NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Lundin fitnar upp til 30 prosent um veturin

31/10/2018

Comments

 
Billede
​Jens-Kjeld Jensen hevur saman við starvsfeløgum skrivað grein um kanningar av lundum.

Greinin kallast: “Fit is fat: winter body mass of Atlantic Puffins Fratercula arctica” og er útgivin í tíðarritinum Bird Study. Høvundarnir eru Tycho Anker-Nilssen, Jens-Kjeld Jensen og Michael P. Harris

Granskararnir hava mátað og samanborið kropsmassan hjá lundum á sumri og vetri. Um summarið, tá teir hava pisur, eru lundarnir í Skotlandi og Noregi. Um veturin búleikast teir við Føroyar. Teir mátaðu veingjalongd og kropsmassa. 

Les meira HER

JáH (y) 31.10.2018
Kelda: Gransking.fo

Comments

Nær & Hvat er Halloween fyri nakað ..?

30/10/2018

Comments

 
Billede
Halloween er nakað, sum hevur vundið seg uppá seg tí seinastu tíð - og er tann 31. oktober (also í dag), sjálvt um tað eru fleiri, sum feiraðu Halloween síðsta vikuskiftið og hetta vikuskiftið í London.

Halloween varð uppruna ein keltiskur siður, har fólk brendu bál og lótu seg í klæðir fyri at ræða burtur ónd spøkilsir. 

Keltiskt fólkaslag vóru til fyri gott 2.000 árum síðani, sum um tá mundi trúðu at spøkilsir komu aftur henda sama dag (Samhain bleiv dagurin kallaður). Keltar vóru á meginøkinum í Írlandi, Onglandi og Norður Fraklandi.

Í dag verður nógv gjørt burturúr at feira henda eina dagin - og sum sagt, so ganga saktans tvær vikur, áðrenn Halloween blussi er uppi.

Sum bonus, so bleiv hesin dagurin faktist kallaður fyri All Hallows Eve, sum so seinni rann saman við Halloween.

JáH (y) 31.10.2018

Comments

Einkan hjá Bowie fer ongantíð at gifta seg aftur

30/10/2018

Comments

 
Billede
Einkan hjá David Bowie, super modellin Iman sigur seg heilt bestemt - at hon ongantíð fer at gifta seg aftur:

- Eg nevndi mannin hjá mær fyri nøkrum vinkonum herfyri - har tey so svaraðu - also tú meinar mannin sála ..? Nei, svaraði eg - tí hann fer altíð at vera mín maður, segði Iman við tíðarritið PorterEdit.

63 ára gamla modellin sigur - at hon til tíðir gott kann føla seg einsamalla, men at hon ongan áhuga hevur í - at fara í eitt nýtt forhold. David Bowie og Iman fingu dóttrina Alexandria saman, sum í dag er 18 ára gomul.

JáH (y) 31.10.2018

Comments

Ræðuliga Momo er ikki at spæla við

30/10/2018

Comments

 
Billede
Ræðiliga Momo er absalutt ikki, at spæla við - og nú eisini komin til Danmarkar at forskrekja børn og vaksin.

Momo er ein app, sum fortelur teg gera ræðulig ting við teg sjálvan, tí annars fer okkurt ræðuligt, at henda við tínari familju.

Les meira um hvat Momo er HER

Momo er ein kvinna í einum kroppi hjá einum fugli og sum sagt - so hevur hetta drigið seg út til teir sosialu miðlarnir. Ræðaliga Momo er absalutt ikki at spæla og tað sigst, at henda appin hevur longu skyldina av - at fleiri longu hava tikið lívið av sær sjálvum.

JáH (y) 30.10.2018

Comments

Hon etur tvær melónir um dagin

28/10/2018

Comments

 
Billede
Hon hevur verið hjá 9 sálarfrøðingum og hevur verið innløgd tvær ferðir. Døgurðin hjá henni eru tvær melónir, skrivar BT.

Signe Grønnebæk hevur havt anoreksi í 16 ár og tó so megnar henda kvinnan at renna eitt hálvt maraton uppá 21,1 kilometrar.

Les meira HER

JáH (y) 28.10.2018
Kelda: BT

​

Comments

Dr. Stuart Clark: Hví trúgva fólk, at jørðin er fløt ?!? (Video)

24/10/2018

Comments

 
Billede
Dr. Stuart Clark, sum er ein stjørnufrøðingur roynir í hesum klippi, at greiða frá - hví verðin IKKI er fløt.

Tú kanst kanska halda, at tað er skemtingarsamt, at fólk enn halda, at verðin er fløt (eisini her í Føroyum) - men tað eru alsamt fleiri og fleiri, sum halda tað. Serliga trúgvandi fólk hava ilt við at trúgva, at verðin er rund. 

Stuart Clark roynir í hesum stutta klippi - at greiða frá - hví verðin er RUND og ikki FLØT. Frágreiðingin hjá honum eigur at fáa teg, sum trýr at jørðin er fløt - at broyta meining. Sjá klipp niðanfyri:

JáH (y) 25.10.2018

Comments

Michael Caine: Eg taki konuna við til allar mínar filmar

24/10/2018

Comments

 
Billede85 ára gamli Michael Caine og 71 ára gamla Shakira Caine.
85 ára gamli sjónleikarin, Michael Caine tekur konuna við sær til hvønn ein film, sum hann spælir við:

- Eg taki konuna hjá mær við, so at eg ikki blívi freistaður at enda saman við vøkrum kvinnum, sum spæla sjónleik saman við mær, segði Caine við fjølmiðlarnir í London, tá hann umrøddi nýútkomnu bókina hjá sær.

Konan hjá Michael Caine, Shakira Caine er sjálv 71 ára gomul og hon heldur eisini, at hetta er eitt av tingunum, sum gjørt hevur tað - at tey hava hildið hvønn annan út í gott 45 ár.

Tey giftust í 1973 og tað er meiri sjálvsamt í Hollywood, at maður og kvinna halda saman í 45 ár - uttan at okkurt frekt nummar eisini hevur verið í leikinum. Men Caine hevur bundið um heilan fingur og vil ikki spæla við tí freka spælinum í Hollywood.

Saman hava tey eina dóttir - 45 ára gamla Natasha og hevur Caine eina aðra dóttir saman við sínari fyrstu konu, Patrica Haines, ið eitur Dominique, sum í dag er 62 ára gomul.

JáH (y) 25.10.2018

Comments

Curtis: Eg varð avhangig av tablettum

24/10/2018

Comments

 
Billede
59 ára gamla Jamie Lee Curtis, sum kenna frá filmum sosum Halloween (1978), A Fish Called Wanda (1988) og nú aftur spælir við Halloween í ár, sum hevur fingið sera góð ummælir, innrømmar, at hon hevur verið avhangig av tablettum.

- Eg stjól gjarna tablettir frá mínum vinum, tá ið eg ongar hevði eftir sjálv, sigur hon við New York Post.

Hon tók "opioid" tablettir, sum eru sera sterkar pínustillandi tablettir fyri smærri skurðviðgerð í vinstra eygað, sum hon fekk í 1989. Men hon bleiv beinanvegin avhangig av hesum tablettum og tað skuldi ganga góð 10 ár - áðrenn hon slapp av við hesa óhugnaliga avhangigheit.

Tá fór Jamie Lee Curtis í viðgerð (í 1998). Faðir hennara, Tony Curtis, varð nevniliga alkoholikari og bróðir hennara, Nicholas doyði av einari heroin-yvirdosis í 1994:

- Eg havi brotið ein óndan ring, sum nærum hevur oyðilagt eina heila generatión av mínum familju. At vera edrú síggi eg sum mítt størsta framstig. Størri enn maðurin hjá mær, míni børn og enntá størri enn nakað av mínum rollum - success ella fiasko eg havi havt, segði Jamie Lee Curtis also við New York Post herfyri.

JáH (y) 25.10.2018

Comments

Ongin nýggj rættarsak til Bill Cosby

24/10/2018

Comments

 
Billede
Bill Cosby kærdi beinanvegin dómin, tá ið hann bleiv dømdur at sita í 3 - 10 ára fongsul.

​Les eisini: DØMDUR: Bill Cosby skal í fongsul

Men sjálvt um hann hevur kært - so er avgerð tikin, at ongin nýggj rættarsak verður av sama málið og tískil so skal 81 ára gamli Cosby sita dómin hjá sær út.

Dómarin Steven O'Neill varð dómarin, sum dømdi Bill Cosby frá byrjan tíð av og tað varð eisini hann, sum boðaði frá nú - at tað verður ongin nýggj hoyring ella rættarsak av sama málið. Konan hjá Cosby, Camille Cosby heldur at dómarin tekur part við mótstøðufólkunum og at dómarin fyri langari tíð síðani burdi verið koyrdir frá. Hesum tekur O'Neill als ikki undir við og sigur, at avgerðin absalutt onki hevur við úttalisini hjá konu hjá Bill at gera.

JáH (y) 24.10.2018

Comments

Julia Roberts: Slutt við Kærleiksfilmum

23/10/2018

Comments

 
Billede
50 ára gamla Julia Roberts, sum vit best kenna frá romantiskum filmum sigur við ET Online, at nú er tað slutt við kærleiksfilmum.

- Eg eri komin hartil, at fólk halda tað, at eg einans kann spæla romantiskar filmar, men summar tíðar, so funkar romantiskt skemt bara ikki, tá ið mann er komin til eina vissa lívs-erfaring.

Julia Roberts sigur tó, at um hon nú skuldi spælt mamma hjá onkrari í einum romantiskum filmi, so hevði tað nokk ikki verið ein trupuleiki. 

JáH (y) 24.10.2018

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.