NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Sea Shepherd lawsuit FAILURE

29/9/2015

Comments

 
Picture
Anthony Tony Marano - okkara kæri vinur úr Japan - fortelur skemtingasamt um hvussu Sea Shepherd felagsskapurin júst hevur tapt eina sak ímóti Ady Gil.

Sjá video niðanfyri:

JáH (y) 29.09.2015

Comments

Ceecee Checks You: Whale killing In The Faroe Islands

29/9/2015

Comments

 
Picture
Ceecee dugir sera væl at viðmerkja okkara føroysku mentan við at drepa grind og hon leggur heldur ikki fingarnar ímillum tá ið hon tosar um grindadráp. Absalutt ein video, sum er verd at hyggja eftir.

Sjá sjálv/ur video niðanfyri:

​JáH (y) 29.09.2015

Comments

Vit gleða okkum til Klovn Forever!

29/9/2015

Comments

 
Picture
Ongin kann taka nakað frá røðini Klovn og filmurin Klovn varð eisini serstakiliga stuttligur - men so er tað spurningurin um Casper og Frank megnar at gera ein líka stuttligan tvey'ara. Filmurin er at síggja í Tórshavnar Bio beint nú ...

Sjá forsmakk av filminum niðanfyri:

JáH (y) 29.09.2015

Comments

Dóttir Paul Walker saksøkir Porsche

29/9/2015

Comments

 
PicturePaul Walker og dótturin Meadow
Dótturin hjá tí deyða sjónleikaranum Paul Walker hevur avgjørt at saksøkja Porsche fyri bilvanlukkuna - sum drap pápa hennara í november 2013.

16 ára gamla Meadow Walker hevur fingið staðfest, at ymiskir feilir vóru við Porsche bilinum, tá ið vinur til Paul Walker og Paul koyrdu bilin - sum rendi í ein lyktapela við 150 km/t og brendist upp - eftir stoytin.

Kanningar av tilburðinum vilja nú vera við til, at bilurin ikki koyrdi so skjótt - og um trygdarviðurskiftini við bilinum vóru sum tey skuldu vera - so kundi væl verið, at Paul Walker enn varð á lívið í dag. Paul Walker gjørdist heimskendir av Fast and the Furious filmunum, sum eisini snúgva seg um at koyra skjótt við bilum.

JáH (y) 29.09.2015

Comments

Ár 2016 verður tað størsta Teknirøðs-filmsárið, tit !!!

29/9/2015

Comments

 
Picture
Tað verður massar av filmum, at hyggja eftir í 2016 - og at døma eftir tí vit á Norðoya Portali hava hugt eftir, so verður tað massar av teknirøðs-vold í 2016 og tað verður ein super hørð kapping ímillum DC Comics og Marvel næsta ár ...

Suicide Squad er absalutt ein filmur fyri tað sum elska at teknirøðir vera gjørdar um til filmar, sosum Spiderman, Batman og Superman. Suicide Squad er um nakrar anti-hetjur, sum eru ónd - men sleppa út at bjarga verðini av mynduleikunum. Eisini verður Deadpool partur av 2016 - sum Ryan Reynolds spælir høvuðslutleikin av. Deadpool forrestin er eisini ein anti filmsheltja.

Og fyri tað ikki skal vera lygn, so vera Batman VS Superman, Gambit, Dr. Strange, X-Men: Apocalypse og Captain America: Civil War eisini gjørdur um til filmar í 2016 - so vit gleða okkum sum smábørn at sleppa at síggja hesar feitu komandi filmarnir, isje sannheit ?!? Men spurningurin er kanska - verður hetta ov nógv av tí góða og eru tað manglandi góð manuskriftir í Hollywood, sum ger tað, at Hollywood er farin TOTALT inn í teknirøðs-heimin ..? 

​JáH (y) 28.10.2015

Comments

- Helt eg var Kurt Cobain

29/9/2015

Comments

 
Picture © KVF
- Tá eg var manisk, var eg sannførd um, at eg var Kurt Cobain, sigur Jana Jacobsen, sum hevur bipolara sjúku.
  Í nógv ár hevði 29 ára gamla Jana Jacobsen úr Miðvági ein gerandisdag, har hon antin var ekstremt deprimerað ella heilt manisk.
  Tað byrjaði longu, tá Jana Jacobsen var heilt ung.

Les meira HER 

JáH (y) 29.09.2015
​Kelda: KVF


Comments

Massar av Grind eftir, Watson!

29/9/2015

Comments

 
Picture
Nú árið 2015 er í ferð við at vera liðugt, so hava vit ikki dripið nakað serligt av grind í ár - eitt sindur yvir 400 grindahvalar ...

Men tølini, sum altíð vera brúkt, at tað eru gott 800-900.000 grindahvalar (Pilot Whales) runt í heiminum - stemma also ikki - tí tey seinastu tølini hjá Altjóða Hvala Stovninum vísa á, at tað eru minst eina millión grindahvalar eftir í heiminum og tað kann bert vísa tað, at vit føroyingar (uttan himpr) kunna drepa enn fleiri grindahvalar til næsta ár.

Paul Watson hevur roynt dúglig at logið um, at tað ikki eru so nógvir grindahvalar eftir í heim - men tølini hjá Altjóða Grinda Stovninum (International Whaling Commission) lúgva neyvan og tey vilja halda uppá, at 780.000 eru so 100% sikkurt eftir - men kanska kann tað vera heilt upp til eina millión grindahvalar eftir úti í høvunum.

So - um so er, at vit drepa 800 hvalar um árið, so merkir tað púrt onki fyri stóra hvalastovnin. Og ikki kunna argumentini hjá Watson brúkast til nakað sum helst. Nei, Sea Shepherd er einans í Føroyum fyri at skaffa meiri pening til fleiri nyttuleysar framtíðar herferðum.

Og so skalt tú eisini vita, at djórini (á landi & sjónum) er Guðs gáva til okkum menniskjur og vit føroyingar skula ikki førka okkum ein tumma fyri Paul Watson og hansara harkaliði av sokallaðum SS hermonnum.

JáH (y) 29.09.2015

Link: 

https://iwc.int/estimate
http://marinebio.org/species.asp?id=354

Comments

Harra Smithers er sprungin út !!!

29/9/2015

Comments

 
Picture
Tann yvirhálpsami Harra Smithers úr teknifilminum The Simpsons er sprungin út sum samkyndir.

Og tað skuldi heili 575 røðir til fyrr enn vit fingu at vita tað, at Harra Smithers veruliga ikki er til konufólk, men til mannfólk.

Hvussu fólk fara at taka ímóti hesum, kemur tíðin at vísa. Men ávísurnar í Amerika skriva dúgliga um hetta og eftir øllum at døma á alnótini, so hava fjepparar av The Simpsons bara tikið væl ímóti hesum.

JáH (y) 29.0.92015

Comments

Maggie Gyllenhaal: Tað reina Porno!

29/9/2015

Comments

 
Picture

Maggie Gyllenhaal sum hevur stóra succes í røðini The Honarable Woamn skal til at spæla horan Candy í tí komandi røðini The Deauce hjá HBO.

Røðin gongur fyri seg í 70'inum 80'inum í New York. Maggie skal spæla rolluna sum Eileen Merrel, sum livur sum ein hora í Times Square - áðrenn hon spakuliga verður drigin inn í pornoverðina. Røðin skal vera rá og ógvuslig og fer eisini at nema við AIDS sjúkdómin. 

JáH (y) 29.09.2015

Comments

Røða í sambandi við 100 ára degnum hjá Ivan F. Nattestad

28/9/2015

Comments

 
Picture© Almannamálaráðið
Fríggjadagin 25. september 2015 fylti Ivan F. Nattestad 100 ár, og var landsstýriskvinnan, Eyðgunn Samuelsen við til føðingardagin, har hon heilsaði uppá føðingardagsbarnið og bar fram røðu ...

Les meira HER

JáH (y) 28.07.2015
Kelda: Almannamálaráðið

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.