NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Kunningarfundur um Horizon2020

11/4/2018

Comments

 
Billede
​Almennur fundur um Horizon2020 verður í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncks gøtu 25, niðasta hædd, týsdagin 17. apríl kl. 14.30

Á fundinum verður greitt frá um Horizon2020 skipanina og ymsu møguleikarnar at søkja um stuðul til gransking, menning og nýskapan.

Víst verður, hvussu umsóknartilgongdin er skipað og hvørjir partar í umsóknini størstur dentur eigur at verða lagdur á.

Fyri tey, sum hava í hyggju at søkja um stuðul ella sum eru í gongd við at skriva eina umsókn, er hesin fundurin harumframt fyrireikingin til eina verkstovu saman við serfrøðingi. Tí verður eisini farið inn á evni og spurningar, sum kunnu verða viðkomandi hjá teimum, sum ætla at luttaka í verkstovuni. 

Kelda: Gransking.fo

Comments

Arctic Hubs í Norðurlandahúsinum 8. og 9. mai

11/4/2018

Comments

 
Billede
Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipar í samstarvi við Arctic Circle fyri ráðstevnuni Arctic Hubs 8. og 9. mai.

Arctic Circle-ráðstevna er í Reykjavík á hvørjum ári og seinastu trý árini hava økisráðstevnur verið í Alaska, Singapore, Nuuk, Quebec, Washington og Edinburgh. Nú standa Føroyar fyri tørni, og væntað verður, at talan er um eina ta størstu altjóða ráðstevnum í Føroyum yvirhøvur.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Ólafur Ragnar Grímsson, fyrrverandi íslendskur forseti, verða samvertir fyri ráðstevnuni.

“Arktis og økini í Norðurhøvum hava seinnu árini fingið alsamt størri týdning í altjóða høpi, og fremstu búskapirnir í Asia og Evropa, og USA og Russlandi, stremba eftir at styrkja um teirra støðu og leiklut í Arktis,” sigur Ólafur Ragnar Grímsson, formaður fyri Arctic Circle. “Hesar rembingar hava við sær hópin av nýggjum møguleikum fyri Norðurlond, ikki minst Føroyar, Ísland og Grønland.”

“Landsstýrið er fegið um høvið at verða vertur fyri einum hópi at altjóða gestum,” sigur Poul Michelsen. “Økta áhugan fyri Arktis merkja vit dagliga. Tí arbeiða vit miðvíst fyri at tryggja føroysk áhugamál og deila føroyska vitan viðvíkjandi Arktis. Ráðstevnan fer uttan iva at lata hurðar upp fyri nýggjum møguleikum hjá Føroyum sum arktiskari tjóð og ikki minst hjá føroyskum vinnulívi.”

Á Arctic Hubs luttaka politikarar, granskarar, vinnulívsfólk, sendifólk, o.o. øllum heiminum. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á útvald evni, ið hava týdning fyri londini í Arktis og økið sum heild.

Høvuðsevnini á ráðstevnuni eru nýggir vinnuligir vakstrarmøguleikar, samferðsla og infrakervi, og demografiskar avbjóðingar og møguleikar hjá samfeløgunum í Arktis.

Skráin er umfatandi við fyrilestrum, framløgum og kjaki, og upp móti 100 røðarum. Umframt vertirnar,
  • Ólaf Ragnar Grímsson, formann í Arctic Circle og fyrrverandi forseti Íslands
  • Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum
teljast hesi ímillum høvuðsrøðararnar í Norðurlandahúsinum:
  • Aksel V. Johannesen, løgmaður
  • Anders Samuelsen, danskur uttanríkisráðharri
  • Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og varaløgmaður
  • Sigurður Ingi Jóhannsson, íslendskur samferðslumálaráðharri, og fyrrverandi forsætisráðharri Íslands
  • Alasdair Allen, skotskur ráðharri fyri altjóða menning og Evropa
  • Gao Feng, arktiskur sendiharri hjá Kina
  • Anne-Marie Coninsx, sendikvinna hjá ES fyri Arktis
  • Kang Jeong-sik, sendiharri fyri Arktis hjá Suður Korea    
  • Kristin Røymo, borgarstjóri í Tromsø


Kunning um ráðstevnuna og tilmelding eru at finna á www.arctichubs.fo
​

Meira fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva, tel +298551028

Comments

Pipar og Salt: Fólk skulu flenna at sær sjálvum

11/4/2018

Comments

 
Billede
​Alt var betri fyrr, siga Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe, sum í løtuni sýna fram enn eitt Pipar og Salt showPipar og Salt byrjaði fyri áleið 20 árum síðani, og undirtøkan fyri tí er framvegis stór.

Pipar og Salt show'ið hevur verið sýnt í Norðurlandahúsinum í ein mána og verður framvegis sýnt.

Eykasýning aftaná eykasýning. Mett verður, at áleið 10.000 fólk hava sæð show'ið.

- Vit eru nøgdir, um fólk flenna, siga Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe.

Hoyr ummælið av Pipar og Salt her

JáH (y) 12.04.2018
Kelda: KVF

Comments

Zuckerberg: Eg biði um umbering (Video)

10/4/2018

Comments

 
Billede
Alheimsins fjølmiðlar vóru møttir upp, tá ið eigarin av Facebook, Mark Zuckerberg skuldi geva Senatinum í Amerika eina frágreiðing um Cambrigde Analytica, sum fekk ólógliga atgongd til 87 milliónir FB brúkarar.

Hann skal aftur møtast við topp poliktikarar í dag - men hesaferð verður fundurin í Umboðsmannatinginum.

Sjá "live" fundin hjá Zuckerberg niðanfyri frá ígjár:

JáH (y) 11.04.2018

Comments

Heimsins elsti nú livandi maður er 112 ár

10/4/2018

Comments

 
Billede
Heimsins elsti nú livandi maður er Masazo Nonaka úr Japan, ífylgi Guiness World Records.

Hann bleiv føddur fyri 112 árum og 259 døgum síðani. Á myndini verður hann feiraður í heimbýnum Ashoro í Hokkaido, har Nonaka eisini fekk virðislønina frá Guiness Worls Records. 

Men tað skula ganga nøkur ár afturat, áðrenn Nonaka fær prísin fyri at vera elsta fólk nakrantíð. Tann prísin eigur 122 ára gamla Jeanne Louise Calment  úr Fraklandi, sum doyði í 1997.

JáH (y) 11.04.2018

Comments

Tað skal vera pláss fyri øllum

10/4/2018

Comments

 
Billede
​- Prestar kunnu vera av ymiskum áskoðanum, tí Prestafelagið umboðar øll andalig rák í fólkakirkjuni, sigur Theodor E. Dam Olsen, formaður í felagnum
Tað stendur í viðtøkunum í Prestafelagnum, at felagið umboðar øll andalig rák í fólkakirkjuni. Og tí skal tað vera pláss fyri ymiskum áskoðanum.

Soleiðis sigur formaðurin í Prestafelagnum, Theodor E. Dam Olsen.

Les meira HER

JáH (y) 10.04.2018
Kelda: KVF

Comments

Langlesnaður: Søgan um Ted Bundy

10/4/2018

Comments

 
Billede
Bundy varð føddur (24. Nov. 1946) í einum heimi fyri ógiftar mammur - mamma hansara varð 22 ára gamla Elanor Louise Cowell. Hvør varð pápin hjá Ted - visti man ikki. Eftir at hava verið 3 mánðir á heiminum, flutti Louise aftur til síni foreldur í Philadelpha fyri at uppfostra hennara nýfødda son. 

Í mong ár helt Ted, at hansara omma og abbi vóru hansara foreldur og at hansara veruliga mamma varð hansara systir - tí omman og abbin vildu verja um teirra dóttir og hennara umdømi.

Seinni í 1951, tá ið Louise møtti hernaðar kokkin Johnnie Bundy - fluttu tey til Tacoma, Washington - fyri at blíva gift. Um hesa tíð, so adopteraði Johnny Ted og hann uppfostraði hann sum hansara egna son. Washington bleiv sostatt staðið, har Ted Bundy vaks upp.

Tá ið Ted fór at ganga til student - varð hann partur av tí populera fylginum - sjálvt um hann ikki sjálvur varð nakað serliga populerur. Sjálvt um hann sá gott út, so hevði hann eina meiri innilukkaða persónligheit - sum møguliga hevði okkurt at gera við, at hann mistonkti sín barndóm og hvør hann veruliga varð. Eftirsum at hann varð stillur, smæðin og ein innilukkaður drongur, so bleiv hann forargaður av júst somu grund. 

Billede
​Tað varð eisini ímeðan hann gekk til student, at hann fann útav - hvør hann veruliga varð og hansara veruliga mamma varð hansara systir, sum gjørdi sítt til, at hann misti áliti á onnur menniskjur og ikki minst tey, sum vóru honum nærmast, sum kendu til lygnina.

Tað varð eisini um somu studentartíð, at Ted byrjaði at vera á tí skeivu síðu av lógina, har hann byrjaði at gera smærri kriminell ting. Bundy las annars jura í University of Washington - men hann bleiv ongantíð liðugur at lesa.

Í tíðarskeiðinum 1974 - 1978 byrjaði Bundy at drepa og neyðtaka í stakríkunum Washington, Oregon, Idaho, Colorado, Utha og Florida. Ímillum hetta tíðarskeið, so bleiv hann handtikin í 1975 og dømdur fyri fólkarán í 1976. Hann bleiv eisini ákærdur fyri morð, men undir rættarsakini, so eydnaðist tað honum at flýggja (juni 1977) og aftur um nýggjársaftan sama ár. Hesaferð so flýddi hann til Florida, har hann náddi at drepa tríggjar kvinnur - áðrenn hann bleiv fangaður tann 15. februar 1978.

Ted Bundy bleiv dømdir til deyða og varð hann sjálvur sakførari í rættarsakini. Hann hevur sagt, at hann hevur driðið áleið 30 kvinnur - men serkønir løgreglumenn meta, at talan saktans kann fara upp til tey hundrað. Man veit ikki hvussu nógv menniskjur monstri Bundy hevur dripið og neyðtikið.

Billede
​Bundy bleiv kendur um alla verðina og hevði hann eitt IQ uppá 124. Hann dugdi væl at tosað og varð sjarmerandi og sum sagt, so varð hann eisini hansara egni sakførari í rættarsakini. 

Í tí seinasta degi av rættarsakini, har tosað bleiv um drápi av 12 ára gomlu Kimberly Leach - valdi Ted Bundy heldur óvæntað, at spyrja hansara dámu - um hon ikki vildi gifta seg við honum. Hetta skapti øsing í rættarsalinum og varð absalutt ikki við, at hjálpa sakina hjá Ted Bundy.

Í fongslinum bleiv hann studeraður av sálarfrøðingum og FBI-agentum. Í samrøðum við hann kom tað framm, at hann varð ein seksuellur sadist, pedofil og nekrofil - har hann oftað hevði sex við líkunum av hansara offrum, tók teirra avkubbaða høvd við sær heim, fór í bað við líkunum, har hann síðani sminkaði og vaskaði hárið hjá teimum. Alt í alt, so lærdu tey ein rúgvu um framtíðar seriumordarar, har teir lættari kunna fáa hendur á teir.

Hann bleiv funnin sekur í 3 morðum, tvey í 1979 og 1 í 1980 og dømdur til deyða fyri hvørt eitt av teimum. Tann 24. januar kl. 07.06 í 1989 bleiv hann tikin av døgum í tí elektriska stólinum í Statsfongslinum í Florida og tað sigst, at tað varð ein ókend kvinna, sum tók hann av døgum. Fólkið í Amerika høvdu bíða nærum 10 ár eftir hesum dómi og stórur jubel varð kring alt Amerika, tá ið dómurin endiliga varð feldur yvir Bundy.

JáH (y) 10.04.2018

Comments

Kanning av fatanini hjá føroyingum í sjúkuviðgerð uttanlands

9/4/2018

Comments

 
Billede
Hvussu uppliva føroyskir sjúklingar at verða viðgjørdir uttanlands? Hendan spurning hava Fríði í Geil Jensen, Marie Lundby Spanggård og Sophie Amalie Lykke Poulsen kannað í serritgerð í sosialvísindum.

Tey fingu stuðul frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum til at gera eina spurnakanning millum fólk, sum eru ella hava verið uttanlands í sjúkuviðgerð. Endamálið var at kanna, hvussu hesi uppliva tað at verða send uttanlands til kanningar og viðgerðar.

Les meira HER

JáH (y) 10.04.2018
Kelda: Gransking.fo

Comments

Tað skula aðrir bollar í suppuna hjá Gekkinum

7/4/2018

Comments

 
Billede
Fleiri eru einig við Norðoya Portal, at Gekkurin treingir til eina uppdatering.

Úr greinini ígjár "Varð Gekkurin betri undirhald fyrr ..?" bleiv tosað um, at undirhaldi í Gekkinum kanska ikki varð av allerbesta slag - og tað hava fleiri eisini tikið undir við í viðmerkingum á Norðoya Portal Facebook síðuni. 

Ein skrivar soleiðis um Gekkin:

Teir somu vinninganar sum hava Verdi i nøkur ár. Vinnur man 1 rekkju far ein 400 kr og 500 fyri fulla Platu um ein ikki sleppur i gjøgnum. Hví ikki 500 fyri 1 rekkju og 1000 fyri fulla Platu , og broyta onkrar av vinninginum 1 ferð um mánan.... koyra festligari tónleik frá.

Og ein onnur skrivar soleiðis um Gekkin:

Tey flestu spæla við nú, tí gekkurin er 1,5 mil. ( nastu ferð) annars er at siga um gekkin, tey í kvf. tíma ikki at gera tað spennandi, har er steindeytt. vinningarnir er aggandi gamlir. Tónleikurin sum spældur verður undir spælinum, er bara jassur. man er við at sovna. Hví skulu vit, tíma at keypa gekkar, tá kvf. ONGAN áhuga vísir at gera nakað annað. ?

Og tað er kanska nakað um tað. Vinningarnir eru ikki nógv at reypa av - og undirhaldi er so sum so. Fólkið hevur talað og tey eru eina um, at tað skula aðrir bollar í suppuna hjá Gekkinum.

JáH (y) 08.04.2018

Comments

Varð Gekkurin betri undirhald fyrr ..?

6/4/2018

Comments

 
Billede
Varð Gekkurin tað betri undirhaldi fyrr - tá ið ein persónur kundi koma inn í studio hjá KVF og snara hjólinum ..?

Fyri meg - so virkaði spælið til at vera eitt sindur meira livandi, at hyggja eftir Rudolf Joensen og Gekka gestinum - har tað bleiv tosað aftur og framm um lívsins viðurskiftir.

Í dag ringir ein persónur inn - trýstir á ein knøtt fyri at snara hjólinum og ein veit ikki hvør viðkomandi persónur er, sum hevur vunnið. Tað sigur seg næstan sjálvt - at tað varð nógv meiri áhugavert, at spæla Gekk fyrr enn tað er í dag. Tað skapti eisini eina serstaka kenslu, at fólk høvdu pyntað seg til tað sama - tí nú vóru tey knappliga at sjá í tí føroyska sjónvarpinum. Hví skuldi nú KVF broyta nakað, sum vit í botn og grund hildu vera gott ..?

Billede
​Og forrestin, tá ið tit nú stíla fyri einum Gekki, sum (nærum) alt Føroya fólk spælir við í, kunna tit so ikki stíla fyri, at eitt ordiligt orkestur spælir í bakgrundini - ístaðinfyri polkatónleikin tit hava í bakgrundini nú ..?

Og eitt annað, sum hevur undra meg nógv í seinastuni - er hví Gekkurin hæðkar við so lítlum hvørja ferð ..? 100.000 kr er sett á til næsta Gekk ..? Harra mín Guð - er Gekkurin ikki 1,5 millión ..? Hvar endar so restina av peninginum ..? Og hevði tað ikki verið eitt hugskot, KVF - at brúkt eitt sindur meira pening uppá teir ymisku vinningarnir, tá ið fólk ringja inn, tá ið Spæl 1 er enda ..? Tit kundu t.d. lagt eini 25.000 kr til Spæl 1, 50.000 kr til Spæl 2 og 100.000 kr til Spæl 3 ..? Og kanska eisini 150.000 kr til Spæl 4 - so at vinnarin av tí størsta ikki føldi tað, at hann/hon fór heim við næstan ongum (10.000 kr).

JáH (y) 07.04.2018 ​

Billede
Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.