NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Morgunlestur við Anne Mette Greve Klemensen

31/3/2018

Comments

 
Billede© KVF
Nú Páskirnar eru í hásæti, so er tað altíð gott at hoyra eitt gott orð frá prestinum úr Fuglafirði, Anne Mette Greve Klemensen.

Hoyr morgunlesturin hjá henni HER - har hon skipar fyri liturgiskum morgunlestri.

Kórið Eystanljóð, undir leiðslu av Leif Hansen, syngur.

JáH (y) 01.04.2018
Kelda: KVF


Comments

Ein lottoseðil uppá 4 milliardir seldir í eini bensinstøð

31/3/2018

Comments

 
Billede
Ein lottoseðil av einum ókendum keypara er keyptir í New Jersey og hevur eitt virðið uppá 4 milliardir krónir, veit NTB at siga frá.

Enn er ongin komin framm og gongur tað ov long tíð, so fellur tann stóri vinningurin aftur í puljuna.

Men vinnaraseðilin er seldur og ein ella annar persónur í Amerika stendur til at vera milliardær.

JáH (y) 01.04.2018



Comments

Vandmiklu fangarnir eru fangaðir aftur

28/3/2018

Comments

 
Billede
Løgreglan úr Fjóni eftirlýsti fyrr í vikuni - tveir vandamiklar fangar, sum vóru flýddir úr Rættardeildini fyri Sálarveik í Middelfart.

Les eisini: Tveir vandamiklir fangar flýggjaðir

Teir báðir vandamiklu fangarnir eru nú handtiknir - har tann eini meldaði seg sjálvan inn. Men tann triðji, sum slapp til rýmingar - er ikki fangaður enn.

Løgreglan úr Fjóni metur tó ikki henda fangan vera vandamiklan - og leitar nú av øllum alvi, at fáa hendur á honum aftur.

JáH (y) 29.03.2018

Comments

Trump gleðir seg at møtast við Kim Jong Un

28/3/2018

Comments

 
Billede
Amerikanski forsetin Donald J. Trump skrivar á Twitter, at hann roknar við, at leiðarin hjá Norður Korea, Kim Jong Un, fer at gera tað, sum er rætt fyri sítt fólk og øll menniskjur.

- Gleði meg til, at vit báðir fara at møtast, skrivar Trump.

Trump hevur eisini sagt, at forsetin úr Kina, Xi Jinping hevur tosað við Kim og eisini Kim gleðir seg at møtast við Trump.

JáH (y) 29.03.2018

Comments

Gamlir gjaldsterminalar skulu skiftast út

27/3/2018

Comments

 
Billede
​Á nýggjárinum gekk trygdargóðkenningin út til nógvar gjaldsterminalar. Hetta hevur havt við sær, at fleiri føroyskar fyritøkur hava fingið bræv frá Verifone, ið framleiðir terminalar, har tey boða frá, at gjaldsterminalar uttan neyðugu trygdina verða læstir tann 25. mai og skulu tí skiftast.
 
Talan er um gjaldsterminalar av slagnum Xenta, XentaSpin og Xentissimo. Sonevnda PCI trygdargóðkenningin er krav frá innloysarum av gjaldskortum so sum Dankort, VISA og Mastercard, og hon heldur vanliga í nøkur ár. Hetta er fyri at forða fyri sviki og misnýtslu av gjaldskortum.
 
- Trygdin má fylgja við tøknimenningini, og tí krevja innloysarar eina dagførda trygdargóðkenning til gjaldsterminalar, ið taka ímóti teirra kortum, sigur Jógvan Kruse, stjóri á Terminal.fo. Tað snýr seg sostatt um at tryggja bæði eigara av gjaldsterminali og endabrúkarar ímóti misnýtslu. Manglar trygdargóðkenningin, kann eigarin av terminalinum hefta fyri møguliga misnýtslu og fáa bæði endurgjaldskrav og bót.
 
Verifone vísir á, at tey hava sæð dømi um hacking og misnýtslu, har kortnummur og aðrir upplýsingar um korteigara verða stolnir og eftirfylgjandi seldir og brúktir á útlendskum heimasíðum.
 
Tí heitir Verifone staðiliga á, at fyritøkur skifta terminalar út, sum ikki hava neyðugu trygdargóðkenningina – bæði so fyritøkan og endabrúkarin eru tryggjaði fyri misnýtslu.

JáH (y) 28.03.2018
Kelda: Tíðindaskriv

Comments

Soleiðis steðga til appum á Facebook fyri at taka upplýsingar frá tykkum

25/3/2018

Comments

 
Billede
​Danmark Radio fortelur hvussu tit kunnu steðga appum, at taka upplýsingar frá tykkum.

50 milliónir Facebook brúkarar hava fingið misbrúkt teirra data og fyri at hjálpa hyggjarnum hjá DR, so eru teir komnir við einari vegleiðing, klikk á hetta link og gerð títt Facebook forbrúk tryggjari, klikk her: "Sådan stopper du apps på Facebook i at snage i dit liv".

SáH

Comments

Tá ið Portalarnir halda pausu

25/3/2018

Comments

 
Billede
Tá ið Portalarnir halda pausu, so er tað kanska ikki langt av leið - at fólkini, sum valiga lesa portalarnir eisini halda pausu.

Les fleiri sunnudags nýggjheitir HER

Sunnudag er ein dagur - har teir allerflestu ikki vilja vita nakað nýtt og bert vilja sova dagin vekk.

Kanningar hava tó víst tað, at tað eru sunnudagar - har fólk flest geva sær stundir at hyggja eftir nýggjheitum.

Vit á Norðoya Portali eru ikki bangnir fyri at skapa nýggjheitir ein sunnudag - tí vit vita, at hvør ein dagur er fyltur við nýggjheitum - um tað so er ein mánadagur ella ein sunnudagur.

JáH (y) 25.03.2018

Comments

Vikuskiftislesnaður: John Mogensen

24/3/2018

Comments

 
Billede
John Mogensen varð føddur tann 5. mai 1928 og doyði tann 10. apríl 1977. Hann varð ein danskur sangari, sangskrivari og komponist.

Les eisini: Endiliga ein filmur gjørdur um John Mogensen

Í 1952 varð John Mogensen limur av sangkvartettini Blue Boys - men byrjaði seinni Four Jacks, saman við Poul Rudi, Otto Brandenburg og Bent Wether.

Bólkurin Four Jacks, sum hevði nøkur hits, gavst 1963 og tá fór John Mogensen at spæla sjálvur í teim vælkendu Oslo bátunum, til familjuveitslur og á smærri barrum.

Hann skrivaði eisini sangir til øðrin fólk og her kann nevnast at hann skrivaði Du ser mig når jeg kommer til Grethe Sønck og nakrar sangir til Jørgen Ingman. Tað varð í 1964, at John Mogensen gav sína fyrstu single út - men tað varð ikki tað, sum fór at gera hann kendan.

Við sanginum Der er noget galt i Danmark frá 1971 - tók solo karrieran skjótt dyg á seg og hann fekk eina kontrakt við Jørgen Kleinert. Har frá bleiv ein rúgvu av innspælingum gjørdar og ígjønum 70'ini varð John Mogensen eitt ordans hitt í Danmark. Hann vann í 1972 eisini Nikolaj prísin fyri sín orginalitet og sangevnum.

Billede
​John Mogensen dámdi sera væl radioprogrammi Dansktoppen og tað fekk hann eisini kritikk, sum hann legði líka í:

- Dansktoppurin eru tú og eg, tann deiligasti koppur av kaffi tu drekkur, og tað er alt og onki, sum hendir hvønn tann einasta dag.

Men John Mogensen hevði stórar trupuleikar við rúsdrekka - og tað sæst serliga í endanum á hansara karrieru, tá ið hann byrjaði at avlýsta fleiri og fleiri konsertir. Tað komst eisini av, at hann hevði trupuleikar við at standa á pallinum og oftað mátti John drekka sær eina kenning, áðrenn hann fór á pall. Sangirnir hjá honum vóru eisini oftað um, hvussu tað varð at liva sum bums og serliga sangurin Nede i møjet - gevur tær eina kenslu av tí.

John Mogensen dámdi best at spæla í barruni Færgegaarden - og tað varð eisini har - honum dámdi best at drekka. Tann 10. apríl varð seinastu ferð, at John Mogensen vitjaði hansara barr og her segði hann við barrtendarin Carsten Roslundh: 

Billede
- Old timer ... eg haldi sku', at eg eri liðugur! 

Og til hetta svaraði Roslundh:

- Guð ert tú so ... tú skalt bara heim til Ruth. 

Stutt eftir datt John Mogensen um, bleiv koyrdir heim til konuna og har doyði hann so av einum hjartasteðgi.

Fleiri av songunum hjá John Mogensen vera enn tann dag í dag - dagliga spældir í teim donsku útvarpunum, umframt at sangurin Så længe jeg lever (1973) er sera væl umtóktir í barrum og aðrastaðnis. Ígjøgnum 34 ár - so megnaði John Mogensen einans at skrivað áleið 30 sangir, men so skal eisini sigast, at teir allerflestu sangirnir hjá Harra Mogensen eru heilt ávorliga WELL.

JáH (y) 24.03.2018

Comments

So er liðugt asvaltera í Kunoyartunnil

23/3/2018

Comments

 
Billede© HJ Asvalt
Tað hevur tikið drúgva tíð við at fingið rør við síðurnar av vegnum í Kunoyartunnil - har fólk úr Kunoy hava havt sera gott tol.

Men asvalteringin hevur tikið sera stutta tíð og boðar HJ Asvalt, at teir eru lidnir at asvaltera á teirra FB síðu.

Nakað av arbeiðið liggur tó eftir - sjálvt um ikki kann roknast við, at Landsverk beinleiðis fer at stongja tunnilin, sum teir áður hava gjørt.

Arbeiðið uppá tunnilin byrjaði í juni síðsta ár og hevur P.B. Consult - saman við J & K Petersen staðið fyri gravi arbeiðinum.

Næsta arbeiðið, sum liggur fyri framman hjá Landsverk er at asvaltera vegin til Kunoyar og har hevur Landsverk boða Norðoya Portali frá, at tað arbeiðið er klárt at fara undir við - tí teir hava fingið játtan til tað arbeiðið. Vegurin til Kunoyar hevur annars ongatíð fingið seinasta lag av asvalti á - og nú byrjar vegurin ordiliga at merkja tað.

JáH (y) 24.03.2018

Comments

Avstralia: Massar av grind farin til spillis

23/3/2018

Comments

 
Billede
Alheimsins yvirskriftir eru, at tað eru áleið 150 hvalar, sum eru strandaðir á Hamelin Bay strondini í Avstralia í nátt - har fólk hava roynt við øllum alvi, at fingið hvalarnir út aftur.

Men tey hava einans bjarga fimm av hvalunum og restina av teimum lótu lív og tað einasta undirritaði kom í tankar um varð:

Massar av grind (góðum mati) er farin til spillis.

JáH (y) 24.03.2018

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.