NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Syndarlig Jól: So eru eykasýningarnir eisini útseldar!

29/11/2016

Comments

 
Billede
Klaksvíkar Sjónleikarafelag vísur í næstum svarta komediu/satiru í tí Gomlu Brandstøðini í Klaksvík og sølan hevur gingið somikið væl, at útselt er til allar sýningarnir - eisini eykasýningarnir blivu útseldar ígjár.

Her er talan um øðrvísis humor enn tey eru von at borðreiða við - og er aldursmarki sett upp til 18 ár.

Syndarlig Jól, sum showið eitur er ikki fyri sartar sálar, men tey frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag lova, at her er talan um skemt, sum er tað vert og gleða tey seg at síggja tykkum í Gomlu Brandstøð.

JáH (y) 30.11.2016

Comments

Charlie Hebdo verður nú eisini á týskum

23/11/2016

Comments

 
Billede
Eftir terrorálopið á satirublaðið Charlie Hebdo úr Fraklandi - er blaðið blivi somikið populert, at nú skal tað eisini prentast í Týsklandi ...

Les eisini: Eitt ár síðani syrgiligu hendingina á París

Blaðið verður prentað í 200.000 eintøkum og kemur út næsta hósdag í Týsklandi, veit NTB at siga frá.

12 fólk lótu lív síðsta ár hjá Charlie Hebdo og líka síðan álopið - hevur blaðið selt enn meira bløð, har høvuðsmotto'in er at tað skal vera loyvið at gera grin burturúr øll ..!

JáH (y) 24.11.2016

Comments

ÚTSELT til Syndarlig Jól !!!

23/11/2016

Comments

 
Billede
Fólk eru gingin púra amokk á jólum og atgongumerkini eru skrødd av hyllunum til showið Syndarlig Jól, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag stendur aftanfyri ...

Eykasýningar

Men varð tú ikki ein av teimum, sum fekk hendur á einum atgongumerki, so nýtist tær tó ikki at stúra - tí tvær eykasýningar vera eisini tann 8. des. og 9. des. og vilt tú gjarna síggja hvat ØLL fara at tosað um - so mást tú heldur skunda tær og keypa tær eitt atgongumerki, tí skjótt kann vera útselt ... om igen. 

​Keyp atgongumerki á www.atgongumerki.fo

Talan er um svartan humor & satiru, sum varar í ein góðan tíma og vit ávara teg um, at tað er 18 ára aldursmark og absalutt ikki fyri sartar sálir. Komið við til eina pínliga - men stuttliga løtu, tá ið Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførir Syndarlig Jól í Gomlu Brandstøð.

JáH (y) 24.11.2016

Comments

Syndarlig Jól: Skemt so tað baskar eftir í !!!

19/11/2016

Comments

 
Billede
Klaksvíkar Sjónleikarafelag er farin í holt við Norðoyastevnu Teiti á Jólum og sigast skal, at her er ikki talan um tað vanliga Norðoyastevnu Teiti, tí nú eru tey farin eitt sindur longur út ...

Showið eitur Syndarlig Jól og varar í ein góðan tíma - beinavegin skal eisini gerast vart við, at hetta er also ikki eitt show fyri sartar sálir (tað er 18 ára aldursmark) og fara tey at framføra showið í Gomlu Brandstøðini, sum er ordiliga gjørt um til eitt "mini" sjónleikarahús.

Hetta er faktist nakað, sum ein má upplivað og heilt sikkurt nakað, sum fólk fara at tosað um í longri tíð. Vit í Klaksvíkar Sjónleikarafelag vilja gjarna boða frá, at hevur hetta (svartur humor og satira) tín áhuga, so er at skunda sær at keyp tær eitt atgongumerki, tí har er næstan longu útselt ... (sjá myndarøð og Youtube klipp longur niðri).

​Keyp atgongumerki á www.atgongumerki.fo

Tey leikandi eru: Hanus Gregersen, Jógvan á Høvdanum (yngri), Aðalbjørg J. Linklett, Emry Jo, Durita Joensen, Barbara Hentze, Rakul Winther, Rólant R. Biskopstø og Nicolina Rubeksen.

JáH (y) 20.11.2016

Comments

Ryan Reynolds fekk eitt nervasamanbrot

18/11/2016

Comments

 
Billede
Sjónleikarin Ryan Reynolds, sum arbeiddi í 11 ár við at fáa filmin Deadpool til veruleika, har hann ímillum annað varð við til at skriva filmin - við sær sjálvum sum høvuðsleikara - fekk eitt nervasamanbrot eftir filmin.

- Eg føldi meg sum eina skonnart, sum varð í einum stormi í heilum. Eftir at filmurin varð liðugur, fekk eg eitt nervasamanbrot, fortaldi Reynolds til tíðarriti GQ herfyri.

Men langa bíðitíðin hjá Reynolds hevur givið bonus, tí longu nú er talan um ein 2'ara av Deadpool, tí fyrri filmurin gav nevniliga góðar 782 milliónir dollars, veit Buiness Insider at siga frá.

JáH (y) 19.11.2016

Comments

Jennifer Lopez gav eks. manninum ein muss!

18/11/2016

Comments

 
Billede
Jennifer Lopez gav eks. manninum ein muss á pallinum, tá ið heiðurslønir blivu givnar vekk til showið Latin Grammy Awards 2016 og tað hevur skapt yvirskriftir verðina runt.

Eftir at tey bæði høvdu sungið eitt lag saman, tók Jennifer Lopez eks. mannin, Marc Anthony til sín og gav honum ein stóran muss á munnin.

Tey bæði blivu annars gift í 2004, har tey eisini fingu tvillingar saman og vóru kosin til at vera parið av pørum. Men ak og ve - lukkan helt ikki hjá teimum og í 2011 blivu tey skild og tað sigst, at 47 ára gamla Jennifer Lopez ongar planir hevur um, at fáa sær ein nýggjan mann.

JáH (y) 19.11.2016

Comments

Hvat so um eg ikki endaði sum Borgarstjóri ?!?

13/11/2016

Comments

 
BilledeMynd frá Guitaristunum
Nú hevur verið nógv rumbul í seinastuni ... ikki einans í Havn, men so sanniliga eisini í Kunoy.

Men faktist so er ikki meira at gera við tað og tað ætli eg mær heldur ikki. Og nakað, sum eg heldur ikki ætli mær at gera, er at liggja innibobblaður við hatri, tí tað fer einans at raka meg sjálvan í seinasta enda.

Politikkur er nú einaferð politikkur og tað er stuttligt at vera ein partur av. Men lívið er so nógv annað enn politikkur og í seinasta enda, er lívið nógv stuttligari enn politikkurin.

Eftir at KVF hevði samrøðu við meg um tað heila, so hava tað verið deildar meiningar um tað heila og satt at siga, so havi eg følt, at tað hevur verið gjørt ivaleyst burturúr Kunoy í einum neiligi ljósi og tað vil eg hervið skal fáa ein enda, tí eitt av vallyftunum varð nevniliga at eg skuldi fáa Kunoynna á heimskorti aftur (og tað skal sjálvandi vera í einum jaligum ljósi). 

Eg eri valdur av fólkunum í Bygdaráðið av fólkunum - tað eru hini valevnini eisini og vit skula ØLL arbeiða saman, sum eg eisini havi planir at gera. Hvat so - um eg ikki havi heiti sum Borgarstjóri - eg fari at gera mítt til, at Kunoyar Kommuna fer at vaksa seg størri & sterkari enn nakrantíð áður og í framtíðini skal tað vera ordiliga WELL at búgva í Kunoynni.

So eg vil til endans takka fyri allan stuðul, sum eg havi fingið og leggja eitt lok á hetta valstríð. Takk fyri allar atkvøður og takk til øll valevnir, sum hava stilla seg upp. Hetta hevur verið eitt strævið stríð og nú er tað also tíð uppá at koma víðari og vil eg persónliga ynskja Kunoyar Kommunu hjartaliga tillukku við tí nýggja Bygdaráðnum.

Latið nú okkum saman - vaksa um við kærleikanum til hvørt annað og lata fortíð vera fortíð. Skapa eina nútíð saman, so at vit saman fara at fáa eina betri framtíð. 

Jógvan á Høvdanum (yngri) 14.11.2016 

Comments

Føroyska Mariann: Bleiv hótt við at gifta seg við Peter Lundin

12/11/2016

Comments

 
Billede
Føroyska Mariann Poulsen fortelur í DR1 dokumentarini um hví hon gifti seg við mordaran Peter Lundin.

Mariann fortelur í dokumentarini Morderen på den hvide hest hvussu hon bleiv hótt við at gifta seg við honum og hvussu hennara lív bleiv oyðilagt aftaná av fjølmiðlunum.

Les meira HER

Eisini føroyskir fjølmiðlar gjørdu nógv burturúr hesum á sinni - har Ð blaðið (í 2009), sum tann einasti miðul í Føroyum tá -  gav hennara versión av søguni út. Tann greinin bar heiti: Lívið aftan á Peter Lundin.

Mariann Poulsen hevur verið kvirr um lívið eftir Peter Lundin - men nú er hon so við einari dokumentar hjá DR1, har hon heilt erliga fortelur fyri tær, hvat tað varð sum veruliga hendi. Sjá programmi HER

JáH (y) 13.11.2016
Kelda: DR1, BT og Ð blaðið

Comments

Skotin undir einari Trump mótmælisgongu!

12/11/2016

Comments

 
Billede
Í morgun bleiv eitt av mótmælisfólkunum skotin  ...

Ein persónur hevur fingið skaða eftir at ein persónur úr einum bili skjeyt hann í einari ógvusligari mótmælisgongu í Portland, Oregon.

Løgreglan úr Portland hevur fortalt fólkunum, at øll vera noydd at ríma úr umráðinum og kannar í løtuni málið.

Men tað er ikki bara í Oregon, at ófriður valdur - tí nærum í øllum Amerika, eru tey nú ónøgd við at Donald J. Trump skal vera teirra næsti Forseti.

JáH (y) 12.11.2016

Comments

Leonard Cohen varð eisini ein skemtari!

12/11/2016

Comments

 
Billede
Familjan hjá Leonard Cohen, sála, megnaði at halda deyða hansara ein loyna til mikudagin - men so kom tað út. Leonard Cohen doyði annars mánadagin og familjan hjá honum vildi bert hava frið fyri at vera rundan um hann.

Men tað hevur ikki verið ein loyna, at Cohen hevur havt tað ringt. Í oktober mánað segði Cohen við New Yorker:

- Eg eri til reiðar at doyggja. Eg vóni, at tað ikki verður ov strævið ... hetta er tað fyri meg, segði Cohen - men eftir hetta segði Leonard Cohen við aðrar fjølmiðlar: 

- Nei, tvætl tit. Eg yvirdrívi bara ... eg ætli mær faktist at liva í allar ævir!

Sonur hansara, sum framleiddi albummi You want it Darker, sigur eisini við fjølmiðlarnir í dag, at pápi hansara, Leonard Cohen, veruliga varð "one of a kind" og ein fantastiskur skemtari.

JáH (y) 12.11.2016

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.