
Søgan um Brandon - sum flest allar kvinnur tá vóru forelskaðar í. Ella um tí óndu Brendu - sum ongin toldi gronina í. Ella um David sum varð DJ í skúlanum og tí ráða Dylan, sum líka legði í - hvat onnur hildu um hann.
Til felags fyri røðina, at hon varð um rík ung fólk og hvør skuldi trúð tí - at røðin hjá Aaron Spelling fór at vera so populer - sum hon nú einaferð varð (er).
Men spurningurin er kanska - hvar eru tey so í dag ?!?
Hvar er Kelly ?!? Ella hvar er tann stuttligi Steve í dag ?!?
Les um tey niaðnfyri og endurliv minningar um røðina, sum fekk mangar tímar at ganga - tá ein sjálvur varð yngri.
Endurliv eisini lagið frá Beverly Hills 90210 niðast ...
Enjoy !!!
JáH (y) 22.10.2014

Jason Priestley sum spældi Brandon Walsh í 245 røðum varð í holt við at skriva eina bók um sítt egna lív og lívið sum Brandon á røðini Beverly Hills 90210. Men hann hevur eisini havt gestarollir í kendum amerikonskum røðum, sosum Medium og Psych.
Tá hann ikki endurtekur gomlu rolluna hjá sær, sum Brandon Walsh - so spældi hann faktist ein sølumaður, sum selur gamlar bilar. í røðini Call Me Fritz frá Kanada.
Jason er giftur tvær ferðir, eigur tvey børn og er í dag 45 ára gamal (føddur 28. august 1969).

Hon fór frá røðina Beverly Hills 90210 longu eftir fjórðu sesong. Hon hevði rolluna sum tann ónda Brenda Walsh. Doherty hevur spælt við eina rúgvu av B-filmum og eisini røðum, sosum Charmed, Dancing With the Stars, Scare Tactic's og Mallrats.
Hon hevur eisini havt eina røð um sítt egna lív, sum kallaðist Shannen Says - har ein kundi fylgja lívinum hjá henni og manninum Kurt Iswarienko, sum hon giftist við í 2011.
Í 2013 hjálpti hon eisini einum tannáringi frá at gera sjálvmorð - tá hesin ungi maður hótti við sjálvmorð via Twitter.
Í 2014 skuldi hon koma til Føroyar fyri at hjálpa Paul Watson ímóti grindadrápi - men av ein ella aðrari orsøk kom hon ikki henda vegin.
Shannen er fødd 12 apríl 1972 og er í dag 43 ára gomul. Hon er gift 3 ferðir - Í dag gift við Kurt (sí omanfyri) og eigur ongin børn.

Ian Ziering spældi allar 292 røðirnar á Beverly Hills 90210. Hann spældi Steve Sanders.
Hann hevur síðan lagt rødd til tí animeraðu røðina Biker Mice From Mars og Spiderman.
Hann hevði eisini eina lítla rollu í filminum That's My Boy frá 2012 - og eina heldur størri rollu í filminum Sharknado - sum er so botnvánaligur - at filmur faktist er stuttligur.
Ian er eisini giftur tvær ferðir. Í dag giftur við Erin Kristine Ludwig - eigur tvey børn og er í dag 50 ára gamal (føddur 30. mars 1964)

Gabrielle Carteris spældi Andrea Zuckerman í 145 røðum og hon spælir faktist sjónleik enn tann dag í dag.
Hon hevur lagt røddir til nógv spøl og eisini nógvar teknifilmar.
Í løtuni er varaforseti hjá SAG-AFTRA í Los Angeles, sum er ein felagsskapur sum hjálpir sjónleikarum, at koma í gongd.
Gabrielle er gift eina ferð - og maðurin eitur Charles Isaac's og saman eiga tey tvey børn.
Hon er 51 ára gomul í dag og er fødd 2. januar 1961.

Eftir at hann fór frá røðini í ár 2000 - hevur Brian Austin Green verið í røðum sosum: Freddie, Terminator: The Sarah Connor Chronicles, Desperate Housewife og Smallwille. Brian spældi annars David Silver í røðini.
Hann er nú at síggja í einari røð hjá TBS kalla Wedding Band - ein stuttlig røð um vinir sum spæla til brúðarveitslur.
Hann er giftur eina ferð og við ikki minni enn Megan Fox - sum nokk hevur meira succes við filmum enn hann sjálvur nakrantíð hevur havt. Saman eiga tey trý børn og Brian sjálvur er føddur 15. Juli 1973 og er í dag 41 ára gamal.

Jennis Garth spældi allar røðirnar sum Kelly Taylor í Beverly Hills og hevur eisini spælt við í tí nýggju røðini av Beverly Hills, sum tó ikki er líka populer sum tann fyrra. Hon varð eisini í einari røð, sum eitur What I Like About You.
Í 2012 spældi hon við einum reality show'ið "Jennie Garth: A Little Bit Country" - sum tó ongantíð bleiv tað stóra hitti.
Jennie er í dag singul (okkum vitandi) - men hevur verið gift tvær ferðir. Hon eigur trý børn og er sjálv fødd tann 3. apríl 1973 og er í dag 42 ára gomul.

Tori Spelling, sum er dótturin hjá skaparanum av Beverly Hills 90210, Aaron Speeling - varð eisini við øllum røðunum. Hon spældi Donna Martin í røðini.
Maðurin sum hon er gift við í dag, Dean McDermott hava eisini gjørt eitt veruleika show, sum æt: Tori & Dean: Inn Love" (seinni kallað Tori & Dean: Home Sweet Hollywood) og eisini røðina Tori & Dean's Storibook Weddings.
Tori plagar eisini at vera gestur í talkshow'inum "The Talk".
Tori varð eitt sindur vill tá og eru mangar myndir av henni, sum hon í dag ikki er so stolt av. Hon hevur verið gift tvær ferðir - eigur fýra børn og er sjálv fødd tann 16. Mai 1973.

Luke Perry sum spældi Dylan McKay fór frá røðini í 1995 - men valdi at koma aftur í 1998.
Eftir tað hevur hann verið við røðini Oz frá HBO og eisini John From Cincinnati. Hann hevði eisini eina minni rollu í filminum The Fifth Element, sum Bruce Willis spældi høvuðsrolluna í.
Eisini hevur hann havt gestarollur í røðum sosum: "Law & Order: SVU", "Criminal Minds" og "Body of Proof".
Luke hevur verið giftur eina ferð - men har bleiv tað liðugt í 2003, eftir at hann og Rachel Sharp høvdu verið gift í 10 ár. Saman fingu tey tvey børn og Luke sum er føddur 11. oktober 1966 er í dag 48 ára gamal.