NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tennessee: Tann fyrsta avrætting í ravmagnsstóli síðan 1960

23/10/2018

Comments

 
Billede
Mynduleikarnir í Tennessee planleggja at avrættað tann deyðadømda 63 ára gamla Edmund Zagorski tann 1. november.

Hann verður tann fyrsti sum verður avrættaður við ravmagnsstóli í hasum amerikanska stakríkinum - síðan 1960.

Meiningin varð, at Zagorski skuldi lata lív við deyðsinnspræning av sproytu, men Zagorski vildi heldur lata lív við ravmagnsstólinum, sum eftir longum trætum- er blivin til veruleika.

Zagorski bleiv dømdur til deyða - eftir at hann hevði dripið John Dale og Jimmy Porter í apríl mánaði 1983. Hann bleiv dømdur fyri at hava skotið teir - fyri síðan at skera teir um háls, har hann stjól teirra pening og bil. Teir dripnu ætlaðu sær at keypa 100 pund av marijuana frá Zagorski.

JáH (y) 24.10.2018

Comments

Paula Abdul datt av pallinum (Video)

21/10/2018

Comments

 
Billede
Sangarin Paula Abdul datt av pallinum leygardagin, tá ið hon framførdi "live" í Biloxi, Mississippi.

​Hon framførdi sangin The Promise of a new day, tá ið hon brádliga datt av pallinum. Men hon reisti seg upp aftur og gjøgnumførdi showið víðari, sum um at onki varð hent.

JáH (y) 22.10.2018

Comments

Vitjar Peter Madsen í fongslinum

21/10/2018

Comments

 
Billede
48 ára gamla "Sofía" vitjar Peter Madsen so gott sum hvønn dag í fongslinum. Hon sat eisini við hansara lið undir rættarsakini. 

Les greinina hjá BT - har Simon Boas frá BT tráðspyr Sofíu um Peter Madsen.

Les meira HER

Peter Madsen fekk fongsul fyri lívstíð - eftir at hann bleiv dømdur sekur fyri, at hava dripið journalistin Kim Wall.

JáH (y) 22.10.2018
Kelda: BT

Comments

Selma Blair hevur multipel sklerosu

21/10/2018

Comments

 
Billede
46 ára gamla Selma Blair, sum vit kenna frá filmum, sosum: Hellboy (2004) og The Sweetest Thing (2002) hevur nú alment boða frá, at hon hevur sjúkuna multipel sklerosu.

Hon hevur sikkurt havt sjúkuna í áravís, men hevur ikki tikið teknini uppá sjúkuna ávorligt. Tað varð fyrst, tá ið ein vinkona hjá henni tvingaði hana at fara til læknan, at hon fekk meira at vita um seg sjálva.

- Eg detti onkuntíð og eg missi ting. Og so er minni ikki tað sama, sum tað plagdi at vera, skrivar Blair á hennara Instagram og Twitter konto. Selma Blair vónar, at nú hon stendar alment framm um sína sjúku, at tað onkursvegna fer at hjálpa øðrum fólkið, sum dagliga stríðast við tað sama, sum hon.

JáH (y) 21.10.2018

Comments

Eg eri 40 ára gomul - og hvat so ..?

21/10/2018

Comments

 
Billede
Ein av dómaranum í Britain's Got Talent, Alesha Dixon hevur júst fylt 40 ár.

Hon hevur tveitt eina mynd av sær í Instagram við tekstinum: "Hetta er 40 - og hvat so ..?"

Fleiri viðmerkarar havs skrivað jaligt á hennara Instagram:

- Tú sær heilt fantiskt út ... líkist meira einari kvinnu uppá 21.

- 40 hevur ongantíð sæð so gott út ..!


Og har muga vit á Norðoya Portali also geva teimum, sum viðmerkt hava, rætt. Hendan kvinna sær ikki ein minutt eldri enn 21.

JáH (y) 21.10.2018

Comments

Katie Price dottin útí aftur

20/10/2018

Comments

 
Billede
Katie Price varð júst í holt við eina avvenjing fyri stoffir og rúsdrekka, men ífylgi teim ensku fjølmiðlunum, so er modellin dottin útí aftur.

​Les eisini: Katie Price er farin í viðgerð

Enska Heat skrivar, at Katie Price drakk í 72 tímar og bleiv til endans handtikin av løgregluni fyri at hava rent á ein garð við bilinum hjá sær.

Daily Mail skrivar, at eks. maðurin hjá henni, Peter Andre er bangin um støðuna hjá eks. konuni og sjálvt um tann spurningurin ikki er komin uppá enn, so kann tað gott henda, at Peter Andre fer at krevja fullan foreldramynduleika yvir tey bæði børnini, sum hann og hon eiga saman. Annars eigur Katie Price fimm børn og tí seinastu turbulentu tíðina - hevur hon verið inn og út av viðgerðum, skrivar Daily Mail.

JáH (y) 21.10.2018

Comments

Nýbrot innan føroyskan skúlaskap

18/10/2018

Comments

 
Billede
​Týsdagin 23. oktober verður eitt nýbrot innan føroyskan skúlaskap lagt fram. Talan er um spildurnýtt føroyskt eftirmetingartilfar, sum skal hjálpa lærarum í 1. og 2. flokki at meta um lesi- og staviførleikan hjá smæstu næmingunum. Endamálið er at fáa skilgreinað júst hvørjum stigi næmingurin er á, fyri betur at fáa hjálpt honum víðari í undirvísingini.

Í dag vita vit, at tá lærarin hevur neyva vitan um, hvat barnið dugir og ikki dugir, fær hann best lagt undirvísingina til rættis, soleiðis, at øll kunnu mennast og koma væl í gongd við at lesa og stava.

Les meira HER

JáH (y) 19.10.2018
Kelda: Løgtingið

Comments

Filmsstuðul 2018: 13 fingu stuðul í seinna umfari

18/10/2018

Comments

 
Billede
Ársins seinna stuðulsumfar til film er nú avgreitt. Inn komu 25 umsóknir, og landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, letur stuðul til 13 av umsóknunum. Stuðulin fevnir um hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um listar- og dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Hesi 13 fingu stuðul í seinna umfari 2018 fyri tilsamans 799.700 kr.:
  • Maria Tórgarð - Living Room - 72.800 kr.
  • Zacharias Hammer - Føroyska trolarasøgan - 25.000 kr.
  • Sára Wang - Patienten - 10.000 kr.
  • Anita Hermansen - Tummas - 38.000 kr.
  • Trygvi Danielsen - 111 góðir dagar - 65.000 kr.
  • Heiðrikur á Heygum - Island Fever - 190.000 kr.     
  • KYK Myndir v/ Jón Hammer - Oktober - 144.900 kr.
  • Maria Winther Olsen - NINA - 39.000 kr.
  • Jóhan Martin Christiansen - Touch me, Touch me Gently - 30.000 kr.
  • Julia í Kálvalíð - Faðir mín faðir - 30.000 kr.
  • Rógvi Rasmussen - Tað, ið hjarta sær, gloymist ei - 75.000 kr.
  • Árni Nicolajsen - Vísindamaður við seiðakikara - 30.000 kr.
  • Alda E. Magnussen - Ábyrgd - 50.000 kr.

Les meira HER

JáH (y) 19.10.2018
Kelda: Løgtingið

Comments

R7 orrustan: Hvar gongur grensan ?!?

17/10/2018

Comments

 
BilledeTeknað hevur: Jógvan á Høvdanum (yngri)
Útvarpsrásin R7 hevur kært KVF fyri brot á góðan fjølmiðlasið. R7 vil vera við, at KVF hevur lagt R7 undir haturstalu og rasismu í eini sending hjá Óla Breckmann.

Í Dagur & Vika sendingini (8. oktober) varð nevniliga ongin frá R7 spurdir av KVF og tað kann tykist sera løgið - tá ið alt innslagi sjálvt dragaði seg um eina sending frá R7. Og tað finnast teir úr R7 hvassliga at í einum lesarabrævið.

Les lesarabræv frá R7 HER

Sjá innslag frá Dagur & Viku HER

Spurningurin er so - um ein skal sleppa at siga ALT í einum útvarpi ..? Og hvør skal so standa eftir við ábyrgdini, tá ið ein persónur hevur sagt ov nógv í einum útvarpi, sum sera mong eftir hondini lurtað eftir ..? Er tað leiðslan sjálv, sum eigur at fáa eina nøs ella persónurin sjálvur, sum hevur sagt hesi tingini ..? Men hvar gongur grensan innan haturstalu ella rasismu ..? Er nøkur grensa og um so er - hvar skal grensan ganga? Sjálvur haldi eg - at ongar grensur skula vera innan teknirøðir, men tað er ikki júst tað sama, sum vit tosað um beint nú ..!

Hvat heldur tú - fór R7 ov langt ..? Og áttu teir ikki eisini at verið bjóðaðir til sending hjá KVF ..?

JáH (y) 17.10.2018

Comments

Trump og Daniels eru farin í Twitter kríggj

17/10/2018

Comments

 
Billede
Pornostjøran Stormy Daniels og amerikanski forsetin, Donald J. Trump eru farin í eitt satt Twitter kríggj.

Á Twitter hjá Trump, skrivar hann ímillum annað soleiðis:

​- Ein dómari hevur júst gjørt av, at sakin ímíllum Trump og Stormy Daniels er avvíst. Og Stormy Daniels skal gjalda kostnaðin av rættarsakini. Deiligt, nú kann eg fara eftir Hestahøvdinum og hennara 3 grads sakførara í tí stóra statinum Texas. Hon fer at innrømma brævið, sum hon hevur skrivað undir uppá. Hon veit onki um meg - ein totalur falsari.

Stormy Daniels varð eisini skjót at svara forsetanum Trump aftur. Hon svaraði soleiðis aftur:

- Mínar dámur og harrar, lat meg bjóða tykkum forsetan. Í mun til hansara ... "stutt komu", so hevur hann eisini víst hvussu bíttur hann er, hansara hatur til kvinnur og hansara mangul uppá sjálvkontrol á Twitter. Og kanska eisini víst hvat fyri dýr hann er. Eg eri við uppá tað, "lítli mín".

JáH (y) 17.10.2018

Ladies and Gentlemen, may I present your president. In addition to his...umm...shortcomings, he has demonstrated his incompetence, hatred of women and lack of self control on Twitter AGAIN! And perhaps a penchant for bestiality. Game on, Tiny. https://t.co/6DpDD5ELtj

— Stormy Daniels (@StormyDaniels) October 16, 2018
Comments
<<Previous
Forward>>

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.