NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nú verður filmur um Christine gjørdur

31/1/2016

Comments

 
Billede
Christine Chubbuck bleiv heimskend, tá ið hon skjeyt seg sjálva frammanfyri opnum skermi í 1974. Hon segði beint áðrenn hon skjet seg:

- Fyri at liva upp til tey krøv og reglar, sum Kanal 40 hevur gjørt og sum snúgva seg um at geva tykkum so nógv sum gjørligt um blóð og dirvi, so skula tit vera tey fyrstu, sum sleppa at upplivað eitt sjálvmorð í sjónvarpinum! 

Maðurin handan dokumentar-filmin Christine, Antonio Campos hevur ongantíð gloymt hvat hann sáð og hevur tískil gjørt av, at gera ein dokumentarfilmslíknandi film um 29 ára gomlu kvinnuna, sum valdi at gera sjálvmorð frammanfyri einum opnum skermi.

Rollan sum Christine Chubbuck skal spælast av Rebecca Hall og ígjøgnum sítt research fann Hall útav, at Chubbuck varð ein borderline'ari.

Les meira um Christine Chubbuck HER

JáH (y) 31.01.2016

Comments

Merkel: Flóttar skula heim aftur - eftir kríggji

31/1/2016

Comments

 
Billede
Kanslarin úr Týsklandi, Angela Merkel bítur eina við, at flóttar skula heim aftur til sín land í Sýria - eftir at IS er basa.

Les eisini: Angela Merkel: Flóttafólkakrisan verður ein "søguligur testur" fyri Europa!

- Tað er umráðandi at fáa framm, at hetta bert er eitt fyribils uppihald og tá ið friður aftur valdar í Sýria og IS er basa, so skula hesir flóttar also heim aftur, sigur Merkel við týskar fjølmiðlar.

JáH (y) 31.01.2016

Comments

Guitaristarnir: ÚTSELT til í kvøld !!!

31/1/2016

Comments

 
Billede
Svarti skemtileikurin Guitaristarnir eftir Line Knutzon, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag sýnir framm í kvøld í Spaniastovu - hevur ÚTSELT.

Telefonirnar kima og email koma rablandi inn, men tað er útselt til í kvøld og nú verur tosað um møguligar eykasýningar á Spaniastovu.

Meira um hetta seinni ...

JáH (y) 31.01.2016

Comments

Facebook fer at fjerna "dáma" knøttin

30/1/2016

Comments

 
Billede
Bloomberg veit at siga frá, at Facebook nú ætlar sær at fjerna tann vanliga "dáma" knøttin og kemur við einum heilt øðrum systemi ístaðin - eitt sum kallast: Reactions og har fer at vera møguligt ikki bert at dáma, men ymiskt annað eisini. Ein "ikki dáma" knøttur verður IKKI har - men eyka møguleikar sosum "haha" "kærleiki", "óður",  "keddur" og sjálvandi eisini "dáma" knøttar fer at boosta Facebook eitt sindur upp, siga fólkini handan Facebook við tíðarritið Bloomberg.

Vit á Norðoya Portali halda tó, at teir álíkavæl eru farnir í gongd, so kunna teir akkurát tað sama eisini geva okkum møguleikar, sum teir omanfyri ..!

JáH (y) 30.01.2016 

Comments

So er at skunda sær - tí nú er næstan ÚTSELT !!!

30/1/2016

Comments

 
Billede
Sjónleikurin hjá Line Knutzon, Guitaristarnir - sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag sýnir framm í Spaniastova - hevur fingið sera góð ummælir og nú er at skunda sær, tí leygarkvøldið (kl. 21.00) og sunnudagin (kl. 21.00) er næstan útselt og enn er ikki ordiliga avgjørt, um hesin svarti skemtileikur verður framførdir meira eftir hetta vikuskiftið.

Um tú vilt heilt vís/ur í, at fáa eitt atgongumerki - so er at fara á www.atgongumerki.fo og keypa tær atgongumerki beinavegin. Men annars, so ber eisini til at keypa ein tíma undan sýning (um also atgongumerki enn eru eftir til ta tíð).

Les eisini: Guitaristarnir fær sera góð ummælir

Í kvøld kl. 18.00 eru tó nøkur atgongumerkir eftir - men sum sagt, so noyðist tú at skunda tær - um tú also vilt hava eina uppliving fyri lívið, tí hetta er also ein sjónleikur, sum hevur teg koyrandi í allar teir 85 minuttirnar sjónleikurin varar. Ria Tórgarð hevur leikstjórna og leikarar til leikin eru: Høgni Olsen, Jógvan á Høvdanum (y), Sára Skarðhamar og Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar. 

Stutt stendur soleiðis skrivað um leikin:  Leikurin tekur støði í, at vísusangarin og tólvtónakunstnarin John Hansen er deyður. Umhvørvið rundan um hann er í sjokk, og fýra trúðfastir fjepparar gera av at halda eina minniskonsert frammanfyri víðagitnu húsini hjá John.

NP 30.01.2016

Comments

Vindurin Tor sett rekord í Noregi

30/1/2016

Comments

 
Billede
Vindurin, sum hevur fingið navn Tor av noregsmonnum er av - ella ta aller ringasta er av, siga tey nú í Noregi.

Men vindurin hevur sett eina nýggja rekord og vísti vindstyrki uppá 49 m/s og vit skula aftur til 1992 - fyri at finna slíka orkan, sum vit júst hava havt og tá vísti hann 45,6 m/s, siga tey úr norsku veðurstøðunum.

Nógvir skaðar hava verið í Noregi, har eitt nú, stórt oljutangaskip hevði slitið seg leyst í nátt.

​JáH (y) 30.01.2016

Comments

Hví Chandler ikki er við aftur í Friends Reunion

30/1/2016

Comments

 
Billede
Tað eru 16 ár síðani, at tey góvust við røðini Friends, men nú hevur NBC so syrgt fyri, at tey aftur skula møtast til eitt kvøld, sum verður kallað: "The One With The Reunion" - men tað verður nokk uttan Chandler, tí Chandler (Matthew Perry) er farin í viðgerð fyri pilla-misbrúk. 

Matthew Perry, sum spældi Chandler í røðini Friends hevur fortalt fyri teimum, sum framleiða endashowið hjá Friends, at hann ikki kundi koma, tí at hann skuldi spæla sjónleik í London. Men tað vísur seg at vera ein lygn, tí nú er komið framm, at Perry enn eina ferð - fer at royna eina viðgerð, so at hann sleppur av við sítt pilla-misbrúk.

​JáH (y) 30.01.2016

Comments

Se & Hør Reality Show 2016

30/1/2016

Comments

 
Billede
Se & Hør hevur júst hava eina sending, sum tey kallaðu fyri Reality Show 2016, har ymiskir vinningar vóru funnir til fólk, sum hava luttikið í Reality Showum í Danmark.

Nikita Klæstrup (á myndini) fekk tó sera nógva uppmerksamheit við tí sera niðurringaða kjólanum hon varð í - also, also - undirritaði undrast !!!

Sjá Showið HER

JáH (y) 30.01.2016

Comments

Elsta skótalið í Føroyum fyllir 90

29/1/2016

Comments

 
Billede
2. februar eru 90 ár liðin, síðan Eskild Christiansen og aðrir settu Skótalið Sigmund Brestissonar á stovn á Bryggjubakka í Havn, og í tí sambandi verður opið hús í Skótahøllini við Havnará.

Hetta er samstundis eisini høvi til at hátíðarhalda 90 ára føðingardagin hjá føroysku skótarørsluni, tí Skótalið Sigmunds Brestissonar var fyrsta skótalið, ið varð stovnað her á landi.

Tað vóru teir fýra havnadreingirnir Pauli Christiansen, Arni Ellingsgaard, Zacharias Poulsen og Eskild Christiansen, ið 2. februar í 1926 hittust at stovna skótaliðið, soleiðis at ungu dreingirnir í Havn kundu hava nakað at fáast við.

Nógv er broytt hjá gulu skótunum í Havn, síðan stovnssetingina fyri 90 árum síðan. Fyrstu tíðina hildu skótarnir til í kjallaranum hjá Poulinu Christiansen, síðan varð flutt niðan í høli á Bakkahellu, áðrenn skótarnir í 1956 fluttu niðan í hugnaligu skótahøllina við Havnará, har teir hava hildið til síðan.
Fyrstu 43 árini vóru bert dreingir, ið kundu gerast skótar í Skótaliði Sigmunds Brestissonar, men 2. februar í 1969 stovnaðu Inga Høgenni, Joan Árting, Jeanne Jacobsen, Maria í Nesinum, Svanna Jensen, Anna Maria Djurhuus og Torgerð Davidsen Skótalið Tóra Sigmundsdóttir. Tey bæði skótaliðini vórðu síðan løgd saman í Skótafylki Sigmunds Brestissonar, sum í dag telur góðar 130 limir í aldrinum 6-83 ár. Høgni Jensen er fylkisstjóri.

Til at hátíðarhalda merkisdagin hevur Skótafylki Sigmunds Brestissonar opið hús týsdagin 2. februar, har gamlir búnar og myndir verða framsýnd, og Marius Rein ber fram røðu. Kaffi og køka vera eisini at fáa.
​
Eisini verða nógvir av "teimum gomlu" til staðar, so tað er ein frálíkur møguleiki at fáa eitt prát um gamlar skótadagar og hoyra um, hvussu skótarørslan hevur broytt og ment seg gjøgnum árini.
Samstundis er eisini møguleiki hjá børnum, ungum og vaksnum at tekna seg sum lim hjá Skótafylki Sigmunds Brestissonar.

Skráin. 

15.00 Opið hús

15.30 Fylkisstjórin, Høgni Jensen, bjóðar vælkomin

16.00 Marius Rein heldur røðu

17.00 Framsýning, kaffi og gott prát

19.00 Endi

Við skótakvøðu

Skótafylki Sigmunds Brestissonar

Comments

David Arge Klevang Pedersen vart ph.d. á DTU Space

29/1/2016

Comments

 
Billede © Gransking.fo
Týsdagin 26. januar vardi David Arge Klevang Pedersen ph.d.ritgerð sína á National Space Institute á DTU Space. Ritgerðin kallast “High Accuracy Tracking of Space Borne Non-Cooperative Targets.”

Arbeiðið er gjørt á National Space Institute á DTU og á Jet Propulsion Laboratory, California Institute of Technology hjá NASA í USA. Høvuðsvegleiðari hevur verið John Leif Jørgensen professari á DTU. Undir uppihaldi í California hevur Carl Christian Liebe frá NASA verið vegleiðari. 

Les meira HER

JáH (y) 29.01.2016
Kelda: Gransking.fo

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.