NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Trump angrar útsøgn um abort

31/3/2016

Comments

 
Billede
Ríkmaðurin Donald Trump segði mikudagin við MSNBC, at hann helt, at kvinnur sum tóku abort - burdu blivu straffaður og tað hevur eftir øllum at døma - fingið pissi í kók hjá fleiri túsund kvinnum í Amerika.

Les eisini: Cruz: Trump hevur funnið uppá søguna!

Eftir hesa útsøgn - hevur hann nú broytt meiningina og heldur nú, at ístaðinfyri at kvinnan verður straffa, so burdi læknin sum framdi abortina heldur verið straffaður.

JáH (y) 31.03.2016

Comments

Eks.: Maðurin varð eitt Helviti at liva saman við!

31/3/2016

Comments

 
Billede
58 ára gamli Seif Eldin Mustafa, sum rændi eitt flogfar frá EgyptAir týsdagin við einum følskum bumbubelti - varð eftir eks. konuni - eitt Helviti at liva saman við.

Tey møttust í 1983 og fingu trý børn saman og forholdi vardi í gott 5 ár.

Nú fortelur eks. konan Marina Paraschou, at eks. maðurin varð heilt sjúkligur at liva saman við, har hann bæði hótti, bugaði og torturera hana og børnini. Hann varð ein ræðandi & óstøðugur persónur at liva saman við - og soleiðis hava tey ferðandi eisini beskriva mannin fyri løgregluni.

Sjálvt um 58 ára gamli Seif ynskti ymiskt, tá ið hann rændi flogfari, so er tað nú komið framm, at tað einasta hann veruliga ynskti varð at síggja sína familju og hansara eks., sum hann ikki hevði sæð í samfull 24 ár.

​JáH (y) 31.03.2016  

Comments

Stór & øðrvísis framsýning í Klaksvík

31/3/2016

Comments

 
Billede
Á myndini sæst modellin Eliana Svøðstein, sum er í einum kjóla, sum gjørdur er einans av slangum frá súkklum. Umframt at hesin vakri kjólin verður at síggja í næstu viku í Klaksvík, so eru mong onnur kreativ ting gjørd - einans av súkklum, sum annars høvdu farið sín veg til IRF.

ALS veit at siga frá, at áleið 16 fólk hava verið við til hesa verkætlan, har grundarlagið varð, at einans súkklur skuldu brúkast og her av eru súkklur gjørdar um til lampur, stativ, upphang, haldarar, stólar og mangt mangt annað.

Tá luttakararnir verða spurdir um, hvat tey halda um verkætlanina, og um hvat tey hava fingið burturúr, eru tey øll sera jalig. 
“Tað hevur verið stuttligt og áhugavert. Og vit hava lært nógv, bæði í mun til møguleikar við endurnýtsluni, og vit hava lært nógv av hvørjum øðrum”, siga tey.

Í næstu viku verður framsýning í Býráðshøllini í Klaksvík, har øll kunnu síggja, hvat tey dugnaligu fólkini hava framleitt. Framsýningin letur upp týsdagin kl. 13 og verður til hósdagin 7. apríl. Allir lutirnir eru eisini til sølu. Øll eru hjartaliga vælkomin, eisini arbeiðsgevarar.

JáH (y) 31.03.2016
Kelda: ALS

Comments

Cruz: Trump hevur funnið uppá søguna!

30/3/2016

Comments

 
Billede
Valevni hjá Republikanska flokkinum, Ted Cruz er svakur inná Donald Trump og fyri løtu síðani - legði CNN eina video út, har Cruz gevur Trump fólkunum skyldina fyri, at Cruz sjálvur er ákærdur fyri at gera minst fimm síðuspring ímóti konu hansara.

Sjá video hjá CNN HER

Tað er ikki heilt óvanligt, at politikara úr Amerika brúka skitin kneb ímóti hvørjum øðrum undan einum valstríðið - men stríðið ímillum Cruz og Trump er bert ein byrjan og stuttligt verður tað ivaleyst at síggja hesar báðar toppast til næsta valdyst.

JáH (y) 30.03.2016

Comments

EgyptAir: Sendi selfie til vinirnar umborð á flúgvaranum!

30/3/2016

Comments

 
Billede
Ben Innes frá Aberdeen, og sum arbeiðir innan olju tók eina selfie saman við sjálvmorðs-bumbaranum umborð á flúgvaranum, sum bleiv rændur ígjár.

- Your boy doesn't f*** about! Turn on the news lad (Umsettur tekstur: Hesin maðurin tvætlar ikki! Tendra fyri nýggjheitunum, dreingir) var teksturin sum fylgdi við, ifylgi Daily Mail. 

- Eg áni ikki hví hann tók hesa selfie, men eg rokni við at hann hevur biðið um tað sjálvur, eftir sum um at hann ikki er bangin fyri nøkrum, sigur ein av vinunum hjá Ben til Daily Mail.

- Hann hevur ivaleyst hildið, at tað varð stuttligt at taka eina mynd, sigur ein annar av vinunum. Men glaðast av øllum varð mamman hjá Ben, sum er sera takksom at sonur hennara kom frá hesum við lívinum.

Ránarin, Seif Eldin Mustafa er nú handtikin og skal eisini mental-kannast, umframt at hetta fer at vera ein sera dýr søk fyri Mustafa, sjálvt um bumbubelti varð falskt. Og so skal hann rokna við, at koma at sita í nøkur ár fyri hetta eisini.

JáH (y) 30.03.2016

Comments

Móðurmálsdagurin 2016

30/3/2016

Comments

 
Billede
Sí skránna til Móðurmálsdagin 2016, ið verður hósdagin 31. mars 2016, kl. 19.00 í Nýggistovu, Gongin 8, í Tórhavn

Ung og málið

Skrá:
Zakaris Svabo Hansen, formaður í Málráðnum, bjóðar vælkomið.                                                
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu.
Pætur Marjunarson Dahl hevur stutta hugleiðing um føroyskt filmsmál og føroyskt mál í filmi.
Tónleikur

Samrøða um føroyskan film og málið. Birgir Kruse tosar við Sakaris Stórá, filmsleikstjóra, og Marjuna Syderbø Kjelnæs, høvund.
Kunning og endi.
Tónleikur
 -----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Tónleikur:
Sissal G. Magnussen og Birita Adela Davidsen úr Frýrnum syngja og Hans Pauli Tórgarð spælir gittara.
Fyrireikararnir:
Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Miðlahúsið, Føroya Fólkaháskúli, Kringvarp Føroya og Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Comments

Ráðgevari hjá Trump ákærdir fyri vold!

29/3/2016

Comments

 
Billede
42 ára gamli Corey Lewandowski (við vinstru lið av Trump á myndini), sum leiðir valstríðið hjá Donald Trump er ákærdur fyri vold - har hann hevur tikið í armin á Michelle Fields, reportara undir einari pressukonferansu í Florida fyrr í mars.

Fields hevur lagt eina mynd av sær sjálvari á Twitter, har ein sær blá merkir á arminum, sum hon meinar eru frá, tá ið Lewandowski tók harðliga undir armin hjá henni. Og hetta er sjálvandi eisini gott valagn hjá mótstøðufólkunum hjá Trump, sum ivaleyst fara at brúka hetta ímóti honum.

JáH (y) 29.03.2016

I guess these just magically appeared on me @CLewandowski_ @realDonaldTrump. So weird. pic.twitter.com/oD8c4D7tw3

— Michelle Fields (@MichelleFields) 10. marts 2016
Comments

Hanus Hansen ikki nøgdur við sending frá KVF

29/3/2016

Comments

 
Billede
Hanus Hansen kennir seg misnýttan í sjónvarpssendingini “Stríðið um tey 10 prosentini” - ella soleiðis skrivar so í hvørtfall heimasíðan Norðlýsið um sendingina hjá KVF, har Hanus varð ein partur av sendingini.

Les meira á Norðlýsinum HER

Eftir øllum at døma, so hevur Norðlýsið fingið hendur á einari óredigera versión, sum KVF hevði við stjóran hjá JFK, Hanus Hasen og tekur tað sum hann her sigur í samrøðuni við KVF, so fær tú eitt heilt annað bílæt, sigur Hanus við Norðlýsið.

JáH (y) 29.03.2016

Comments

EgyptAir: Bumbubelti varð falskt!

29/3/2016

Comments

 
Billede
Bumbubelti hjá tí sálarveika ránaranum í morgun varð falskt og eftirkanningar vera nú gjørdar av manninum.

Les eisini: EgyptAir: Tað vit vita um tað heila!

Hvat revsingin kemur at vera er ilt at gita um, tí maðurin er sálarveikur og tað kann gera tað, at dómurin hjá manninum verður nakað minni.

JáH (y) 29.03.2016

Comments

EgyptAir: Tað vit vita um tað heila!

29/3/2016

Comments

 
Billede
Í morgun bleiv eitt flogfar frá EgyptAir rænt við áleið 80 ferðandi umborð, tó aðrar keldur vilja vera við, at ikki fleiri enn 60 ferðandi vóru við henda túrin, sum noyddist at lenda í býnum Larnaca í Kýpros.

Óvist er hvat krøvini hava verið hjá ránaranum, sum tó vildi hava tað soleiðis at hann slapp at tosað við sína eks. Ránarin hevur navni 
Seif Eldin Mustafa og er nú handtikin av løgregluni og støðan er undir kontroll.

Vit vita eisini, at ránarin fyrst kravdi politiskt friðskjól, síðan at tosað við eks. og eftir tað so kravdi hann eisini at kvinnuligir fangar úr fongsli vóru leyslatnar. Hví hann stillaði hesu krøv - vita keldur enn ikki at siga frá - men sum sagt, vit tosað eisini um ein ógvuliga sálarveikan mann.

Eisini verður tosað um, at bumbubelti hjá manninum ikki varð veruligt og at talan er um ein ógvuliga sálarveikan mann, sum hevur framt hetta rán í morgun.

Vit á Norðoya Portali fara sjálvandi at skriva nógv meira um hetta, tá ið vit vita eitt sindur meira um hetta.

JáH (y) 29.03.2016

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.