NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroysk Framleiðsla framum ALT!

21/8/2015

Comments

 
Picture
Tað sum kann fáa mítt piss í kók - er tá ið politikara siga, at tú mást velja, sum ein rættur føroyingur. Tú mást stuðla tað, sum er Føroyskt - tí Føroyskt er so gott. Ja, tú mást stuðla tí føroysku vinnuni, mást tú. Men somu politikara, sum siga seg elska Føroya land - so nógv, sum teir gera ... prenta Valplakatirnar hjá sær í Kina.

Vit í Nýtt Sjálvstýri prenta sjálvandi allar Valplakatirnar hjá Føroyaprent, tí sjálvandi vilja vit stuðla tí føroysku vinnuna.

Alt annað vildi verið politiskt ókorrekt. Og eg fari ikki at nevna nøkur nøvn í politikki - men soleiðis er tað bara. Summir flokkar prenta also plakatirnar úr Kina og tað haldi eg persónliga vera undir alt lágmark.

Um okkara Landsins ovastu ikki stuðla føroyskari vinnu - hvør skal tá gera tað? Hvat signal sendir tað út til tey ungu, sum liva her í Føroyum? Nei, tað er ikki íordan - at nú tað er Val, at tú prentar plakatir aðrastaðnis enn í Føroyum. Tær fyritøkur, sum prenta her í Føroyum - hava tað nóg ringt, sum er. Og skal ein politikari, sum tú sjálv/ur hevur valt - tá velja, at prenta sínar plakatir aðrastaðni - so veit eg ikki hvussu vit skula megna okkum við føroyskari framleiðslu, sum uppá allar mátar er líka kappingarfør, dygdargóð & service-minda - sum tað tú fær sendandi úr Kina.

Og har til kann sigast, at ein & hvør kapping er góð - men poengi liggur nú ikki í, at tú sum flokkur - velur at tveita Valpeningin burtur til Kina. Nei - tú hevur faktist skyldu til at prenta Føroyskt, tí vit politikarar skula sjálvandi stuðla allari føroyskari framleiðslu. Føroyskt er gott og velur tú meg á Ting - so kemur tað framhaldandi at vera gott !!!

Jógvan á Høvdanum
- Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri


Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.