veruleikanum eri eg ein persónur, sum taki tingini
gravalvorligt.
Sjá bert Youtube video niðanfyri:
Gott Val, tit og vel nú okkurt NÝTT!!!
Jógvan á Høvdanum
- Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri
Mín kæri Veljari - eg tosið til tín nú - nakrar fáar tímar, áðrenn tú skalt í boxina. Sjálvandi kann eg finna uppá, at undirhalda teg uppá ein stuttligan máta. Men í veruleikanum eri eg ein persónur, sum taki tingini gravalvorligt. Sjá bert Youtube video niðanfyri: Gott Val, tit og vel nú okkurt NÝTT!!! Jógvan á Høvdanum - Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri Eftir at hava stríðst í góðar tvær vikur, so er tað slett isje so galið - at fáa nakrar góðar viðmerkingar. Fleiri hava sagt við meg, at eg eri tann føroyski Jacob Haugaard - sum jú eisini hevur føroysk stuttlig gen í sær. Ein skrivaði soleiðis á sínum Facebook vanga um meg og Zacharias Wang: Eg vil gjarna takka Zacharias Wang og Jógvan Á Høvdanum. Teir eru teir einastu, sum hava sett kulør á valstríðið við teirra festligu viðmerkingum og tekningum! Fleiri ung (summi uttan Valrætt - but who cares ?!?) siga: Jógvan - EG dyrki teg. Hopi at tú sleppur inn, so at vit fáa okkurt at flenna eftir. Og eftir stríð við at saga timbur til - líma plakatir á tað - fyri síðan at hanga seg sjálvan upp - so má eg bert siga, at eg havi "hygga" mær við hesum. Ein kann næstan siga, at nú havi eg nógv meira áhuga fyri politikki - enn tá eg byrjaði. Og verið eg valdur inn á Ting - so koma Tingfólk ikki at keða seg ... Ja, tað verður kanska enntá so galið, at tey fara byrja at møta upp til allar fundirnar, sum tey hava. Og sjálvt ummælara úr Dagur & Viku - hildu at mítt "bíliga" Vallyftis video - varð tað besta & eitt sindur við síðurnar av. So tað kann eg ikki meira enn takksamur fyri og til endans so kann eg ikki lata við at fortelja hesa her, sum sonurin fortaldi fyri mær: "Babba - tú ert kanska ein underdog í hesum Valstríðnum, men um tú so liggur niðri - so ger tú altíð eitt COME-BACK!" So Týskvøldið verður tann stóri spurturin hjá okkum Valevnum og eg skal lova tykkum fyri, at hetta verður eitt maraton, sum eg seint komið at gloyma. Og um tú nú ert í iva - hvønn tú skalt velja Týsdagin, so lat ikki ivan koma tær í vegin. Vel okkurt nýtt. Vel okkurt sum torir. Vel okkurt, sum er øðrvísi. Skula vit siga eini 1.000 stemmir, tit ?!? Gott val, tit. Sí video frá Dagur & Viku niðanfyri - har tey geva mær heilt góð ummælir! Jógvan á Høvdanum - Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri Persónliga so haldi eg at tað stak synd, at filmurin hjá Sakaris Stórá møguliga ikki verur gjørdur í Føroyum. Stórá hevur annars fingið altjóða viðurkenning fyri stuttfilmin hjá sær fyri stuttari tíð síðandi og er ein maður fullur av talent. Men har manglar peningur í og uttan pening - ongin filmur. Vit á Norðoya Portali hava sett nakrar spurningar til Sakaris Stórá hesum viðvíkjandi: 1. Hvussu eru livikorini hjá einum leikstjóra í Føroyum ?!? Tað er ein spurningur sum eg ofta havi hugsa um. Man verður ikki ríkur av at gera film í Føroyum. Og defineraði eg livikorðini eftir inntøku, so høvdu tey veri undir fátækarmarkið. Men hinvegin, so er hetta ein lívsleið sum eg havi valt. Eg havi bara gingið 10 ár í fólkaskúla. Eg treivst ikki í skúlanum. Síðani arbeiddi eg 3 ár á flakavirkið,men tað dugdi eg ikki, og tað tímdi eg heldur ikki, sjálvt um tað var munandi hægri lønt arbeiði enn filmur. So slapp eg á filmskúla, og tá føldi eg at eg hevði funni nakað sum eg dugdi og elskaði. Og tað er tað sum er drívmegin. Í so máta eru livikorini góð. Men eg vildi ynskt at fíggjarliga styrkin var betri, og at døgnið var longri, so eg kundi gjørt meira film, og brúkt meira tíð uppá tað. 2. Hvussu heldur tú, at tað átti at verið raðfest innan Filmsvinnupolitikk í Føroyum ?!? Tað átti at veri skipa ein breið semja um ein Føroyskan filmspolitik, eina ætlan sum strekkjur seg longri enn eitt valskeið. Soleiðis at filmsmiðilin ikki blívur ávirkaður av teimum ymsu samgongusamansetingunum. Armslongdarprinsippi átti eisini at veri lógarfest, so politiska valdi ikki hevði møguleika at ávirka tað sum filmslistafólk skapa. Játtanin átti eisini at blivi økt munandi, so at vit lutfallsliga vóru á sama støðið sum grannalondini. Men hon burdi blivi økt stigvíst, so vit á vegnum lærdu okkum at umsita játtanina ordiligt. Eitt filmshús, kanska ein minni variantur av Danska filminstituttinum, burdi eisini veri sett á stovn, so at Føroyskir filmar blivu meira atkomiligir fyri fólkið, og filmsvinnan var betri samskipa. 3. Heldur tú, at tað er neyðugt, at vit føroyingar gera filmar ?!? Ja, absolutt. Eitt og hvørt fólk, skal hava møguleika fyri at síggj sítt samfelag og sína samtíð á stóra løritinum. Føroyingar hyggja nógv eftir filmi, um tað so er fyri at fáa undirhald, fyri at taka ein steðg frá gerandisdegnum, fyri at víðka sjónarringin ella fyri at blíva hugtikin av sterkum søgum, so slepst ikki undan at filmur hevur veri ein stórur partur av okkara mentan í sera nógv ár. Men munurin á okkum og okkara grannalondum er at vit í Føroyum bara kunna síggja og endurspegla okkum í útlendskum filmum. Vit hava eitt ótal av søgum at fortelja, og vit hava eitt vakurt móðurmál. 4. Hvat vilt tú siga við komandi Løgtingsmenn ?!? Føroyar er eitt ómetaliga ríkt land. Skapa tit røttu umstøðurnar til at gagnnýta bæði náttúrutilfeingi og tað ándsliga tilfeingi í Føroyasku fólkasálini, so hava tit skapt nakað sum bæði tit og tykkara eftirkomarar kunna vera stóltir av. Gjøgnum mítt arbeiði síggji eg næstan dagliga hvussu ómetaliga nógv evnarík fólk vit hava í Føroyum. Gevi teimum møguleika at menna seg og blóma. So skal tað nokk løna seg, bæði í pengum og ándsligum virðum. 5. Til endans, Sakaris. Er filmur ein betalandi vinna ?!? Ja. Orsøkin til at filmur kostar so mikið nógv, er at pengarnir fara út til veitarir. Burtursæð frá teimum positivu lokalu ringvirkningunum sum filmur skapar, er tað Í grannalondunum eisini staðfest at hvør króna sum verður løgd í filmsvinnuna, kemur fleirfalda aftur til samfelagið. Og í Íslandi eru útlendskar framleiðslur. Tað eru ikki leikstjórar sum blíva ríkir av filmi, tað er búðskapurin og mentanin sum blíva rík. Vit sleppa bara at gera tað sum vit elska og egna okkum best til. JáH (y) 28.08.2015 Nú tað stundar til Løgtingsvalið, ynski eg at siga frá, hvat liggur mær nærmast at hjartanum, og hvat eg lovi at arbeiða fyri. Banna Sea Shepherd Mítt fyrsta mál, er at Banna Sea Shepherd. Mín meining er tann, at vit ikki eiga at lata okkum kúga av einum slíkum felagsskapi sum Sea Shepherd og tí fari eg at skjóta upp beinavegin, um eg komið á Ting, at banna tey. Sea Shepherd vil okkum bara ringt - og vilja tey broyta um okkara aldar gomlu føroysku mentan. Tað kunna vit ikki loyva teimum, og mín meining er, at tað einasti rætta, er sjálvandi at banna tey. Teir arbeiða ikki bara í føroyum, við at leggja uppí grindadrápini, men stórsta hóttanin í móti okkara landi, fer fram á alnetinum og í fjølmiðlum kring heimin, har teir brúka allar miðlar til at oyðileggja okkara umdømi. Tí muga teir bannast, og ongantíð ov skjótt,- so at teir ikki oyðileggja okkara vinnu, og serliga ferðavinnu meira, enn hvat teir longu hava gjørt. Hettar verður kanska ikki nøkur løtt uppgáva - men eg trúgvi, at tað ber til við rætta viljanum, og hann havi eg. Betra um korini hjá Ferðavinnuni Eg ynski eisini at betra um korini hjá Ferðavinnuni. Ferðavinnan í Føroyum blómar, og trúgvi eg, at um teir røttu karmarnir vera givnir, og forðingar, eitt nú Sea Shepherd verða fjernaðar - so kunna vit fáa ferðavinnuna at blóma enn meira - enn hvat hon ger í dag. Møguleikarnir innan Ferðavinnuna eru óendaligir og eitt nú nakað, sum ikki hevði kosta Landinum ta stóra - varð at seta skeltir (við myndum) kring Føroya land, sum greiddi frá ymiskum Søgnum & hendingum. Soleiðis at ferðafólkið fekk eina enn størri uppliving av okkara vakra Føroya landi. Sjálvandi skula vit eisini "branda" okkum sjálvi nógv meira úti í heim - so at ØLL verðin kemur at kenna okkara friðarliga vakra land. Betra um korini hjá Sjómanninum Eg ynski eisini at betra um korini hjá Sjómanninum. Ongin ivi er í, at minsta lønin hjá sjómanninum skal vera størri. Sjómaðurin er tann, sum heldur Føroya landi uppi, og eg haldi, at tað er undir lágmark, at hann/hon skal tjena minni um mánaðin enn hvat ein t.d. ger í ALS. Eg havi sjálvur siglt og fingið minstu løn, og eg veit hvussu tað følist. Eisini haldi eg, at allir mans umborð hava líka stórt virðið, og at tann royndi sjómaðurin, tí eisini skal fáa pappír uppá teir førleikar hann/hon hevur nomið sær ígjógnum arbeiðslívið - tað kundi t.d. verið pappír uppá, at hann/hon er góður trolmaður/kvinna, ella t.d. við Línuskipi, at hann/hon dugir at standa við splittaran, greiða út, kasta miður, standa við rulluna, kryvja ella er gott lastafólk ella hvat tað nú skal vera. Eingin keta er sterkari enn veikasta liði, og eitt skip har allir mans standa á brúnni, ella í maskinrúminum, dregur ikki nógv til mans. Tað skal loysa seg at hava Erfaring Allir postar hava týdning, og skulu hesi fólk tí eisini verða vird. Í Danmark gera tey longu hetta her - og sjálvandi skula vit eisini gera tað sama og blíva við at menna tað góða sjófólki, sum vit hava í Føroyum. Tað skal eisini loysa seg at hava royndir Um tú tekur eina sjúkrasystir, sum skal arbeiða baði í skiftivaktum, og í vikuskiftum, ella ein krambakall sum dømið - so er lønin ikki serliga nøktandi. Eg havi sjálvur verið limur í S & K sáttmálanum og tann sáttmálin er als ikki nakað at reypa av. Tí fari eg at skjóta upp, at fólk sum hava arbeitt í sama starvi í mong ár, fáa munandi hægri løn enn hvat tey fáa í dag. Tað er ikki serliga eggjandi, at ein persónur sum hevur brúkt minimum 2 ár uppá at nema sær útbúgving innan faki, eftir 14 ár, ikki er komin uppá 25.000kr sum er toppurin. Hendan lønin er als ikki samsvarandi við kostnaðarstøði í dag. Her krevjast ábøtur í stundini, so at krambafólk kring Føroya land, ið enntá sum regul arbeiða annan til triðja hvønn leygardag, og sum ofta arbeiða yvir, tá onnur velja at avspáka, ella geara niður (t.d um jóltíðir) skulu fáa betri sømdir & løn enn hvat tey fáa í dag. Betra um korini hjá Talentunum Síðst men ikki minst, so ynski eg at betra um korini hjá Talentunum. Tað er ongin loyna, at tað er sera trupult hjá einum Listamanni/kvinnu at klára seg í Føroyum. Og tá ið eg tosið um List, so tosið eg um alla List: Sjónleik, Tónleik, Film, Skriva, mála osv. Vit muga skapa tryggar karmar fyri Listamannin/kvinnuna sum býr í Føroyum og syrgja fyri, at tey fáa so góðar og virðiligar treytir at liva undir, sum yvirhøvur gjørligt. Og nakað sum vit heilt klárt skula stremba eftir - er at í minsta lagi ein føroyskur spælifilmur verur gjørdur um árið. Um eg verið valdu inn á Ting - so fari eg at arbeiða fyri listafólkini. Eg fari at lurta eftir - hvat tey hava uppá hjarta. Eg ynski at skapa karmar fyri menning til føroyska fólki og landið vit liva í. Um tú vilt hava eina broyting - so er tað nú tú skalt gera hana. Vel rætt tann 1. september. Vel mannin, sum bert vil Føroya landi gott. Jógvan á Høvdanum Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri. Ert tú troytt/ur av at hoyra tað sama gamla møsni frá teim somu gomlu Tingmonnunum, sum hava so avolda fatan av tí heila - at teir ikki eingong vita, hvat LOL merkir? Teir vita ikki hvat er IN - tí fakta er, so er teir á veg OUT. Vit hava brúk fyri meiri Rock 'n Roll á Ting - har ikki alt er so mega keðiligt og har tingini vera sett eitt sindur øðrvísi upp enn tey vanligvís vera. Tað er tíð uppá, at brillurnar vera pussaðar av nýggjum - og at vit byrja at fjálga um fjøldina aftur. Eg kann tosað fyri meg sjálvan - so eri eg TOTALT Hipp - tá ið tað kemur til ungdómin. Eg eri ein øðrvísi rødd, sum dugir at síggja tingini frá teim yngru av - sum jú eru framtíðin hjá okkum øllum. Tað nyttar sku' ikki at velja eina skøvaða plátu, sum bert lovar tað sama - men ikki megnar at halda hvørki lyftir ella vatninum. Vekk við gongustativinum og framm við Skateboard'inum - tí vit hava veruliga brúk fyri eina broyting í Føroyum. Vit hava ikki brúk fyri at alt er so MAINSTREAM og at vit bert fylgja við streyminum. Um tú vilt hava eina broyting - so er at velja ein ungan persón (haldi sjálvur eg eri ungur, sjálvt um eg eri 35 ár) við einum ungum sinni. Ja - vel ein mann, sum veit hvat fyri møguleikar ein telda hevur - ístaðanfyri at velja ein somikið gamlan persón, sum ikki eingong veit hvat Youtube er fyri nakað. Ein sum heldur at Snapchat er eitt forrættur - er simpulten for YT at sita í Tinginum og fortelja okkum, hvussu Landið skal stýrast. Get freaky with it tann 1. september og royn okkurt nýtt. Royn meg ... øh ... orsaka, hatta ljóðaði skeivt hattar har. Also tað eg meini við - er simpulten, at tú skalt velja ein persón, sum hugsar NÝTT og ikki ein persón, sum livur í fortíðini. Nútíðin er her, ungdómurin og tað er nú tú hevur valmøguleikan, at skapa eina broyting. Vel meg - um tú vilt hava eitt sindur meira Rock 'n Roll á Tinginum! Tað er ein ungur persónur, sum best skilur tey ungu og tí skalt tú ikki lata teg stýra av tínum foreldrum. Lurta bert eftir hvat Twisted Sister hevur at siga til "tey gomlu" niðanfyri. X við Jógvan á Høvdanum - Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri Tað sum kann fáa mítt piss í kók - er tá ið politikara siga, at tú mást velja, sum ein rættur føroyingur. Tú mást stuðla tað, sum er Føroyskt - tí Føroyskt er so gott. Ja, tú mást stuðla tí føroysku vinnuni, mást tú. Men somu politikara, sum siga seg elska Føroya land - so nógv, sum teir gera ... prenta Valplakatirnar hjá sær í Kina. Vit í Nýtt Sjálvstýri prenta sjálvandi allar Valplakatirnar hjá Føroyaprent, tí sjálvandi vilja vit stuðla tí føroysku vinnuna. Alt annað vildi verið politiskt ókorrekt. Og eg fari ikki at nevna nøkur nøvn í politikki - men soleiðis er tað bara. Summir flokkar prenta also plakatirnar úr Kina og tað haldi eg persónliga vera undir alt lágmark. Um okkara Landsins ovastu ikki stuðla føroyskari vinnu - hvør skal tá gera tað? Hvat signal sendir tað út til tey ungu, sum liva her í Føroyum? Nei, tað er ikki íordan - at nú tað er Val, at tú prentar plakatir aðrastaðnis enn í Føroyum. Tær fyritøkur, sum prenta her í Føroyum - hava tað nóg ringt, sum er. Og skal ein politikari, sum tú sjálv/ur hevur valt - tá velja, at prenta sínar plakatir aðrastaðni - so veit eg ikki hvussu vit skula megna okkum við føroyskari framleiðslu, sum uppá allar mátar er líka kappingarfør, dygdargóð & service-minda - sum tað tú fær sendandi úr Kina. Og har til kann sigast, at ein & hvør kapping er góð - men poengi liggur nú ikki í, at tú sum flokkur - velur at tveita Valpeningin burtur til Kina. Nei - tú hevur faktist skyldu til at prenta Føroyskt, tí vit politikarar skula sjálvandi stuðla allari føroyskari framleiðslu. Føroyskt er gott og velur tú meg á Ting - so kemur tað framhaldandi at vera gott !!! Jógvan á Høvdanum - Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri Mangan havi eg siti frammanfyri sjónvarpi og banna & blóta. Serliga tá ið okkurt politiskt hevur verið á skíggjanum. Men tað merkir ikki tað, at eg haldi sendingarnir hjá KVF eru vánaligar ... nei, tvørturmóti. Mær dámar væl, at skræða meg um ymisk politisk viðurskifitr. Men tað er ikki lætt hjá KVF fólkunum, at gera so góðar sendingar fyri so lítlan pening. Og vilja politikara eisini minka um teirra sáttmála ... ár eftir árið. Persónliga so eri eg slett ikki einigur við hesum. Eg meti, at KVF skal hava nógv betri sømdir tey hava í dag. Og tað merkir so eisini, at vit raðfesta okkara lokala sjónvarp & útvarp eitt sindur meira - enn hvat vit gera í dag. Eitt nú - hevði tað verið stuttligt, at vit føroyingar fingu Prix Føroyar aftur á skránna, sum jú varð við til at skapa tann tónlistarliga meistaraverk - eitt nú kann nevnast Finnur Koba, sum vit kenna frá Páll Finnur Páll. Hann ger í dag framúr góðar sendingar - bæði til Útvarp og Sjónvarp. Men peningaligi korini hjá KVF minkað fyri hvørt valskeið - kanska tí at politikara føla seg hóttan. Um so er - so er ein farin í skeivt arbeiði, tí KVF eigur at vera kritiskt. Eg haldi sjálvur, at um vit seta meira pening av til tí kreativu leiðsluna hjá KVF, so fáa vit tað eisini aftur. Tí hetta kann vera við til, at seta Føroyar á heimskorti og skapa ótømandi møguleikar, at selja sendingarnir víðari út í heim. Vit mangla satiru/skemtisendingar í KVF og ongantíð for skjótt, at vit fingu Pipar & Salt aftur á skránna. Slíkar sendingar, sum hesar (og aðrar) vóru við til at skapa eina føroyska mentan - og verur tað tosað enn tann dag í dag um tær sendingarnir. Um eg verið valdu á Ting - so fari eg at lurta eftir leiðsluni hjá KVF og heldur enn at vera ágangandi ímóti teimum, so fari eg at vera fyrikomandi & spyrjandi. Tí tað kemur ein nógv longri við. Eg veit hvussu tað kostar, at gera sendingar - men eg veit eisini, at vit saktans kunnu tjena teir pengarnir inn aftur. Tað krevst ein politiskur vilji til, at skilja støðuna hjá KVF og tann vilja havi eg. Eg vóni, at framtíðar karmarnir vera bjartar hjá KVF - tí tað hava tey so sanniliga uppiborið. Fyristilla tær hvussu stuttligt tað hevði verið, um knappliga ein føroysk sending vann fleiri altjóða viðurlønir - og ferðafólk knappliga komu streymandi (enn meira enn í dag) til okkara vakra deiliga land? Jú, vit eiga at varðveita KVF og skapa trygga karmar rundan-um tey, sum har arbeiða. Vit eiga arbeiða ímóti, at gera enn fleiri føroyskar sendingar - enn hvat vit gera í dag. Tí (sum sagt) hetta er okkara mentan og hana skula vit vera góð við! Jógvan á Høvdanum - Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri Mítt uppskot er, at føroyingar fáa ein ferðaseðil um árið - so at vit kunna samla okkum mót at vera verandi her. Líkasum fáa eitt sindur av sól frá øðrum londum - burdi ikki verið skaðiligt fyri nakran. Grundin til at eg siga hetta her - kemst ikki av ongum grundum. Í einari myrkari bygd í norður Noregi - gera tey nevniliga hetta her. Vegna veður, so fær fólkið sum har býr - ein ókeypis ferðaseðil til tað land, sum tey hava hug til. Og tá ið tey so koma aftur til bygdina eru fólkini fylt upp við gleði, sum eisini ger tað, at fólkið verur verandi har. Eg og konan vóru ein gongutúr ein dagin, og tá fekk eg prát við ein miðal gamlan mann, sum gekk nógvar gongutúrar. Eg spurdi hann, um hann nakrantíð hevði upplivað eitt so vánaligt summar, sum í ár. Hann svaraði nei, ongantíð hevði hann tað og varð fullvísur í eina veðurlags broyting, sum vit føroyingar nokk ongantíð sleppa av aftur við. Tí sigi eg eisini, at vit føroyingar áttu at fingið ein ókeypis ferðaseðil - eina ferð um árið. Tað hevði ikki kosta landinum nógv og kundi tað eisini verið ein slags "skattalætti", sum Valevnir kring Føroya knøtt - brúka so dúgliga beint nú. Tann sálarveiki føroyingurin hevði fingið ágóða av hesum og eisini hevði tað lætt nógv um hjá mongum barnafamiljum, sum ikki hava ráð til ferðast hvørt ár. Eg vil halda uppá, at ein & hvør hevði notið gott av at ferðast - har ein kundi fylt Lívs-bikarið av nýggjum upplivingum og hendinum kring allan heim. Og Atlantic Airways og Norrønu eiga vit føroyingar - so har nýtist ongin vandi at vera á ferð - viðvíkjandi tí hetta kemur at kosta landinum. Vit høvdu eisini verið við til at skapt okkurt nýtt í Føroyum - eitt nýtt, sum kanska onnur smálond eisini høvdu verið farin í holt við. Um eg verið valdur inn á Ting, so skal eg ikki beinleiðis lova tykkum, at hetta uppskot verður samtykt - men tað er í hvørtfall eina roynd vert, at prøva, isje sannheit. So ynskir tú tær eina broyting - so hugsa teg um, tá tú fer á Val tann 1. september. Eg fari at arbeiða fyri tónleikinum, sjónleikinum og allari list. Eg fari at arbeiða fyri at beta um korini hjá Sjónmanninum, Krambakallinum og øllum teimum við erfaring, sum tjena alt ov lítið - í mun til, hvat alt kostar í dag. Eg fari at arbeiða fyri (og arbeiði fyri) at BANNA Sea Shepherd og samstundis, so vil eg betra um Ferðavinnuna. Ja, eg vil "branda" Føroyar av nýggjum og til tað, so havi eg also brúk fyri, at tú stemmar uppá meg tann 1. september. Vit hava brúk fyri skapandi talentfullum fólkið, sum ikki eru bangin fyri, at koma við einari nýhugsan. Jógvan á Høvdanum - Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri Nú kundi hetta ljóða sum eitt Valagn - men tað er nakað um tað, sum eg her beri framm. Ein sigarett pakki kostar góðar 60 kr í Magn støðunum (og handlum) kring landið og tað meti eg vera alt ov dýrt. Tí fakta er, at eg havi slett ikki ráð at roykja - men av tí at eg eri avhangigur av nikotini, so geri eg tað álíkavæl. Kann eisini gott vera, at eg royki tí at mær dámar tað so væl. Men lat tað nú fara ... Hví skal eg straffast, tí at eg beri eina last? Og tað er vorði somikið galið hjá mær, at eg royki onkuntíð tveir pakkar um dagin. So uppá ársbasis - so brúki eg góðar 40.000 kr um árið uppá sigarettir, har meginparturin av hesum endar í Landskassanum. Somuleiðis eru vit føroyingar aftanfyri, tá talan er um rúsdrekka. Í Rúsuni kostar ein Aalborg Taffel Akvavit 281,50 kr og í Danmark kanst tú keypa ein heilan litur av Aalborg Taffel Akvavit fyri einans 145 kr. Hetta eru prísir, sum vilja nakað og eg haldi, at tað líkist svartasta ongum, at Landið raðfestur sínar prísir uppá tann mátan, sum tey hava hug til. Somuleiðis tey, sum berjast við rúsdrekka trupuleikar - megna heldur ikki at leggja av - og tey, sum ikki bera brek av rúsdrekka trupuleikum - skula eisini straffast við ovurhondsstórum prísum av landinum - og hetta skapar also ikki nakra minking av rúsdrekka søluni - men heldur eina minking av pengapunginum hjá okkum, sum liva her. Tað er heldur ikki gott fyri okkara ferðandi, at vit leggja nógvan prís á sigarettir og rúsdrekka, so at ongin hevur ráð til, at drekka ella roykja tað. Vit muga fara aðrar leiðir og tí fari eg at arbeiða fyri, at prísirnir av Sigarettum & Rúsdrekka fara niður á komandi Valskeið - um eg verur valdur á Ting. Tað má vera sámiligt at liva í Føroyum hjá ØLLUM ... eisini hjá okkum, sum bera uppá onkra last! Jógvan á Høvdanum Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri Grundin er sera einkul - vit muga hava eina Grundlóg, sum ger tað møguligt at banna Sea Shepherd - tí at Sea Shepherd er ikki gott fyri Føroya land. Tað er í roynd & veru ein terrorbólkur, sum IKKI vil okkum nakað gott. Vit hava roynt, at verið fitt ímóti teimum og víst okkara blíðskap, men tað rýnir ikki við og bert teirra lygnir & propaganda eru galdandi. Eg fari at virka fyri, at Heimavørn (hjemmeværn) verður stovnað í Føroyum. Heimavørnin skal verða væl vand fólk, sum kunnu hjálpa løgregluni í samband við grindadráp. Heimavørnin kann eisini hjálpa til hjá løgregluni í øðrum málum. Vit skula ikki lata okkum kúga av slíkum felagsskapi og lítið nyttar at gera eina Grindalóg, sum sigur at tú skal boða frá eini grind um tú sær eina. Sum ein rættur føroyingur, so boðar tú sjálvandi frá - um tú sær eina grind. Men kanst tú forlanga hetta av einum ferðandi ..? Nei, tað riggar ikki og kanningar vísa, at tað eisini verður brúkt ímóti okkum. Lættasta loysn er at banna felagskapin, júst sum tey hava gjørt í Íslandi og aðrastaðnis. Tá sleppa vit eisini undan, at forsvara okkara rætt at drepa grind kring allan heim. Vit noyðast eisini nú, at vísa heiminum eina aðra mynd av okkum sjálvi - enn tí myndina, sum Paul Watson roynir at vísa heiminum. Vit kunna ikki bert sita hendur í favn og lata sum onki - tí ferðavinnan kann fáa ein stóran skaða av hesum. Tí er mítt høvuðsmál til hetta Valið, at bannað Sea Shepherd og eftir at vit hava fingið hetta ígjøgnum, so fari eg at betra um okkara umdømið. Tá ið tað er gjørt - so fer ferðavinnan at blóma totalt og vit føroyingar fara at liva júst sum vit plagdu at liva. Ja, kanska enntá - tori eg at lova, at um ferðavinnan fer at blóma, so fara vit at liva enn betri enn fyrr. Ferðandi sum eru her - eru totalt bergtikin av okkara vakra landi. Og mong av teimum hava tað ikki gott við at Sea Shepherd gongur & melur runt og kikkar eftir grind. Mong av teim ferðandi vildu helst sloppið undan einum slíkum terror-felagskapi og tað er heldur ikki nakað vit kunna bjóða teimum - ei heldur okkum sjálvi. Velur tú meg tann 1. september, so ger tú Føroya landi eina tænastu - tí eg fari nevniliga at arbeiða fyri okkara land. Eg fari at stríðast nógv meira enn áður - har eg havi teknað eina Anti Sea Shepherd teknirøð um dagin - og fari eg eisini at halda tað, sum eg havi lova. Danska Grundlógin boðar eisini frá, at vit kunna útihýsa einum felagsskapi, sum bert hevur terror til endamáls og tað er júst tað, sum Sea Shepherd er. Um tað ikki verur við bragi - har hinir sum har sita fáa kaldar føtir - so skula allar sjóreglur & landareglur herðjast fyri Sea Shepherd (og ongan annan) og tá skula vit eisini vísa teimum, hvørji vit eru. Sera einkult, so kunna lógir skrivast - sum ger tað so trupult hjá teimum, at virka í Føroyum - at tað ikki fer at loysa seg yvirhøvur, at koma aftur her til. Lat røddina tala fyri teg tann 1. September. Lat tað føroyska hjarta føra tær vegin. Og so skal eisini sigast, at persónliga - so havi eg tað við politikarum, sum við blævum. Inn ímillum - so skal lorti skiftast út! Vel mannin, sum arbeiða fer fyri at BANNA Sea Shepherd. At betra um Ferðavinnuna. At betra um korini hjá Sjómanninum. At betra um korini hjá Talentunum. Og at her í Føroyum skal loysa seg at hava Erfaring. Um tú ynskir eina broyting í Føroyum - so eri eg ein gongd leið. Jógvan á Høvdanum - Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri |
Arkiv
April 2019
|