NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Vatnviðurskiftini hjá Kunoyar Kommunu íordan ?!?

31/1/2017

Comments

 
Billede
Undirritaði hevur fingið at vita frá fleiri úr Kunoynni, at vatni ikki er sum tað skal og enntá eru fleiri, sum hava skift filtur - tí at vatni er skitið, sum runnið er úr krananum.

Tískil so fari eg at spyrja tykkum í Haraldsundi eisini, um vatnviðurskiftini eru íordan - tí eru vatnviðurskiftini ikki íordan, so má hetta takast upp til næsta Kommunustýrisfund, sum verður tann 22. februar Kl. 19.00 í Bygdahúsinum í Kunoy, so at okkurt má gerast við henda vaksandi trupuleikan. Øll eru hjartaliga meira enn vælkomin at vera við á hesum fundi.

Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu

Comments

Noreg: Fyrsta samkynda parið gift í kirkju

31/1/2017

Comments

 
Billede
Fyrsta samkynda parið í Noregi blivu giftir ígjár - eftir at Kirkjuráðið hevði góðkent líkarætt fyri samkynd í Noregi mánadagin.

63 ára gamli Kjell Frølich Benjaminsen og 70 ára gamli Erik Kjælnes hava verið par í 36 ár og hava eisini bíða í 36 ár at sleppa at gifta seg í eini kirkju.

Sóknarpresturin Bettina Eckbo hevði soleiðis til orðanna í kirkjuni:

- Dagurin í dag er søguligur uppá nógvar mátar. Í dag feira vit, at samkynd endiliga kunna giftast í eini kirkju. Og vit feira tykkum. Tit eru søguligir, segði presturin við nýgifta parið.

JáH (y) 01.02.2017

Comments

Fara at kanna møguleikar við neystum í Haraldsundi

28/1/2017

Comments

 
Billede
Á Kommunustýrisfundi tann 25.01.2016 varð eitt 2 ára gamalt mál hjá Jón Magnusson, sum fegin vil byggja sær eitt neyst í Haraldsundi, tikið upp á fundi. Og á fundinum hevði undirritaði tað uppskot, at kannaðir blivu møguleikarnir viðvíkjandi neystabygging í Haraldsundi - eitt nú hvussu stórt økið vit kunna brúka til neystabygging og hvussu stór neystini skula vera.

Til næsta Kommunustýrisfund, sum verður tann 22. februar verður kunnað um - hvussu stórt økið er, sum neystini skula standa á og síðan verður eitt uppskot sett upp, har Haraldsundsfólk fáa møguleikan at keypa sær eitt neyst (sunnanfyri dráttin, um eg skilti tað rætt) og spennandi verður tað, hvussu nógv neyst vit fara at fáa pláss fyri og sjálvandi skula neystini byggjast soleiðis, at tey fella inn í bygdina.

Til fundin spurdi eg eisini, um eg ikki kundi fáa hjálp frá Bárður Klode, sum jú er har frá. Og fara vit í næstum taka mát á økið, har neystini skula standa og eftir hetta, so skula vit finna onkran arkitekt, sum megnar at teknað eina tekning av neystum, sum fella inn í bygdina og eftir hetta, so vera neystagrundirnar bjóðaðar út til fólkini í Haraldsundi. Undirritaði dugir ikki, at siga uppá núverandi tíðspunkt, hvussu nógv hesi neyst koma at kosta - men vónandi megna vit at halda prísin rímuliga bíliga, so at allar neystagrundir vera seldar uppá eingang.

Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Kommunustýrislimur fyri Kunoyar Kommunu

Comments

Norðlýsið møguliga selt?

25/1/2017

Comments

 
Billede
Tað ganga leysasøgur í Klaksvík og tær skulu vera álítandi, at tíðindarblaðið Norðlýsið møguliga er selt? 

Nógv hava vent sær til  Norðoya Portalin og spurt, um vit hava keypt Norðlýsið? men tað hava vit ikki.

Spennandi verður at vita, um søgan er røtt og hvørjir hava keypt Norðlýsið?

SáH

Comments

Hoyrt á Facebook: 12 "Mentanarviðrislønir Landsins" til Tórshavn 0 til Norðoyggjar higartil

25/1/2017

Comments

 
Billede
​Av teimum 16, ið higartil hava fingið "Mentanarvirðisløn Landsins" eru heili 12 úr Tórshavn og 0 úr Norðoyggjum.
So spenningurin er ØÐILIGUR í kvøld

skulu vit ikki bara kallað tað,  "at Klippa hvørjum øðrum".

SáH

Comments

"Allo Allo" stjørnan Gordan Kaye er deyður

23/1/2017

Comments

 
Billede
Stjørnan vit kenna frá Allo Allo, Gordon Kaye doyði ígjár 73 ára gamal - í einum umsorganarheimi.

Kaye spældi rolluna sum Rene Artois, har hann átti eina café í Fraklandi undir Øðrum Veraldarbardaga, sum hersett av Týsklandi.

Hann spældi við 84 røðum og er røðin Allo Allo ein sera kend røð í Føroyum, tá ið KVF í sínari tíð vísti røðina í Sjónvarp Føroya.

Les meira um Gordan Kaye HER

JáH (y) 24.01.2016

Comments

Lúsakrígg – 28. og 29. Januar

23/1/2017

Comments

 
Billede
Góðu foreldur
​

Lýs er ein afturvendandi trupulleiki hjá nógvum børnum, vaksnum, stovnum og skúlum. Fyri at fyribyrgja og basa lýsnum er neyðugt, at øll verða kemd samstundis.

Við hesum verður heitt á øll foreldur um at kemba tykkara børnum vikuskiftið 28. - 29. januar 2017. 

Talan er um eitt felags átak við áheitan frá okkum øllum.

Vinarliga

Barnahúsið Margit 
Blákollan 
Dagrøktin 
Dr. Margrethu Barnagarður 
Fjallafípan 
Mylnuhúsið 
Snjallabjalla
á Skúlatrøð


 Sjá Viðgerð o.a.

Comments

Liðugt ímillum Depp og konuna

13/1/2017

Comments

 
Billede
Nú er tað so endiliga liðugt ímillum sjónleikarin Johnny Depp og Amber Heard. Og avtalan er at Depp skal gjalda góðar 50 milliónir krónir til Heard, sum hon ætlar sær at geva til vælgerandi endamál, sigur hon alment.

So Johnny Depp er byrjaður sjálvur, at deila tær 50 milliónirnar út til vælgerandi endamál, ístaðinfyri at eks. konan fær peningin til at gera tað sama.

Amber Heard sigur, at Johnny Depp ger bert hetta - fyri at sleppa undan at gjalda meiri í skatt og ímóti sær. Hon heldur enn uppá, at Depp heldur eigur at lata tær 50 milliónir fella í hennara pengapung.

JáH (y) 14.01.2017

Comments

Nýggja spælimaskinan hjá Nintendo

12/1/2017

Comments

 
Billede
Nintendo hevur havt tógvi stríð ímóti
X-Box og Playstation - men nú royna teir seg aftur og hesa ferð við einari maskinu, sum teir kallað: Nintendo Switch. 

Spælimaskinan kom út í morgun og spennandi verður, hvussu fólk fara at taka ímóti hesari maskinu.

JáH (y) 13.01.2016

Comments

Torradagar í Klaksvík

12/1/2017

Comments

 
Billede
Nú stundar Torratíðin aftur til – dagarnir verða hildnir í Klaksvík 13. til 18. februar 2017 við nógvum ymiskum á skránni innan sjóvinnu og sjólív.
​

Eftir ætlan verður eisini ein serligur fyrilestur ella framløga um Flemish Cap við Kjartan Kjartansson, stýrimanður og Sigmar Bjáberg, rithøvundi. Framløgan verður í miðhøllini á Skúlatrøð leygardagin 18. februar 2017 kl. 15.00, og hevur heitið ”Søgur av Flemish Cap”.

Tað finnast rættiliga nógvar myndir og filmar. Hugaligt hevði verið at fingið avrit av onkrum myndum ella filmsbrotum at vísa henda dagin!

Annað, sum eisini er umráðandi í hesum sambandi, er at fáa eitt gott prát aftaná við einum góðum kaffimunni, har oftani nógv gott “reyp” stendst av. Tískil verður boðin ein góður kaffimunnur aftaná.

Vælkomin til Torradagar í Klaksvík, har m.a. tónleikur, framløgur um makrelin og fiskimarkið, um Kuba-bátarnar, plast í sjónum, fiskivinnutingið - har floksformenn á tingi siga sína hugsan um tilstundandi fiskivinnunýskipanina, og hvat fiskivinnan sigur um fiskivinnunýskipanina – har vinnan kjakast um ætlaðu fiskivinnunýskipanina, og søgur av Flemish Cap og ymiskt annað er á breddanum. 

Neyvari skrá verður tøk seinni.

Seinasta freist at senda tilfar til skránna og tíðindastubba til Torrablaðið er 3. februar 2017.

Kelda: Klaksvíkar Kommuna 11.01.2017

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.