NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hvussu heldigur kann man vera ?!?

29/6/2014

Comments

 
Picture
Heldigi Ernest Pullen frá Bonne Terre í Missouri (USA) vann innan 3 mánaðir heili 21 milliónir krónir í tveimum ymiskum lottarí'um.

Eftir at hann vann 7 milliónir í juni 2010, vann hann aftur 14 milliónir krónir í september, tá hann kombineraði sínu eydnutøl við tølum, sum hann hevði droymt um seks ár áðrenn - tá hann sá fyri sær, at hann vildi vinna eina stóra pulju av pengum.

Sum hann so sanniliga eisini gjørdi ...

JáH (y) 29.06.2014

Comments

Óhepni Fríggjadagur tann 13. indi (part II)

21/6/2014

Comments

 
Picture
Søga nr. II: Miseydnað sjálvmorð !!!

Tann varð fullur máni og fríggjadagin tann 13. inda í 1987 hevði 21 ára gamli Robert Bullard fingið nokk av lívinum og koydi heysin hjá sær í ein gassovn.

Men eydnuleysa lívið hjá Robert skuldi ikki enda beint her, tí í Bretlandi eru tey givin við tí farliga gassinum til ovnarnir og heldur farin til natúrligt gass - men ein eldur frá eini kontakt fekk so alt at spreingjast og bleiv mamman skadd og ein politimaður, sum royndi at tosað Robert frá tí.

Robert endaði tískil við at gjalda eitt endurgjald uppá 350.000,00 kr og forrestin so hendi onki við Robert sjálvum.

JáH (y) 22.06.2014

Comments

Óhepni Fríggjadagur tann 13. indi (part I)

21/6/2014

Comments

 
Picture
Søga nr. 1

Busssjafførurin !!!

Busssjafførurin Bob Renphrey frá Norður Wales, sum givin varð vegna aldur - hevði bestemma seg til at hvønn fríggjadag tann 13. inda varð hann songar liggjandi.

Óhapp kunna nevnast sosum 4 bilvrak, dottin í eina á, rent á við motorsúklu og gingið ígjøgnum eina glas hurð.

Men tað stegðar ikki her ...

Tá Bob doyði av kreft í 1998, helt einkan Betty - sum annars eisini hevði verið fyri ymiskum vanlukkum fríggjadagin tann 13. inda - at jarðarferðin hjá manninum Bob skuldi vera hildin fríggjadag tann 13. inda til heiðurs fyri Bob.

Men so skuldi ikki vera, tí tá lá ikki fyri hjá kapellinum, tí tey vóru fult uppbookaði. Tá letur í Betty:

"Well, Bob hevði nokk sæð tí stuttligu síðuna av hesum," fortaldi einkan hjá Bob fyri fjølmiðlunum.

Fylg annars við á Norðoya Portali - har vit fortelja fleiri stuttligar søgur frá veruleikanum um fríggjadagin tann 13. inda !!!

JáH (y) 22.06.2014

Comments

Kapping: Heimsins ljótastu hundar !!!

21/6/2014

Comments

 
Picture
Serstakiliga ljótir hundar koma frá allari verðini fyri at kappast um at vera nevndir: "Heimsins Ljótasti Hundir".

Teir eru kanska ikki teir penastu hundarnir í verðini, men teir eru so í hvørtfall stjørnurnar í tiltakinum "Heimsins Ljótasti Hundir" sum varð í Petaluma, Kalifornia tann 20. Juni í ár.

Peanut (á myndini) varð so vinnarin hesaverð. 2 ára gamli hundurin vann, tí at hundurin hevur so ljótan munn, ófantaligt hvítt/svart hár og útstingandi eygu.

Hundurin bleiv bjargaður frá einum eldi - so hann eisini er skalluttur kring partar av hansara kroppi. Hann hevur ei heldur varrar og kann ikki lata eyguni aftur, so at vatn rennur inn á nøsuna hjá honum, har hann so snorar bobblir.

Vinnarin sigur, at hon fer at brúka vinningin 8.200,00 kr uppá rokningar fyri onnur djór, hon eisini eigur. 

Hygg eftir myndarøð niðanfyri av øðrum ljótum hundum í somu kapping.

JáH (y) 21.06.2014


Comments

Breaking NEWS: Watson elskar Grindabúff

18/6/2014

Comments

 
Picture
Sum nakað heilt ótrúligt og óveruligt, so hava vit fingið at vita frá Harra Watson sjálvum, at honum elskar grindabúff.

"I just love it, man - it taste like chicken and I am sorry that I was after you guy's. In fact, I ate this size grind for breakfast, dude. It's fantastic !!!" fortaldi Watson víðari fyri okkum á Norðoya Portali fyri stuttari løtu síðani.

Vit spurdu hann eisini um hann fór at melda seg burturúr Sea Shepherd og har varð hann skjótur at svara aftur:

"It's funny that you're asking me, Jogvan - because if I can't eat Grind-steak anymore ... well, then I can't be part of Sea Shepherd anymore."

Watson bað okkum lata vera við at gera for nógv burturúr, at honum elskar grindabúff, tí enn fær hann stuðul frá Hollywood stjørnum.

"Well, they give me a shit lot of money and it's my job to make life a living hell for the people in Faroe Islands and Japan. But the taste of grind, just gives me such a pleasure that I want to ask my people in Sea Shepherd to leave Faroe Island or at least try some of that fucking fantastic grinda-steak !!!"

Ja, so mong vóru orðini frá Harra Watson og vit skula nokk bera boðini víðari, Watson - og vælgagnist skula vit enda við at siga.

JáH (y) 18.06.2014

Comments

Eftir at hava hildið sítt deyðfødda barn í 2 tímar - hendi nakað heilt ótrúligt ... (video)

17/6/2014

Comments

 
Comments

31 ára gamal maður elskar sína 91 ára gomlu Marjorie

15/6/2014

Comments

 
Picture
31 ára gamal maður hevur mangan havt "dates" við kvinnum sum eru 3 ferðir eldri enn hann sjálvur er. Bein nú so er hann í forholdi við einari 91 ára gamlari langommu.

31 ára gamli Kyles Jones frá Augusta, Georgia hevur eisini havt fleiri í senn og tekur tær enntá heim til sín, so at tær kunna møta hansara 50 ára gomlu mammu.

Tey seinastu fimm árini hevur hann havt eitt forhold til tí 91 ára gomlu Marjorie McCool.

Og sjálvt um tað er 60 ár ímillum tey, so hevur parið aktivt sex lív og kunna ikki lata við at nema við hvørt annað.

JáH (y) 15.06.2014



Comments

Bravissimo MÁF

2/6/2014

Comments

 
PictureMyndatakari: Oddfríður Marni Rasmussen
Ein varð kanska eitt sindur skeptiskur, tá ein hevði melda seg til skeiðið hjá MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) sum bar heitið: "Leiklistarskúli" og varð hetta eitt skeið, sum vardi í 5 samdøgur.

Hvat skuldi ein rokna við ..? Og hvussu nógv kundi ein forlanga fyri so bíligan pening, tí skeiðið kostaði einans 1.250,00 kr (um tú varð limur í einum sjónleikarafelag) ella 2.000,00 kr (um tú IKKI varð limur í nøkrum sjónleikarafelag) ..?

Men tað varð 110 % peningin vert og tú fekk nógv meira enn tað, sum tú hevði goldið fyri. Tað varð hart (men samstundis) stuttligt arbeiðið, har tú ordiliga slapst at liva sum eitt barn aftur, og spæla sjónleik til fulnar. Tú hevði eina kenslu av, at her býr okkurt gott í tær - og at tú kanst, um tú vilt eftir skeiðið.

Ein og hvør luttakari livdi seg 100 % í tað rollu, sum ein einaferð hevði. Um tú so spældi sjónleik, skrivaði sjónleik, leikstjórnaði ella smíðaði pall - so fekk hvør tann einasti av okkum so almikið fyri skeiðið, at tað næstan ikki kann setast orð, hvat fyri kenslu ein situr eftir við. Men vit kunna byrja við at skriva eitt sindur um - hvat skeiðið snúði seg um og eitt sindur um hvør varð har ...

PictureMyndatakari: Oddfríður Marni Rasmussen
Eitt sindur um hvør varð har:

Scenografi. Lærari: Sámal Blak býr og arbeiðir í Onglandi. Sámal er scenografur og arbeiðir við verkætlanum í altjóða høpi við at sniðgeva bæði pallmyndir og búnar, eina mest til opera og sjónleik. Hann læs Design for Performance á Central Saint Martins College of Art and Design, London. Eftir lokna útbúgving í 2009 vann hann viðurkenda Linbury Prize fyri pallmyndir til operuna ”Otello” eftir Verdi.

Leikstjórn. Lærari: Sigrun Valbergsdóttir arbeiðir sum freelance leikstjóri og leiklistar­pedagogur. Hon tók sjónleik­araprógv frá þjóðleikhúsinum í Reykjavík í 1970, las leikhúsfrøði í Køln 1975-78 og var leik­hússtjóri í Alþýðu­leik­húsinu 1980-82.

Leiklist.  Lærari: Áugústa Skúladóttir er virðisløntur leikstjóri í Íslandi, har hon arbeiðir við bæði áhuga- og yrkisleikarum, á íslendska tjóðpallinum og íslendsku operuni.

Skriva til pall. Lærari: Oddfríður Marni Rasmussen er rithøvundur. Hann hevur givið út fleiri yrkingasøvn, og er saman við Arnbirni Ólavsson Dalsgarð ritstjóri á skaldskaparritinum Vencli. Oddfríður gekk frá 1998 – 2000 á rithøvunda­ skúlanum í Keypmannahavn. Oddfríður hevur havt fleiri skriviskeið

Ein fantastisk uppliving !!!

Fyri tey sum høvdu melda seg til "Leiklist" snúði tað seg um, at koma í kontakt við tín innara sjónleikara og at tora at folda teg út. Lærarin vit høvdu varð Áugústa Skúladóttir, sum annars leikstjórnar einar 4 sjónleikir um árið í Íslandi.

Og tú slapp eisini veruliga at prøva teg sjálvan av. Áugústa vistu okkum á, at tað er íordan at gera feilir og at vit ikki máttu gloyma, at hava tað stuttligt, ímeðan vit spældu sjónleik.

Hon lærdi okkum, hvussu vit skuldu spæla rottur, hundar, "fix-point" og eisini hvussu vit skuldu spæla saman, sum ein eind. Eisini fingu vit ein smakk av "Melodrama" og hvussu vit kundu brúka tað á einum palli. Og í hesari stuttu læruprosessini, so vit fingu vit eisini ALT fyri pengarnar. 

Men tað varð nú ikki bara spæl og fjas fyri fjøldini, hon leitaði eftir. Áugústa leitaði eftir tínum innara barnið, sum spældi sjónleik við dukkum ella action figurum. Hon fekk teg, at føla teg væl til passar og at kenslan av, at tað er einans tú, sum skapa kann tað vakra á pallinum - og eisini tað, megnaði hon at fáa fram úr tær. 

Teir fyrstu dagarnir vóru at koma í kontakt við tín innara sjónleikara, tí endadagin, so skuldi tú spæla sjónleik fyri fjøldini. Eisini her, megnaði stórsligna kvinnan Áugústa tað til fulnar, tí sjónleikirnar sum blivu spældir á tí seinasta degnum á skeiðnum vóru hvør sum fantastiska góðir sjónleikara, har hvør sum ein sjónleikari gav seg 110 % í tí sum ein spældi. Og kann eg eisini leggja afturat, at leikritini sum skrivaði vóru - vóru eisini avbera góð.

PictureMyndatakari: Oddfríður Marni Rasmussen
4 sjónleikir blivu spældir sunnudagin fyri fjøldini

Tað vóru 4 sjónleikir spældir sunnudagin, har hvør leikur varð heilt meistarliga skrivaðir, sera vakurt pallsmíð, brilliant leikaðir og sera gott instrueraður. 

Tað stuttliga við hesum varð, at leygarkvøldið fingu vit manuskripti og byrjaðu at venja til leikin sunnumorgun kl. 10.00 - har vit skuldu framføra leikin kl. 15.00. So alt gekk sera skjótt fyri seg, og eftir tað tíð sum vit fingu at venja í - so megnaðu vit øll uppgávuna til fulnar.

Tað varð pláss fyri bæði skemt og alvára í sjónleikunum - og fjøldin varð sera glað fyri framførslurnar. Sjálvur fekk eg eitt klemm frá einum gomlum manni, sum hugt hevði eftir leikinum "Bobluplast". Tann sjónleikurin varð um ein gamlan dementan mann, sum av nýggjum varð vorðin forelskaður í konuni aftur og varð hesin leikur meistarliga skrivaður av Kristinu Joensen.

Har varð ein leikur hvussu tveir menn á café um nútímans viðurskifti & politikk og eisini varð tað ein skemtingarsamur leikur um, hvussu irreterandi børn kunna vera og ein sigandi leikur um hvussu "professinónell" tey kunna vera í einum røktarheimið.

Ja, orð eru fátøk eftir eina slíka uppliving, og eg vil gjarna takka MÁF, Hilmar og Gunnvør og øllum teim, sum vóru við, fyri eina serstakiliga góða & gevandi uppliving á ársins Leiklistarskúla og til næsta ár ..?
  Ja, latið okkum bara siga, at Kristi Himmalsferð dagur hevur fingið ein heilt annan týdning fyri meg. Og Hilmar: Skriva meg uppá listan til næsta ár - eg komið aftur ... 101 % sikkurt.

Enn eina ferð - takk fyri, tit ... øll somul.

Hygg eftir meira myndum niðanfyri:

JáH (y) 02.06.2014 



Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.