NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Samrøða við Arnfinn á Birtuni

29/10/2014

Comments

 
Picture
Spurning 1: Hvat heldur tú um, at børn byrja at roykja hash ?!? (12 ára gomul)

Tað haldi eg eri forferdeliga trist og ein tragediga stutt og greitt.

Spurningur 2. Nær kann ein roykja hash fyri fyrstu ferð eftir tínum tykki ?!?

18... Men ung sum NOYÐDAST at taka ritalin, so haldi eg at hamp heiligvágur er eitt betur alternativ. Men sum at roykja fyri stuttleikar haldi eg ikki at nakar skal fyrrenn aftaná útbúgving kanska.

Spurningur 3. Hvat er verri: Rúsdrekka ella Hash og hví ?!?

Rúsdrekka er nógv farligari í sær sjálvun, men so leingi hash er kriminelt er tað farligari. Men eg haldi ikki man skal samanlíkna tey tá tað er hvør sítt.

Spurning 4: Hví ert tú farin í holt við hetta, tá tú veit hvussu vanligir føroyingar fara at hugsa um teg ?!?

Tí eg kenni Sannleikan við stóra S. Tað sum vit byrjaðu við var egentliga ikki akkurát hettar. Følsk Ákara frá politinum fekk alt mítt sosial lív og útbúgving og alt oyðilagt, og tá mátti eg aksum fara "all inn"

Spurningur 5: Til endans: Arnfinn - hvat við at loyva øðrum stoffum eisini vera lóglig í Føroyum - sosum speed o.a. ?!?

Speed er fult lógligt og nógv brúkt í FO. Ritalin ?!?! ER speed og tað er blivi vanligt ímillum tey ungu. Eg haldi ikki at hash skal lógliggerast, men bert avkriminaliserast. Sum heiligvág skal tað legaliserast. Men ongin rúsmiddul skullu í firsta umgang legaliserast, so at nakar kann selja og reklamera fyri tað. Tað skal avkriminaliserast, so tað finnur sítt natúrliga pláss, um nakað pláss. Men DO NOT KID YOURSELV... Bæði Speed og Opiatir er fult lógligt og nógv brúkt í FO.

JáH (y) 29.10.2014











Comments

Gekkurin 1,7 milliónir !!!

28/10/2014

Comments

 
Nú Gekkurin ongantíð hevur verið so stórir sum nú - spælir nærum hvør føroyingur Gekk. Og soleiðis verður nokk eisini nú komandi fríggjakvøld - har Gekkurin er heili 1.700.000,00 skattafríar krónir.

Vit vita tó ikki um greinin hjá okkum hevur ávirka, at Gekkurin er blivin eitt sindur stuttligari at spæla nú. Les grein HER

Men um nú onkir eydnusamur vinnarin verður næstu ferð - so er tað sera harmuligt, at Gekkurin aftur endar á góðar 100.000,00 kr og harvið missir eina rúgvu av Gekka fjepparum - sum ikki tíma at spæla um "sølle" hundrað túsund.

Vit halda tó - at lúkarnar eru alt ov smáar enn og at um ein slapp inn til fyrsta spæl, so burdi ein vunnið 10.000,00 kr og 20.000,00 kr næsta spæl og 30.000,00 kr triðja spæl - nú soooo nógvur peningur er at vinna til fjórða spæl - nevniliga 1,7 milliónir krónir.

Ein fortaldi fyri okkum á Norðoya Portali at tað eisini hevði verið eitt gott hugskot hjá fólkunum handan Gekkin, at stíla fyri at ein kundi vinna eitt krov um ein kom ígjøgnum - sum eyka vinning. 

Og hvat við at biðja Kim Hansen spæla næstu ferð ?!? Terja Rasmussen ?!? Ella hvat við Hanus G. Johansen ?!? Og hvat við at fáa Jákup Veyhe at fýra eina góða av ímillum vinningarnir ?!? Forrestin so smakkar KONFEKT ótrúliga væl - men onkuntíð kann tað vera strævið & óintersant at eta "konfekt" allatíðina, isje sannheit ?!?

JáH (y) 28.10.2014
Comments

Eitt tips til tykkum sum arbeiða dagvakt/kvøldvakt

27/10/2014

Comments

 
Um tú hevur fingið boð, at ímorgin skal tú til arbeiðis kl. 20.00 og fyrrverandi dagar hevur tú arbeitt kl. 08.00 - far tá seint í song. Tvs., at tú fekk boð ígjár - at nú skal tú arbeiða kvøldvakt í dag - so fer tú seint í song.

Men nú ert tú farin tíðliga upp (kl. 05.00) - tí at tú veit, at tú aftur skal sova um dagin - og tá krevst, at tú ert eitt sindur troyttur, tá tú leggir teg aftur um 13 tíðina. Gott er eisini at liggja í einum rúmið - har dagsljós IKKI sleppur inn.

Og drekk ikki ov nógv kaffi - tá tú vaknar á morgni - tá hetta kann føra til, at tú slett ikki sovnar, tá tú leggur teg um 13 tíðina ella áðrenn. Men undirvurdera ikki søvnin hjá tær, tá tað er ein týðandi partur av lívinum - og legg teg so og sov, sjálvt um tað er dagur - tí um tú arbeiðir á einum virki, har tú arbeiðir 12 tímar um dagin - so er tað sera umráðandi at fáa góðan søvn og góðan matna.

Ein sera góð rýtma er 8 x 8 x 8 í lívinum - har tú arbeiðir 8 tímar, svevur 8 tímar og hevur eitt sosialt samband í 8 tímar. Men hevur tú ikki tað luksus við tí sosiala, tá tú arbeiðir í einum virki - sum krevur at tú arbeiðir 12 tímar um dagin - so er (sum sagt áður) sera umráðandi at familja, vinir og kenningar kenna til tína støðu og at tú hevur brúk fyri hesum søvni (min. 6 - 8 tímar) - so at tú kanst vera væl upplagdur, tá tú einaferð skal til arbeiðis.

Góða eydnu, tú !!!

JáH (y) 28.10.2014

Comments

At taka hana aftanífrá - er best fyri menn við ringum ryggi

27/10/2014

Comments

 
Menn sum hava ilt í rygginum kunna við fordeili tala partnarin at leggja seg á øll fýra undir sex. Ein nýggja kanadisk kanning í tíðarritinum Spine Journal vísur nemliga á at tað belastar ryggin hjá monnunum minst.

Granskara hava kannað fimm sex-stillingar fyri at vísa á, hvørjir eru best fyri menn við ringum ryggi.

Ein og hvør praktikserandi lækni kann fortelja frá, at oftað koma pør og spyrja hvussu tey skula halda seg til - tá maðurin hevur ryggtrupuleikar. Nógv pør halda seg frá at hava sex, grundað av ryggtrupuleikum, fortelur Stuart McGill (granskari á University á Waterloo) og sum hevur granskað ymiskar vansar (og fyrimunir) ryggtrupuleikum hjá monnum undir sex.

Sjá slóðbrótandi video niðanfyri har professarin Stuart McGill greiðir frá hví tað er betri hjá monnum við ringum ryggi, at taka hana aftanífrá:

JáH (y) 28.10.2014

Comments

Heilt ótrúligt - men tað er sunt at gløða eftir bróstum !!!

22/10/2014

Comments

 
Tað er sunt at gløða eftir nøkrum deiligum boppum - tað skrivar Fox News. Tá tú sum eitt ordiligt mannfólk sær eini deilig bróst - so fær tað hjartað hjá tær at pumpa skjótari og harvið - so er blóðcirklulatión í tí heila - you know.

Og tískil so er tað faktist synd, at hyggja vekk - tá ein deilig steik við deiligum bróstum kemur gangandi forbí teg. Men lær teg og hygg - hygg ikki, tá hon hyggur - tí tað er sku' óhøfligt.

Tað er sjálvandi ein myta vit tosað um - sum tann uppdiktaði persónurin Karen Weatherby hevur fortalt fyri fjølmiðlum verðina runt - men vit á Norðoya Portali halda, at tað ljóðar heilt gott. Karen fortaldi eisini frá, at hyggja eftir einari deiligari steik í 10 min er tað sama, sum at gera aerobic í 30 min.

Um mytan er sannheit ella ikki - so ljóðar tað sum um, at tað er ógvulig sunt at gløða eftir nøkrum deiligum boppum, isje sannheit ?!?

JáH (y) 23.10.2014


Comments

Ein øðrvísis máti at taka kampin upp ímóti happing !!!

22/10/2014

Comments

 
Picture
Hon bleiv happa og onkur ynskti hana deyða á Facebook. Men hon valdi at taka kampin upp við tey sum happaðu uppá sín heilt egna máta.

Les annars aðra grein, vit á NP hava skrivað ímóti happing HER

Hygg sjálv/ur eftir inspirerandi video niðanfyri:

JáH (y) 23.10.2014

Comments

Video: Hugskot til KVF

22/10/2014

Comments

 
PictureMynd: Tey sum vóru í Íslandi
Tann 4. oktober vóru 3 føroyskir stuttleikir framførdir í Íslandi. Tilsamans vóru tað 15 leikir, sum blivu framførdir á Neata Short Play Festival - har teir flestu vóru íslendskir.

Ráðstevnan varð til "amatørar" - sjálvt um undirritaði helt, at góðskan av sjónleikum varð uppi í topp.

Sjálvur hevði eg eitt video-myndatól við, so at eg kundi taka allar teir føroyskir sjónleikarnar upp og tað júst hugskotið eg atlaði at handa Kringvarp Føroya við einum silvurfati. 

Nevniliga at byrja at taka allar teir føroysku sjónleikirnar upp - tí eitt er so heilt sikkurt, sjónleik duga vit í Føroyum og eg meti tað er synd, at ongin frá KVF hugsar sama tanka sum eg sjálvur (í KVF búleikast nemliga nógvir fyrrverandi sjónleikara) tí nógvir sjónleikir fara bert í søguna.

At taka ein sjónleik upp burdi verið eitt perfekt høvið hjá KVF fyri at skapt eitt sindur meira & øðrvísis undirhald. Tað er sjálvandi ikki tað sama, at hyggja eftir sjónvarpi - sum at hyggja eftir einum sjónleiki live. Men so høvdu minnini staðið eftir hjá fólkið og sjónleikurin, saman við sjónleikara høvdu ongantíð verið gloymdir. 

Eg kundi nevnt eitt ótal av sjónleikum og live tónleikaframførslum, sum KVF kundi havt tikið upp - men eg velji heldur at lata vera ... hvør veit um tey á KVF ikki hugsa: "Hmm, hatta er faktist eitt sera gott hugskot ..!"

Hetta er ikki ein ákæra til KVF - men bert eitt hugskot, sum eg persónliga vóni at tey fara at taka til sín. Hóast góðskan ikki er tann allerbesta - so kanst tú niðanfyri síggja teir 3 leikirnar, sum framførdir blivu tann 4. oktober í ár á Neata Short Play Festival í Kópavogi og tey góðu ummælini teir føroysku leikirnir fingu.

JáH (y) 23.10.2014 

Comments

Merkilig nøvn hjá børnum í Hollywood

22/10/2014

Comments

 
Navnið Apple hjá barninum hjá Gwyneth Paltrow og forsangaranum í Coldplay (sí mynd t.v.), Chris Martin er inspireraða av Bíblini. Sum Paltrow sjálv sigur: "Súrepli eru søt og heil - og so er tað so bíbilskt - eg helt bara at tað ljóðaði so vakurt og ... reint!"

Sjónleikarin Nicolas Cage elskar teknirøðir og hevur nevnt sonin hjá sær Kal-El, sum er føðinavnið hjá Superman.

Og sjálvandi muga vit ikki gloyma Michael Jackson, sum nevndi sonin hjá sær fyri Blanket - sum merkir teppi. 

Meira um Hollywood seinni ...

JáH (y) 22.10.2014



..
Comments

Beverly Hills 90210: Hvar eru tey í dag ?!?

21/10/2014

Comments

 
Picture
Vit kenna øll tey gomlu røðina Beverly Hills 90210 frá ár 1990 og sum vardi heili 10 ár.

Søgan um Brandon - sum flest allar kvinnur tá vóru forelskaðar í. Ella um tí óndu Brendu - sum ongin toldi gronina í. Ella um David sum varð DJ í skúlanum og tí ráða Dylan, sum líka legði í - hvat onnur hildu um hann.

Til felags fyri røðina, at hon varð um rík ung fólk og hvør skuldi trúð tí - at røðin hjá Aaron Spelling fór at vera so populer - sum hon nú einaferð varð (er).

Men spurningurin er kanska - hvar eru tey so í dag ?!? 

Hvar er Kelly ?!? Ella hvar er tann stuttligi Steve í dag ?!?

Les um tey niaðnfyri og endurliv minningar um røðina, sum fekk mangar tímar at ganga - tá ein sjálvur varð yngri.

Endurliv eisini lagið frá Beverly Hills 90210 niðast ...

Enjoy !!!

JáH (y) 22.10.2014

Picture
JASON PRIESTLEY

Jason Priestley sum spældi Brandon Walsh í 245 røðum varð í holt við at skriva eina bók um sítt egna lív og lívið sum Brandon á røðini Beverly Hills 90210. Men hann hevur eisini havt gestarollir í kendum amerikonskum røðum, sosum Medium og Psych.

Tá hann ikki endurtekur gomlu rolluna hjá sær, sum Brandon Walsh - so spældi hann faktist ein sølumaður, sum selur gamlar bilar. í røðini Call Me Fritz frá Kanada.

Jason er giftur tvær ferðir, eigur tvey børn og er í dag 45 ára gamal (føddur 28. august 1969).



Picture
SHANNEN DOHERTY

Hon fór frá røðina Beverly Hills 90210 longu eftir fjórðu sesong. Hon hevði rolluna sum tann ónda Brenda Walsh. Doherty hevur spælt við eina rúgvu av B-filmum og eisini røðum, sosum Charmed, Dancing With the Stars, Scare Tactic's og Mallrats.

Hon hevur eisini havt eina røð um sítt egna lív, sum kallaðist Shannen Says - har ein kundi fylgja lívinum hjá henni og manninum Kurt Iswarienko, sum hon giftist við í 2011.

Í 2013 hjálpti hon eisini einum tannáringi frá at gera sjálvmorð - tá hesin ungi maður hótti við sjálvmorð via Twitter.

Í 2014 skuldi hon koma til Føroyar fyri at hjálpa Paul Watson ímóti grindadrápi - men av ein ella aðrari orsøk kom hon ikki henda vegin. 

Shannen er fødd 12 apríl 1972 og er í dag 43 ára gomul. Hon er gift 3 ferðir - Í dag gift við Kurt (sí omanfyri) og eigur ongin børn.

Picture
IAN ZIERING

Ian Ziering spældi allar 292 røðirnar á Beverly Hills 90210. Hann spældi Steve Sanders.

Hann hevur síðan lagt rødd til tí animeraðu røðina Biker Mice From Mars og Spiderman.

Hann hevði eisini eina lítla rollu í filminum That's My Boy frá 2012 - og eina heldur størri rollu í filminum Sharknado - sum er so botnvánaligur - at filmur faktist er stuttligur.

Ian er eisini giftur tvær ferðir. Í dag giftur við Erin Kristine Ludwig - eigur tvey børn og er í dag 50 ára gamal (føddur 30. mars 1964)

Picture
GABRIELLE CARTERIS

Gabrielle Carteris spældi Andrea Zuckerman í 145 røðum og hon spælir faktist sjónleik enn tann dag í dag. 

Hon hevur lagt røddir til nógv spøl og eisini nógvar teknifilmar. 

Í løtuni er varaforseti hjá SAG-AFTRA í Los Angeles, sum er ein felagsskapur sum hjálpir sjónleikarum, at koma í gongd.

Gabrielle er gift eina ferð - og maðurin eitur Charles Isaac's og saman eiga tey tvey børn.

Hon er 51 ára gomul í dag og er fødd 2. januar 1961.

Picture
BRIAN AUSTIN GREEN

Eftir at hann fór frá røðini í ár 2000 - hevur Brian Austin Green verið í røðum sosum: Freddie, Terminator: The Sarah Connor Chronicles, Desperate Housewife og Smallwille. Brian spældi annars David Silver í røðini.

Hann er nú at síggja í einari røð hjá TBS kalla Wedding Band - ein stuttlig røð um vinir sum spæla til brúðarveitslur.

Hann er giftur eina ferð og við ikki minni enn Megan Fox - sum nokk hevur meira succes við filmum enn hann sjálvur nakrantíð hevur havt. Saman eiga tey trý børn og Brian sjálvur er føddur 15. Juli 1973 og er í dag 41 ára gamal.



Picture
JENNIE GARTH

Jennis Garth spældi allar røðirnar sum Kelly Taylor í Beverly Hills og hevur eisini spælt við í tí nýggju røðini av Beverly Hills, sum tó ikki er líka populer sum tann fyrra. Hon varð eisini í einari røð, sum eitur What I Like About You.

Í 2012 spældi hon við einum reality show'ið "Jennie Garth: A Little Bit Country" - sum tó ongantíð bleiv tað stóra hitti.

Jennie er í dag singul (okkum vitandi) - men hevur verið gift tvær ferðir. Hon eigur trý børn og er sjálv fødd tann 3. apríl 1973 og er í dag 42 ára gomul.




Picture
TORI SPELLING

Tori Spelling, sum er dótturin hjá skaparanum av Beverly Hills 90210, Aaron Speeling - varð eisini við øllum røðunum. Hon spældi Donna Martin í røðini.

Maðurin sum hon er gift við í dag, Dean McDermott hava eisini gjørt eitt veruleika show, sum æt: Tori & Dean: Inn Love" (seinni kallað Tori & Dean: Home Sweet Hollywood) og eisini røðina Tori & Dean's Storibook Weddings.

Tori plagar eisini at vera gestur í talkshow'inum "The Talk".

Tori varð eitt sindur vill tá og eru mangar myndir av henni, sum hon í dag ikki er so stolt av. Hon hevur verið gift tvær ferðir - eigur fýra børn og er sjálv fødd tann 16. Mai 1973.


Picture
LUKE PERRY

Luke Perry sum spældi Dylan McKay fór frá røðini í 1995 - men valdi at koma aftur í 1998.

Eftir tað hevur hann verið við røðini Oz frá HBO og eisini John From Cincinnati. Hann hevði eisini eina minni rollu í filminum The Fifth Element, sum Bruce Willis spældi høvuðsrolluna í.

Eisini hevur hann havt gestarollur í røðum sosum: "Law & Order: SVU", "Criminal Minds" og "Body of Proof".

Luke hevur verið giftur eina ferð - men har bleiv tað liðugt í 2003, eftir at hann og Rachel Sharp høvdu verið gift í 10 ár. Saman fingu tey tvey børn og Luke sum er føddur 11. oktober 1966 er í dag 48 ára gamal.



Comments

Hevði 53.000,00 kr í hennara BH - tá hon bleiv handtikin !!!

15/10/2014

Comments

 

Ein 18 ára gomul kvinna bleiv handtikin - grunda av einum bardaga. Tá løgreglan handtók hana funnu teir 53.000,00 kr í hennara bh. 

Tvær bugarskar kvinnur vóru farnar til hendurs og fóru at klandrast um hvør átti staðið uttanfyri ein handil - har tær plagdu at biðja um pengar. 

Men hvussu løgreglan fann pengarnir sigur søgan onki um ..!

Les meira HER

JáH (y) 16.10.2014  



Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.