NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Jógvan á Høvdanum (yngri) í holt við nýggja heimasíðu

26/5/2015

Comments

 
Picture
Jógvan á Høvdanum (yngri) hevur staðið aftanfyri Norðoya Portal og kemur í framtíðini eisini at skriva greinar fyri Norðoya Portal - tó fer hann í holt við eina heimasíðu, sum altíð hevur ligið honum nær:

- Eg havi altíð dámt væl, at fingið fólk at flenna uppá ymiskar mátar. Um tað ikki er við tónleiki, so er tað við sjónleiki, og riggar tað heldur ikki, so havi eg tikið pennin framm og sum oftast, so havi eg megna at fingið eitt smíl framm frá menniskjum. Tí eri eg farin í holt við hesa heimasíðu, sum eitur www.hjernedeytt.net og koma næstan bara stuttlig ting, at vera á heimasíðuni, sigur Jógvan við Norðoya Portal.

Hugskotið til heimasíðuna Hjernadeytt sigur Jógvan, at hann fekk ímeðan hann varð á netinum og alt tyktist so ... ja, hvat skal man siga ... hjernadeytt. Og so er tað eisini tørvur á onkrari stuttligari heimasíðu nú Føroyaportalur er givin, er Jógvan samførdur um.

- Eg elski at elska um ting, sum fyri so vítt onga meining geva og onki er so sunt sum ein bíligur látur. Internetið ger ordiliga um seg fyri tíðina og tá ein býr í Føroyum, so hevur ein brúk fyri at sleppa at flenna eitt sindur og sjálvt um heimasíðan ikki er heilt liðug enn, so skal eg lova tykkum fyri, at onkrum fara tit at flenna eftir inni har, sigur Jógvan at enda við Norðoya Portal.

NP 27.05.2015

Comments

Takk & farvæl, David Letterman

23/5/2015

Comments

 
Picture
Í meira enn 32 ár hevur David Letterman undirhildið okkum sum vertur.

Hann hevur staðið aftanfyri 6028 Late Show sendingar fyri CBS - og fjepparar verðina runt fara dúgliga at sakna Letterman, sum er ein ordiliga ikon í Amerika og verðina runt.

Sjá part av tí seinasta Late Show'inum hjá David Letterman (sum varð tann 20. mai) niðanfyri.

JáH (y) 23.05.2015

Comments

Maður funnin deyður - men byrjaði knappliga at røra seg!

23/5/2015

Comments

 
Picture
Thomas Sancomb (á myndini) varð funnin liggandi á gólv - kaldur og rørdi seg ikki. Portørarnir hildu, at her varð ikki meira teir kundu gera.

Maðurin varð deyður, hildu teir - men knappliga byrjaði Thomas Sancomb úr Wisconcin, Milwaukee (Amerika) at røra seg - á veg út til kapelli.

46 ára gamla dáman hjá manninum ringdi til sjúkrahúsið - tí hon fekk ikki fatur í manninum hjá sær.

WISN 12 News boðar frá, at Harra Sancomb varð kaldur at nema við - og onki bleiv gjørt fyri at bjarga honum, tá teir hildu at maðurin varð deyður. Tá teir høvdu koyrt í ein tíma, fingu portørarnir eitt ordiligt sjokk - tí knappliga byrjaði "líkið" at røra seg. Hann byrjaði at anda - ímeðan hansara høgri armur og bein rørdu seg. Teir skundaðu so sær, at fáa mannin undir læknahond.

Thomas Sancomb liggur í dag í intentsiv og er ikki uttan fyri lívsvanda heilt enn - kanningar vera nú gjørdar av manninum.

JáH (y) 24.05.2015



Comments

Ummm - Hetta smakar, tit !!!

19/5/2015

Comments

 
Picture
Hetta køkan er sera nem at gera - og kann gerast um tú nú skalt hava nakrar vinir á vitjan, har tú skalt vísa hvussu væl tú dugir at gera køkur. 

Og so skal henda køkan ikki eingong bakast. Sjá sjálv/ur video niðanfyri - hvussu lætt henda køkan kann gerast.

Vælgagnist!

JáH (y) 20.05.2015

Comments

Hvussu svevur ein Giraffur ?!?

19/5/2015

Comments

 
Picture
Á reyvuni - kundi tað verið stutt & greitt svara, men sannleikin er at giraffurin við tí langa hálsinum hevur tað oftað trupult við at sova.

Onkuntíð so kann giraffurin sova - ímeðan hann stendur uppi. Og aðrar tíðir, so leggur hann skerflatan niður, um pláss er fyri tí. Men sum oftast so svevur giraffurin, sum tú sær á myndini.

Um giraffurin hevur ilt í nakkanum til tíðir, sigur søgan tó onki um.

JáH (y) 20.05.2015

Comments

Hetjan Singh brýtur regliøsar lógir - fyri at hjálpa einum smádrongi

17/5/2015

Comments

 
Picture
22 ára gamli Harman Singh (uttast til høgru á myndini) er júst blivin prísaður verðina runt - eftir at hann lat seg úr turbanini fyri at hjálpa einum smádrongi, sum júst varð blivin ákoyrdur av einum bili - tá drongurin varð á veg í skúla.

Sjálvur sigur Singh, at hann hugsaði ikki um sína reglión, sum fráboðar honum at taka turbanina av - men at hann hugsaði um lítla 5 ára gamla smádrongi, sum hevði brúk fyri hjálp og tískil so rann hann yvir til ferðslu vanlukkuna, tók turbanina av høvdinum og legði turbanina undir høvdi á dronginum.

Vanlukkan hendi í Takanini, Suður Auckland í New Zealandi og drongurin hevur tað eftir umstøðunum gott nú. Fleiri túsund fólk verðina runt prísa 22 ára gamla Singh á Twitter og Facebook og skriva ímillum annað: "Flott symbol uppá, at vit eru øll menniskjur. Vit hava øll okkara trúgv, men tá dagurin at enda er - so er hjálpa hvørjum øðrum - lykilin!"

JáH (y) 18.05.2015 

Comments

Sera nógv fólk møtt upp til Eydnuhjól í Kunoy

16/5/2015

Comments

 
Picture
Áleið 300 fólk vóru farin sær ein túr til Bygdahúsið í Kunoy fyri at spæla Eydnuhjól í gjáarkvøldið. Og vinningarnir vóru heldur ikki heilt smávegis - har ein kundi vinna Lamb í heyst, krov, gummibát, gassgrill, ferð og mangt mangt annað.

Fyrireikarnir av Eydnuhjólinum vóru sera væl nøgd við tiltakið og sum vera man, so varð tað ein ógvuliga hugnaliga løtu, ein hevði í Bygdahúsinum í Kunoy.

Sjá annars myndarøð niðanfyri:

JáH (y) 17.05.2015

Comments

Broytingin í fólkatali í øllum bygdum og býum í 25 ár

16/5/2015

Comments

 
PictureTilvildarlig mynd
Hvussu hevur gongdin verið í fólkatalinum í øllum bygdum og býum kring landið seinastu 25 árini? Tað var fyri 25 árum síðani, at Føroyar rendu seg í lemjandi kreppuna, ið førdi til hópfráflyting og minking í fólkatalinum. Kreppan stóð við í fimm ár, áðrenn tað fór at ganga uppeftir aftur. Og síðan tók tað aftur tíggju ár at koma upp á sama fólkatal fyri alt landið.

Tó er ógviliga ymiskt, hvussu tað er gingist í ymisku býunum og bygdunum hesi árini. Í 44 av teim 119 bygdunum og býunum er fólkatalið komið upp á ella upp um støðið í 1990 – hjá summum teirra langt uppum.

Men í teim flestu – 75 av teim 119 – er enn ikki komið upp á sama fólkatalið. Og í fleiri av hesum – ofta teimum minstu - dragnar áhaldandi.

Les meira HER

Kelda: Hagstova Føroya


Comments

Jacob Vestergaard: Teir hava longu brotið Grindalógina !!!

12/5/2015

Comments

 
Picture
Nú hevur Sea Shepherd boða frá, at teir aftur koma til Føroyar at órógva, tá talan er um grindadráp. 

Meiningin er at manningin kemur mannsterkt til Føroyar tann 14. Juni og atla tey at vera her heilt til Oktober. Men spurningur er - um tey yvirhøvur hava loyvið at vera her.

Í teirra umsókn, at sleppa at vera ein partur av nýggja Operation Sleppið Grindini - har hava teir nemliga orða seg soleiðis: "Vit hava einans eitt endamál og tað er at syrgja fyri at ongin grind letur lív."

Í tí nýggju Grindalógina stendur soleiðis skrivað: 

§ 10. Løgreglan hevur sum uppgávu at verja fyri, at forðingar verða lagdar fyri grindadrápi, uttan mun til hvat skeið talan er um. Stk. 2. Við tí í hyggju at verja fyri forðingum, sum nevnt í stk. 1, kann løgreglan fremja inntriv mótvegis tí ella teimum persónum, sum av góðum grundum væntast at vilja órógva einum grindadrápi. 

Sjá annars sjálv/ur umsóknina hjá Sea Shepherd niðanfyri:

JáH (y) 12.05.2015

Picture
Comments

Nú tað stundar til Valið !!!

10/5/2015

Comments

 
Picture
Ja, nú tað stundar til Løgtingsvalið 2015 - so hava politikkarar í Føroyum úr at gera við at lova ymisk ting, sum møguliga ikki vera hildin.

Eisini tosað serliga nógv í fjølmiðlunum - fyri at tú skalt seta tín rætta kross, tá tann tíðin kemur. Og hevur tú kanska eisini lagt til merkis, at politikkarnir knappliga heilsa uppá teg ?!?

Jú, so sanniliga er tað spennandi at vera politikkari nú á døgum - og eftir lønini at døma, so er tað heldur ongin politikkari, sum vil at hesin kjansur at sleppa í Løgtingið - skal glíða framvið ein. Nei - hvør sum ein politikkari vil INN og gera ALT fyri ikki at glíða ÚT!

Men er tað ein ávísur sannleiki, sum ein politikkari førir framm ?!? Hvat við teimum lyftunum, sum hann ella hon lovaði til síðsta Val og nú tað stundar til Val aftur - eru tey lyftir ikki hildin ?!? Hvør sigur tað, at viðkomandi aftur skal fáa tína stemmu, tá hann ella hon ikki megna at halda tað, sum tey lovaðu fyri góðum 4 árum síðani ?!?

Hugsa teg væl um - áðrenn tú setur krossin til næsta Val og trúgvur ímóti tær sjálvum. Legg ikki í hvat familjan hjá tær velur, men vel ein politikkara, sum er trúgvur ímóti teim lyftum - hann ella hon lovar tær. Lat teg ikki lumpa av tómum orðum, og lurta væl eftir hvat tey siga - nú tey eru eyka fitt ímóti tær. Nú tað stundar til Valið - vel tá rætt, og minst til, at TÍN stemma kann vera stemman, sum broytir kósuna í Føroyum ... til tað betra ella til tað verra !!!

JáH (y) 11.05.2015 

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.