítt egna útberingarfelag. Tað endaði við, at hetta útberingarfelag fór í beinleiðis kapping við Posta. Men seinni varð avtala gjørd við Posta um, at Posta yvirtók hetta felagið, og lovaði Posta tá Dimmalætting og Sosialinum, at hetta skuldi vera ein góð avtala fyri bløðini.

Støðuna hjá bløðunum í dag kenna øll. Og við avgerðini hjá Posta um munandi príshækkingar, sum liggja úr einum triðinigini og upp um tveir triðingar, leggur Posta stein oman á byrðu.

Landið eigur Posta, og landið arbeiðir nú við eini stuðulsskipan til føroysku fjølmiðlarnar. Fyri bløðini merkir tað longu nú, at møguligur ein miðlstuðul verður borin beint aftur í kassan hjá Posta.

Ynskja vit føroyskt framleidd bløð, so er hetta ikki vegurin fram. Eitt er, at landið ikki vil stuðla. Men at landið skal kappast við bløðini og leggja stein oman á byrðu hjá bløðunum, tað er okkum ovboðið!

Tað undrar okkum, at eingin politikari vaknar. Tvørturímóti yppa teir bara øksl – tí eingin teirra vil nerta Posta. Á onkran hátt tykist tað, sum almenn partafeløg fyri politikarar eru heilagar kýr, sum skulu liva sítt egna lív.

Føroya Blaðútgevarafelag heitir tí á Poul Michelsen um at taka málið upp beinanvegin, tí tað kann ikki vera rætt, at ein stovnur, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum varðar av, soleiðis leggur stein oman á byrðu hjá føroysku bløðunum, meðan mentamálaráðfrúan arbeiðir við eini skipan, sum stuðlar føroyskum fjølmiðlum. Tað tykist, sum høgra hond í landsstýrinum ikki veit, hvat vinstra ger.

Vegna Miðlahúsið
​
Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri
Jonhard Hammer, fyritaksstjóri

JáH (y) 28.02.2017
Tíðindaskriv tann 26.02.2017

Comments

Trump um Oscar skandaluna

27/2/2017

Comments

 
Billede
Høvdu tey bert verið meira upptikin, at útført eitt ordiligt show, enn allatíðina vera eftir mær, so hevði tað nokk verið í lagi, sigur amerikanski Forsetin á Twitter.

- Tað er faktist eitt sindur trist, meinar Donald J. Trump og skipar til skandaluna, har ein skeivur filmur fekk heiðurslønina sum Ársins Filmur sunnukvøldið.

JáH (y) 28.02.2017

Comments

Tikið selfie-mynd av sær sjálvum í 30 ár (Video)

23/2/2017

Comments

 
Billede
Professarin Karl Baden, sum dagliga arbeiðir fyri Universiteti í Boston hevur tikið eina selfie mynd í 30 ár og fer at blíva við til hann doyr, sigur hann við einari samrøðu tú kanst hoyra niðanfyri:

JáH (y) 24.02.2017

Comments

Trump aftur eftir Svøríki

23/2/2017

Comments

 
Billede
Amerikanski Forsetin Donald J. Trump er aftur farin eftir Svøríki. 

Á Twitter hevur Forsetin skrivað: 

- Give the public a break - The FAKE NEWS media is trying to say that large scale immigration in Sweden is working out just beautifully. NOT!

Umsett: Gevið fólkunum ein kjans - Teir FØLSKU fjølmiðlarnir royna at siga, at stóra innflytanin í Svøríki riggar heilt vakurt. IKKI!

JáH (y) 24.02.2017

Comments

Yvir 1.000 hava sæð Landastrokið

23/2/2017

Comments

 
BilledeÁ myndini: Karl Marius Poulsen, Høgni L. Poulsen og Rudolf Joensen
So verður tað einans spælt hetta vikuskiftið afturat í Atlantis og higartil hava longu 1.000 fólk sæð skemtileikin Landastrokið, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag stendur aftanfyri.

Leikurin varar í góðar tveir tímar og ein fær ikki tíð at keða seg í ein minutt. Her hendir allatíðina okkurt og leikarnir meistra sín leiklut til tað perfekta.

Ria Tórgarð hevur leikstjórna Landastrokinum og gjørt leikin til ein somikið góðan skemtileik, at tú saktans kanst hyggja eftir hesum leiki eina ferð afturat. Hon hevur fingið hvønn leikara í Landastrokinum, at meistra sín egna leiklut og tað er ein fragd, at síggja hvat hon hevur fingið burturúr skemtileikainum Landastrokið. 

BilledeÁ myndini: Clara Kristina Sigurðsson, Jákup Bernhard Brim Joensen, Magni Joensen og Ann Mari Johannesen.
Staðið aftanfyri pallsmíð - hevur Nikolaj Falck og Aksel á Botni og har hava teir veruliga gjørt nógv burturúr, tí uppgávan varð sera torfør. Hon varð nevniliga at fáa scenuna í Atlantis, at líkast eini stovu frá 1920'inum og tí uppgávuni eru teir komnir meistarliga burturúr.

Saman við einari stásiligari scenu, flottum búnum, skemtingarsamum tónleiki og vakra ljóssetan, so er leikurin meistraður til tað perfekta - har tú verður skotin nærum hundrað ár aftur í tíðina og tú veruliga hugnar tær í góðar tveir tímar leikurin varar.

Tey leikandi eru: Jákup Bernhard Brim Joensen, Magni Joensen, ,Bjørk Búadóttir, Ann Mari Johannesen, Barbara Hentze, Clara Kristina Sigurðsson, Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett, Karl Marius Poulsen, Jógvan á Høvdanum, Rólant Reginson Biskopstø, Høgni Louisson Poulsen og Rudolf Joensen. Her er talan um roynd fólk á pallinum og hvør sum ein - hevur sett sín egna dám á sín leiklut, ið lyftur leikin á eina hægri eind.

Sum sagt, so er hetta seinasta vikuskiftið at leikurin verður spældur í Atlantis og eru tað sostatt einans 3 sýningar eftir. Enn eru billettir eftir - men verður tað sum tey seinastu vikuskiftini, so kann tað skjótt vera útselt til allar 3 sýningarnir. Keyp billettir á www.atlantis.fo

NP 24.02.2017

Comments

Jenis vil hava cannabis sum heilivág

21/2/2017

Comments

 
Billede
Formaðurin í Miðflokkinum heldur, at føroyskir sjúklingar eiga eisini at kunna nýta úrdrátt úr hassji sum pínulinnandi heilivág.

​Hassjplantan man vera mesta útskeldaða planta í heiminum.

Les/Hoyr meira HER

JáH (y) 22.02.2017
Kelda: Finnur Koba/KVF


Comments

Tom Hanks gevur bók út

21/2/2017

Comments

 
Billede
Tom Hanks, sum vit annars kenna sum ein sera góðan sjónleikara - fer í næstum, at geva sína fyrstu bók út.

Bókin kemur at eita Uncommon Type: Some Stories og fæst til keyps í oktober, veit NTB at siga frá.

JáH (y) 22.02.2017

Comments

Landastrokið: Tann seinasti valsurin

20/2/2017

Comments

 
Billede
Tað hevur verið útselt til nærum allar sýningarnir av skemtileikinum Landastrokið, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag stendur aftanfyri og nú fara tey undir tær allerseinastu sýningarnir.

Les eisini: Landastrokið fær sera góð ummælir (Myndarøð)

Landastrokið bleiv fyrstu ferð spældur í 1979 og júst sum tá - er sjónleikurin sera væl móttikin og fólk, sum sæð hava leikin - lata sera væl at.

Les eisini: Tað bleiv sagt á facebook: Um Landastrokið

Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum bleiv endurstovnað í 1977 er sum kunnugt 40 ára gamalt og tí varð tað eisini uppá sítt pláss, at júst hesin leikur bleiv endurspældur í ár.

Les eisini: Jubilæumsleikur í Klaksvík - Klaksvíkar sjónleikarfelag 40 ár!

Og tað er heldur ikki hvør sum helst, sum leikstjórnar henda leik - tí talan er nevniliga um Riu Tórgarð, ið eisini stóð aftanfyri Guitaristunum, sum forrestin eisini fekk sera góð ummælir av fólkum. Ria Tórgarð hevur sítt egna serkenni innan skemtileikir og er sera køn í hesum faktinum, sum tú eisini kemur at síggja, tá ið tú gongur leiðina til Atlantis fyri at hyggja eftir Landastrokinum.

Sjá annars brellbitan niðanfyri hjá forkvinnuni hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett, tá ið hon tosar um leikin við Dagur & Viku.

Tær seinastu sýningarnir vera týsdagin kl. 19.00, mikudagin kl. 19.00, hósdagin kl. 19.00, fríggjadagin kl. 19.00, leygardagin kl. 20.00 og sunnudagin kl. 19.00 og atgongumerki kunna keypast á www.atlantis.fo

Vit gleða okkum til at síggja teg !!!

JáH (y) 21.02.2017

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.