NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ummæli: Hetta varð VILT !!!

30/5/2016

Comments

 
Billede
Stop Being Poor er ein norskur sjónleikur, sum undirritaði eisini varð og hugdi at - har sigast skal, at hetta varð ein totalt øðrvísi máti at gera sjónleik uppá.

Í byrjani fekk tú bjóða kaffi, the ella Thunder frá leikaranum sjálvum og so kundi tú fara at fáa tær ein sess.

Í høvuðsheitum, so snúði leikurin um kaptalismu og hvat hon kann gera við okkum. Eftir at hava lýst 4 sløg av stjórum, so byrjaði sjónleikurin at vera sera villur og broytti líkasum ham. 

Leikarnir fóru at ballast og at flippa út - og tað gekk somikið vilt fyri seg, at ein bleiv sproytaður við húðcreme, sum eisini gjørdi tað, at kvinnan sum sat við mína lið - ikki tímdi at spæla við meira og rímdi frá sjónleikinum. Hinvegin, so helt eg sjálvur, at hetta varð ein sera áhugaverd vending í leikinum og leikurin setti veruliga spurningar inn í lívið hjá tær sjálvum.

Tað varð kanska ymiskt, sum eg gjarna vildi fingið meira upplýst, sosum komið meira inná tey sum arbeiddu og stjórarnir sjálvar. Men foruttan tað, so varð ein avbera góður sjónleikur og vil eg geva hesum leiki 5 av 6 stjørnum.

JáH (y) 30.05.2016

Comments

Ummæli: Keipuleikari av heimsklassa!

30/5/2016

Comments

 
Billede
Leygarkvøldið varð undirritaði og hugdu eftir sjónleikinum Dark Side Of The Mime (umsett: Myrka Síðan av Keipuleikaranum) og hetta varð ein maður úr Finlandi, sum stóð einsamallur á pallinum og undirhelt.

Talan er mimarin Marc Gassot, sum sera væl dugdi, at undirhalda okkum áskoðara - uttan at brúka nakað, sum helst orð. Hinvegin, so dugdi hann eisini sera væl, at traðka um grensir og sum eg segði eftir leikin, so trúgvi eg faktist ikki at nakar føroyingur hevði kunna spælt henda leik - tí leikurin varð sera brutalur & perversir.

Við bert at brúka tekin og teknirøðsorð orð, sosum: Splash, Splash og UGH!, so visti ein beinavegin, at ein varð komin til ein heilt øðrvísis sjónleik og hetta nokk skuldi blíva ein stuttlig løta. Og sum sagt, so vóru tað ongar grensir og ein kann faktist illa skrivað tað, sum ein upplivdi - tí hetta er næstan nakað, sum ein má upplivað sjálvur - fyri at trúgva tí.

Hetta varð svartur humorur, sum tað baskaði eftir í - og vit á Norðoya Portali fara at geva hesum sjónleikinum 6 av 6 stjørnum og enn einaferð takka Gassot og hansara finska harkalið - fyri eina avbera stuttliga & sjúkliga uppliving.

JáH (y) 30.05.2016

Comments

Er tað nú so galið, at Bakkafrost kemur ?!?

26/5/2016

Comments

 
Billede
Úr fundinum ígjár bleiv nógv tosað um, hvat fyri avleiðingar tað kom at hava fyri Kunoyggjuna, um nú Bakkafrost fór at byggja Heimsins Størstu Smoltstøð yvir við Strond, sum Klaksvíkar Kommuna eigur.

Les meira um fundin HER

Men lítið og onki bleiv tosað um, hvussu nógv tað kanska eisini kemur at hava at siga fyri vinnulívið í Føroyum og kanska Kunoyggjuna sum heild. Tí her er talan um Føroyar Størstu Smoltstøð og her koma nógv arbeiðspláss at vera (í hvørtfall 25) - um projekti hjá Bakkafrost verður til ein veruleika.

Hin spurningurin er so, um Bakkafrost skal fáa "gratis" vatn úr Kunoyggjuni ella um Bakkafrost ikki skal gjalda eina samsýning til Kunoyar Kommunu, tí (hóast alt) so er tað vatnið úr Kunoyar Kommunu, sum kemur at hava Heimsins Størstu Smoltstøð koyrandi ella um Bakkafrost skal gjalda Kommunuskatt til kommunar báðar, eini 50/50 ..? Ein annar spurningur er eisini, hví Bakkafrost hevur "loyniliga" keypt hagapartarnir frá fólkið úr Kunoy, uttan at tosað við Kunoyar Kommunu fyrst ..? Og hin mest áhugaverdi spurningurin er eisini: Fer vatnið at tømast ..? Hetta er spurningur, sum saktans kunna setast til Regin á Bakka, tí faktist er hetta nakað, sum fer at broyta Kunoyggjuna TOTALT. Um tað verður uppá tann góða mátan ella tann ringa - kemur tíðin so at vísa.

Hetta  er eitt mál, sum Norðoya Portalurin fer at fylgja væl við og eisini vera vit við til fundin, sum vónandi fer at vera heilt skjótt, so at fólk ikki blíva við, at hava sínar egnu illgitingar um tað heila. Nei, vit vóna sjálvandi at øll kortini koma á borði og báðir partar, bæði Klaksvíkar Kommuna og Kunoyar Kommuna, vera glaðir fyri eina framtíðar avtalu við Bakkafrost.

JáH (y) 26.05.2016

Comments

Watergate í Kunoy

26/5/2016

Comments

 
Billede
Heilt fitt av fólkið úr Kunoy og Haraldssundi vóru møtt upp til kunningarfundin í bygdahúsinum í Haraldssundi ígjár. Talan varð um kunning um tí nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost, sum (eftir ætlan) skal byggja Heimsins Størstu Smoltstøð við Strond, sum hoyrir undir Klaksvíkar Kommunu.

Orðstýrari varð Brandur Klettskarð í Kongsstovu og greiddi hann frá, hvat fyri týdning vatnið hevði at siga fyri fólk, sum búðu í Kunoynni. Brandur hevur fylgt væl við málinum og eisini hevði hann fingið innlit frá tí heila úr Klaksvíkar Kommunu.

Brandur varð eisini tann, sum byrjaði fundin og fortaldi hann ímillum annað, at Heimsins Størsta Smoltstøð hjá Bakkafrost fór at brúka 200 tons av vatni um tíman - og so nevndi hann eisini, at Kósin í Klaksvík brúkar einans 90 tons av vatni um tíman. Úr fundinum kom framm, at Bakkafrost hevði fingið gjørt avtalur við hagapartaeigarar heilt ókeypis, ongin avtala um at áirnar tárna upp og hetta bert vóru gitingar, tá ið tað kom til stykkis, vildi also Brandur vera við til.

Gunnhild Dahl Niclasen greiddi eisini frá, at alt ikki bert kann keypast fyri pengar og hvussu nógv nátúran hevur at siga fyri fólkið á bygd. Hon tók okkurt dømið úr Íslandi, sum vísti á, at industri'in mangan hevur latið nátúruna goldið ein stóran prís og hon vónandi ikki, at tað sama fór at henda fyri Kunoyggjuna.

Borgarstjórin úr Kunoy, Meiken Sólheyg Michaelsen greiddi eisini frá, at Kunoyar Kommunu hevur kravt, at vøtnini ikki skula tømast og kommuna nú hevur sett ein verkfrøðing at kannað málið, áðrenn tey fara víðari við tí heila.

Stjórin úr Bakkafrost, Regin á Bakka vildi gjarna vera við til henda fund, men slapp ikki - tí tá vóru fólkini handan fundin bangin fyri, at fólk ikki tordu at siga sína meining um tað heila. Men ein annar almennur fundir verður eisini í næstum, har Regin sjálvur væntandi verður við til henda fund. Meiken (Borgarstjóri í Kunoy) helt, at tað varð uppá sítt pláss, at skipa fyri einum almennum fundi, har Bakkafrost, Klaksvíkar Kommuna og Kunoyar Kommuna vóru til staðar á fundinum, so at ikki nakrar illgitingar vóru meira um málið.

JáH (y) 26.05.2016

Comments

McDonalds verður tjekka av fronsku løgregluni

26/5/2016

Comments

 
Billede
Penga-løgreglan hevur nú tjekka høvuðsskrivstovuna hjá McDonalds í Fraklandi ...

Keldur hjá løgregluni vilja vera við, at teir hava fingið hendur á áhugaverdum dokumentum undir rannsóknini, sum bleiv framd í síðstu viku. Franskir mynduleikar hava mistonkt McDonalds og meta, at tey lata vera við at gjalda skatt við at føra vinningin frá felaginum í Fraklandi til skattapapadísi í Luxemburg, har tey eisini hava sítt evropiska høvuðskontór.

JáH (y) 26.05.2016

Comments

Nýggj urga til Kunoyar Kirkju!

24/5/2016

Comments

 
Billede
Fólkini úr Kunoy hava bíða spent eftir tí nýggju urguni, sum kom til Kunoyar Kirkju í dag.

Sigast skal, at hetta nýggja ljóðføri fer at seta ein serliga dám á ljóðið, sum ferðast runt í kirkjuni og fólkini handan kirkjna úr Kunoy eru sera væl nøgd við nýggju urguna.

Urgan verður tikin í nýtslu beinavegin og høvið verður at hoyra, hvussu vakurt henda urgan ljóðar nú henda sunnudagin.

Sjá myndarøð niðanfyri:

JáH (y) 24.05.2016
Myndatakari: Ketty Poulsen

Comments

Paul Watson attacks Faroe Islands ... again!

23/5/2016

Comments

 
Billede
It was just a matter of time - that Paul Watson was going to attack the peaceful people of Faroe Islands ... again!

This time - he says on his Facebook, that the Pilot Whale isn't good for the faroese people to eat, because it is filled with mercury.

​Not one single word in his Facebook has he said, that his Sea Shepherd ships are NOT allowed in faroese waters ... ever again. For the safety of our local fishermen, (last year one Sea Shepherd vessel almost rammed a local fisherman boat) the faroese government has made a law, that has banned Sea Shepherd ships to come to faroese waters.

The only thing, that Sea Shepherd has made a difference in the Faroe Islands is that now even more young people are interrested in harvesting the Pilot Whale than ever before. It was a tradition, that almost died - but NOW it is alive again and I quess Faroe Islands has to give Sea Shepherd a huge thanks for that one.

As you can read on his Facebook below - Watson has seen in his eyes, that the battle against the faroese people is lost and people from Faroe Islands will continue to harvest the Pilot Whales, as it is a part of our tradition. And as you know, faroese people are a proud bunch and we only harvest about 800 Pilot Whales a year and sometimes much less than that and there is over one million Pilot Whales left in the world.

We don't harvest the Pilot Whale for fun - and it's important to know, that we would'nt harvest the Pilot Whale if the Pilot Whale wasn't sustainable. If you want to know more about the Pilot Whale harvest, go to: www.whaling.fo.

JáH (junior) 23.05.2016

Comments

Flóttafólkakanning: Skula vit taka ímóti flóttum ..?

22/5/2016

Comments

 
Billede
Vit á Norðoya Portali hava fingið eitt soljóðandi tíðindaskriv frá John Petersen um kanning av Flóttifólkið, sum vísur á, um vit føroyingar vilja hava flóttafólk henda vegin ella ei:

Í ljósinum av tí stóra kjakinum sum hevur tikið seg upp í Europa, er tað sera forkunnugt at fáa eina kanning frá Gallup at seta tøl á hvat føroyingar meina um hesar spurningar.

Ein kanning hjá Gallup Føroyar vísur, at greiður meiriluti av Føroya fólki er ímóti at taka flóttafólk til Føroyar. Og enn stórri meiriluti av fólkinum í Føroyum er ímóti at at taka muslimsk flóttafólk til Føroyar (58,2%).

Her eru úrslitini av kanningini:

1. Skulu Føroyar taka ímóti flóttafólkum?
  Ja: 38%  Nei: 51% Veit ikki: 11%

Til spurning 1 vóru tveir undirspurningar, ið einans tey ið svaraðu ja til spurning 1 sluppu at svara uppá.

Undirspurningur A: Skulu Føroyar taka ímóti muslimskum flóttafólkum?
                    Ja: 75%   Nei: 19%   Veit ikki: 6%

Tað vóru einans 38%, ið fingu henda spurning. Tvs at 19% av teimum, ið ynskja flóttafólk til Føroyar, ikki ynskja muslimsk flóttafólk til Føroyar. Gera vit eina lítla útrokning, so síggja vit at 19% av 38% er 7,22%, hetta kunnu vit leggja afturat teimum ið svaraðu nei til spurning 1. Vit fáa tídskil 58,2% sum ikki ynskja muslimsk flóttafólk til Føroyar

Somuleiðis kunnu vit gera við tey ið siga ja. 75% av 38% er 28,5%. Tað eru sostatt 28,5% av Føroya fólki ið ynskja at Føroyar skulu taka ímóti muslimskum flóttafólkum, og 58,2% eru ímóti.

Undirspurningur B: Skulu Føroyar taka ímóti kristnum flóttafólkum?
                    Ja: 96%   Nei: 2%   Veit ikki: 2%

Vit vildu ynskt at hesir báðir undirspurningarnir vóru settir til øll ið luttóku í kanningini, men tað var fullkomuliga ógjørligt at fáa Gallup Føroyar at ganga við til tað. Og næstan ógjørligt!! at fáa undirspurning A settan.

2. Skal avgerðin um at taka ímóti flóttafólkum út til fólkaatkvøðu?
   Ja: 62%  Nei: 33% Veit ikki: 5%

Aftur her er greið tala frá føroya fólki. Spurningurin um flóttafólk verður mettur so álvarsamur, at fólki ynskir hann út til fólkaatkvøðu um hann skuldi blivið aktuellur.

Vit ynsktu eisini at seta ein annan spurning ið kundi varpa ljós á hví føroyingar hava hesa støðu í spurninginum um flóttafólk. Hann var soljóðandi: "Er Islam í samsvar við tað føroyska virðisgrundarlagið?" Men tad var fullkomuliga ógjørlig at fáa Gallup Føroyar við uppá tað, Gallup noktaði at senda hendan spurning í umfar fyri kundan.

Samanumtikið eru gott 2/3 (58,2%) ímóti at taka muslimsk flóttafólk til Føroyar, og knappliga 1/3 (28,5%) eru fyri at taka muslimsk flóttafólk til Føroyar. Tá eru tey ið svara eg veit ikki, ikki tikin við.

Innsamlingin til at fíggja kanningina er fyri tað mesta gingin fyri seg á Facebook
.

Vinarliga
John Petersen (sum eisini hevur umbiði kanningina)

Comments

Her er so tann nýggi James Bond maðurin!

22/5/2016

Comments

 
Billede
The Telegraph heldur seg vita fyri vissu, at tann nýggi Bond maðurin verður 35 ára gamli Tom Hiddleston, sum vit anars kenna frá filminum The Avengers, har hann spældi Loki í filminum.

Daniel Craig hevur sagt nei, at spæla rolluna sum Bond, sjálvt um hann hevur fingið bjóða 657 milliónir krónir, at spæla tveir Bond filmar afturat.

Daniel Craig fekk ein álvarsligan knæskaða undir innspæling av Spectre filminum og tað skal vera ein av orsøkunum til, at Craig ikki tímur at spæla við meira. Hann skal hava sagt, at heilsan hjá sær - hevur meira at siga - enn hvat pengar hava.

JáH (y) 22.05.2016


Comments

Fara tey ungu at roykja - grundað av eini lýsing ?!?

20/5/2016

Comments

 
Billede
Fólk skræða seg um alt møguligt og tað seinasta nýggja er Tobbi, sum hevði eitt ball í kjaftinum, tá ið ein mynd bleiv brúkt til lýsingartiltak fyri Runarvíkar Kommunu.

Men heilt erligt - er tað ikki meira, sum skal til, at tey ungu fara at festa sær í eina sigarett fyri fyrstu ferð ..? Sjálvur royki eg sum ein dampari og tá ið eg stillaði upp til Løgtingsvalið 2015, so vildi eg (eins Tobbi) gjarna hava eina sigarett í kjaftinum til valmyndina, tí tað er soleiðis fólk kenna meg best. Hetta varð ikki at lokka nakran sum helst, at roykja - men bert ein staðfesting av mær sjálvum sum persóni, at eg royki og tað fari eg also ikki at fjala fyri nøkrum sum helst.

Ræðslulýsingar hava víst seg slett ikki at rigga og tey ungu roykja enn líka illa, sjálvt um sigarettirnar eru blivnar so svínadýrar. Ein kann næstan siga, at mítt yvirforbrúk av Prince - nærum heldur Landinum uppi, isje sannheit ..? Men hvat riggar so ..? Eitt sum vísur seg at rigga, er at foreldur tosað við síni børn um tað (eisini tey foreldur, sum roykja) og kanska kundi skúlarnir gjørt meira við trupuleikan enn hvat tey í dag gera. Og so skal ein heldur ikki "ovgera" tað, tí knappliga so kann tað blíva KUL at roykja aftur.

Eg sjálvur eri í tí óhepnu støðu, at eg royki og eg megni ikki at leggja av. Eg brúki eina asens rúgvu av pengum uppá sigarettirnar, tí Landið heldur tað, at júst tað - fer at gera tað, at fólk fara at leggja av. Og hesum eri eg also totalt ósamdur í - tí eg festi mær í, um so sigarettin varð ein túsund-krónu seðil og grundin til, at eg geri tað - er sjálvandi tí, at eg eri eitt nikotinvrak, avhangigur og eg megni ikki at leggja av. Og spurningurin hjá mær er síðan: Skal eg so straffast - fyri tann eg eri ..?

Nei, eg vil nú ikki koma við nøkrum jaligum um sigarettirnar, tí øll vita at sigarettir ikki eru góðar fyri tína heilsu, men eg vildi bert koma við einari viðmerking til innslagi um Tobba í Dagur & Viku, tí sjálvur meti eg, at eitt ball í kjaftinum hjá Tobba - er ein lýsing av Tobba, eins ein Prince er ein lýsing av mær og tað skal also nógv meira til, at ein byrjar at roykja.

JáH (y) 20.05.2016

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.