
Men faktist so er ikki meira at gera við tað og tað ætli eg mær heldur ikki. Og nakað, sum eg heldur ikki ætli mær at gera, er at liggja innibobblaður við hatri, tí tað fer einans at raka meg sjálvan í seinasta enda.
Politikkur er nú einaferð politikkur og tað er stuttligt at vera ein partur av. Men lívið er so nógv annað enn politikkur og í seinasta enda, er lívið nógv stuttligari enn politikkurin.
Eftir at KVF hevði samrøðu við meg um tað heila, so hava tað verið deildar meiningar um tað heila og satt at siga, so havi eg følt, at tað hevur verið gjørt ivaleyst burturúr Kunoy í einum neiligi ljósi og tað vil eg hervið skal fáa ein enda, tí eitt av vallyftunum varð nevniliga at eg skuldi fáa Kunoynna á heimskorti aftur (og tað skal sjálvandi vera í einum jaligum ljósi).
Eg eri valdur av fólkunum í Bygdaráðið av fólkunum - tað eru hini valevnini eisini og vit skula ØLL arbeiða saman, sum eg eisini havi planir at gera. Hvat so - um eg ikki havi heiti sum Borgarstjóri - eg fari at gera mítt til, at Kunoyar Kommuna fer at vaksa seg størri & sterkari enn nakrantíð áður og í framtíðini skal tað vera ordiliga WELL at búgva í Kunoynni.
So eg vil til endans takka fyri allan stuðul, sum eg havi fingið og leggja eitt lok á hetta valstríð. Takk fyri allar atkvøður og takk til øll valevnir, sum hava stilla seg upp. Hetta hevur verið eitt strævið stríð og nú er tað also tíð uppá at koma víðari og vil eg persónliga ynskja Kunoyar Kommunu hjartaliga tillukku við tí nýggja Bygdaráðnum.
Latið nú okkum saman - vaksa um við kærleikanum til hvørt annað og lata fortíð vera fortíð. Skapa eina nútíð saman, so at vit saman fara at fáa eina betri framtíð.
Jógvan á Høvdanum (yngri) 14.11.2016