NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Video: Hvat hevur Weiner við Clinton at gera ?!?

30/10/2016

Comments

 
Billede
Fyri at forstanda tað eitt sindur betri, so hevur CNN gjørt eitt lítið klipp, har tey vísa hvat Anthony Weiner hevur við familjuna Clintons at gera ...

Sakin er sera álvarsom og kann saktans ávirka ta amerikanska valið ...

Sjá klipp niðanfyri:

JáH (y) 31.10.2016

Comments

Skylnaður: Mariah krevur 340 milliónir

29/10/2016

Comments

 
Billede
Sangarinnan Mariah Carey er troytt av manninum hjá sær, James Packer, sum er casino-eigari og hevur eitt virði uppá 27 milliardir kr og krevur nú skylnað frá manninum.

Sjálvt um Mariah Carey sjálv hevur eitt virði uppá 3,6 milliardir kr, so heldur Mariah uppá, at hon hevur mist fleiri konsertferðir grundað av honum og tískil so vil hon hava 340 milliónir frá manninum, tá ið tey skiljast.

JáH (y) 30.10.2016 

Comments

Klovnaræðslan spreiðir seg til Føroya land!

29/10/2016

Comments

 
Billede
Finn Johannesen aka Klovnurin Bubu greiddi frá í eini sending hjá Kára Sólstein ígjár, at Klovnaræðslan er eisini komin til Føroyar og at hann varð sera harmur um, at fólk (kanska seg ung) brúka klovnadraktina til at spreiða ræðslu ímillum fólk.

Finn Johannesen fortaldi fyri Kára Sólstein, at hann hevur brúkt sera mong ár til at skapa klovnin Bubu og at henda Klovnaræðslan, sum nú eisini er komin til Føroyar er skaðandi fyri hansara Bubu-fyritøku.

Runt um í heim - lata fólk seg í eina klovnadrakt og gjarna gera seg so vemmilig sum til ber og fara síðan út í gøtuna fyri at spreiða ræðslu í fólk. Og nú Halloween er kring alla heim, so vera tað nokk mong, sum fara at nýta høvið og lata seg í eina vemmiliga klovnadrakt, sum tann omanfyri.

Men tað er eisini nýtt, at klovnadraktin verður nýtt, at spreiða ræðslu. Filmurin IT er kanska besta dømið um tað og tann filmurin er frá 1990 og verður endurspældur í 2017. Og kanska eitt annað, sum ger tað, at fólk ræðast klovnar er mordarin John Wayne Gacy frá veruleikanum, ið varð ein klovnur um dagin - men ein mordari um náttina.

JáH (y) 30.10.2016

Comments

FBI stjórin hevur gjørt tað lort ..!

29/10/2016

Comments

 
Billede
Stjórin hjá FBI í Amerika, James Comey (á myndini) hevur gjørt tað lort við at opna email-sakina hjá Hillary Clinton aftur - so tætt uppundir tað amerikanska valið. Tað sigur ein ein fyrrverandi stjóri hjá FBI fyri fjølmiðlunum - tí at hann heldur, at hetta kann fáa stórar fylgir fyri stjóran um nú Hillary Clinton skuldi enda sum Forseti fyri Amerika.

Donald J. Trump er hinvegin glaður um, at FBI er farin í holt við at kannað Hillary Clinton aftur og tvíheldur hann enntá uppá, at email-skandalan er størri enn Watergate skandalan, tá ið Nixon sat sum Forseti, sjá klipp niðanfyri:

JáH (y) 30.10.2016

Comments

Seyðasýning í Haraldsundi (myndarøð)

29/10/2016

Comments

 
Billede
Norðoya Portalurin varð ein túr á Seyðasýning í Haraldsundi í morgun og har vóru heilt fitt av fólkið møtt upp ...

Ímillum 20 - 25 eigarar av seyðum vóru til staðar og talan er um 12 hagapartar, har 3 dómarar fara at meta um 40 seyðir.

Tað byrjaði í morgun kl. 10.00, har tað sum fastur táttur er, at morgunmatur verður etin í Bygdahúsinum í Haraldsundi av fólkið sum hava við seyðasýningina at gera.

Norðoya Portalurin tosaði við Brandur í Kongsstovu og hann lovaði okkum, at vit skuldu fáa at vita, nær Seyðasýningin varð liðug og hvør fór at vinna. Vinnarin verður helst funnin um 17.00 tíðina í dag.

JáH (y) 29.10.2016

Comments

Viðareiði: Meginparturin av pengunum funnin aftur ..!

28/10/2016

Comments

 
Billede
Meginparturin av peninginum, sum bleiv stolin í Viðareiði herfyri - er nú funnin aftur ...

Norðoya Portalurin at siga um, at talan er um sera stórar peninga upphædd, men júst hvussu nógv talan er um, vita vit ikki við vissu og tískil vilja vit heldur ikki skriva nakað "beløb" á ...

Soleiðis skrivar løgreglan á teirru heimasíðu:

Við góðari hjálp frá fólki í Norðoyggum, hevur politiið nú fingið til vega megin partin av stóru peningaupphæddini, ið bleiv stolin á Viðareiði.

Politiið fekk seinnapartin fyrradagin eitt ”tip”sum førdi til, at megin parturin av stolnu peningaupphæddini bleiv funnin.

Ongin er enn skuldsettur í málinum, men politiið hevur onkran illgrunað til hvør viðkomandi kann verða, ið hevur framt stuldurin.

Av tí at kanningararbeiðið ikki er komi á mál, kann politiið ikki nevna nakað um hvussu stór peningaupphædd talan er um ella hvar peningaupphæddin er funnin.

Polittið takkar øllum teimum. ið hava ringt og hjálpt til við kanningarbeiðnum.

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur
Kanningardeildin

JáH (y) 29.10.2016

Comments

Trump økt um peninganýtsluna til Valstríðið!

20/10/2016

Comments

 
Billede
Ríkmaðurin Donald J. Trump hevur økt um peninganýtsluna til amerikanska valstríðið - har tøl eru komin framm, at hann hevur brúkt áleið 476 milliónir krónir í september, men tað er enn góðar 88 milliónir krónir minni enn hvat Hillary Clinton hevur brúkt.

Les eisini: Skitnasta Valstríðið í Amerikanskari søgu!

Fyrradagin varð seinastu ferð, at Donald J. Trump og Hillary Clinton høvdu "live" orðaskifti og eisini her, vilja fólk vera við, at Hillary stóð seg betri enn Donald. Men trúðføstu fjepparanir hjá Trump trúgva enn uppá mannin - hóast meiningartølini vísa, at Forsetavalið fer til Hillary.

Tað seinasta frá Trump er, at hann fortelur fyri tí amerikanska fólkinum, at amerikanska valið er korrupt skipað og vinnur Hillary Clinton, so er tað beinleiðis snýt - sum hevur gjørt tað, at hon vinnur. Tá ið Trump bleiv spurdir um, at hann fór at góðtaka Hillary Clinton sum Forseta, so vildi Donald ikki geva nakra viðmerking - men segði tað, at eftir valið, so skuldi hann nokk koma við einari.

JáH (y) 21.10.2016

Comments

Skitnasta Valstríðið í Amerikanskari søgu!

14/10/2016

Comments

 
Billede
Valevnini hjá tí Demokratiska og Republikanska flokkinum hava úr at gera við at siga og skriva ilt um hvørt annað.

Hillary Clinton (Valevni hjá Demokratiska flokkinum) brúkar alt í hennara makt, at spæla uppá upptøkurnar av Donald J. Trump, har hann er tikin uppá band við at siga, at hann sum ríkmaður kann gera tað hann vil við kvinnur og enntá taka kvinnurnar í vaginuna.

Donald Trump heldur uppá, at prógvini uppá at Hillary Clinton hevur havt ein loyniligan servara heima við hús, er nokk til at tveita hana í fongsul. Wikileaks hevur latið út fleiri túsund emails frá Hillary Clinton og fleiri av email'unum benda á, at Hillary er rasistiskt eisini. Hann hevur eisini sagt alment, at tey tingini sum maður hennara, Bill Clinton hevur gjørt ímóti kvinnum er ófyrigeviligt. Og til seinasta "live" debatt ímillum hesi valevnir kunna vit rokna við, at tað fer at vera enn meira skitið.

Sjálvt um tølini vísa, at Donald Trump er aftanfyri Hillary Clinton - so kann roknast við einum jøvnum valstríðið tann 8. november, tí Trump veljarin fer ígjøgnum eld fyri at velja mannin og tað skal also meira til enn eitt 11 ára gamalt videoband at broyta meiningina hjá Trump veljaranum. Hinvegin eru tað mong í Amerika, sum ikki vita hvønn av hesum valevnum tey fara velja - og tað er júst tað, sum tann triðja debattin ímillum hesi bæði fer at avgera.

Ja, vit kunna rokna við, at Valstríð ímillum hesi bæði verður enn skitnari enn hvat tað er beint nú og kanónirnar vera løddar til ein ordiligan endabrest, sum vit seint fara at gloyma.

Triðja og seinasta debatt verður mikudagin, tann 19. oktober.

JáH (y) 15.10.2016

Billede
Billede
Comments

​Nýggjheit frá Luksusdjór

11/10/2016

Comments

 
Billede
Nú hava vit fingið OptimaNova á goymslu ið er eitt 1. flokks hunda og kettu turrfóður ið fæst sum kornfrítt, glutenfrítt og hveitifrítt ið minkar um vandan fyri fóðurallergi og ið hóskar seg væl til sartar magar.

Nógv sløg og smakkir ið hóska seg júst til tín tørv

Vit vegleiða fegin í at finna rætta fóðrið

Sí okkara úrval á heimasíðuni:

Til hundar:
http://www.luksusdjor.fo/handil/hundar/fóður/c-24/c-88

Til kettur:
http://www.luksusdjor.fo/handil/kettur/fóður-/c-24/c-89

Vøran kann avheintast í Tórshavn, Klaksvíkar og Sørvági.

Vit senda eisini umvegis posta

Comments

Hesa ferð vann Trump á Hillary!

10/10/2016

Comments

 
Billede
Kjakið av øllum kjakum - nevniliga tað 2. av sínum slag, har Forsetaval-evnini bardu hvørt annað av í góðar 90 minuttir - fall til fyrimuns til ríkmannin Donald Trump.

Teir fyrstu 20 minuttirnir vóru teir mest undirhaldandi, tí tá fór Hillary Clinton eftir Trump, tí at hann hevði sagt ymiskt óhóskandi um kvinnur fyri 11 árum síðani í einum trailaravogni - f. eks segði Trump, at hann ongar trupuleikar hevði við at skora kvinnur og at lættast varð, at taka kvinnuna um vaginuna. Og hetta brúkti Hillary Clinton so ímóti honum.

Men so svaraði Donald Trump aftur og kallaði mannin hjá Hillary, Bill Clinton, fyri tann størsta sexmisbrúk-ara í amerikanski søgu og har blivu tikin nøkur dømir framm yvir - hvussu Bill hevði misbrúkt sína makt sum Forseti í Amerika, tá ið talan varð um kvinnur.

Eisini fór Donald Trump harðliga eftir Hillary Clinton, eftir at tað er komið framm av Wikileaks, at hon hevur sletta yvir 30.000 emails - eftir at Dómstólurin í Amerika vildi sleppa síggja hesi emails. Og til aftursvar hevði hon ikki beinini niðri á jørðini, sum Trump hevði (nærum) allatíðina.

Síðan fór Hillary Clinton eftir Donald Trump, at hann ikki hevði goldið skatt í nærum 18 ár, tí hann stóð til at skylda nærum eina milliard dollara til stýrið í Amerika. Men eisini hesaferð, megnaði Trump at svara aftur, tí hann gav faktist til skuldina víðari til Obama og Hillary, tí at tað faktist eru tey sjálvi sum havi staðið á odda fyri, at slík hol eru í skattalógini í Amerika.

Til endans hevði ein lurtari spurt bæði valevnini, um tey kundu siga eitt jaligt orð um hvørt annað - og aftur her, vann Donald Trump eftir mínum tykki. Hillary Trump vildi ikki ordiliga siga nakað jaligt um Trump sjálvan, men hon rósti børnunum hjá honum, sum so dyggiliga hava staðið við lið av pápa sínum og síðan tosaði hon faktist víðari um seg sjálva. Trump - hinvegin - rósti Hillary Clinton fyri at vera treiska og at vera eina kvinnu, sum ikki soleiðis bara gav upp og hetta er ein góður eginleiki at hava, segði Trump víðari.

Har varð nógv at fara eftir hjá Hillary Clinton - men hon gav tí ikki sítt fulla og Donald Trump, sum hevur verið aftur úr Forsetadystinum - er nú komin væl aftur inn í hitan. Og so skal eisini sigast, at hetta kjakið varð sera undirhaldandi at hyggja eftir. Sjá kjak niðanfyri:

JáH (y) 10.10.2016

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.