NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Myndakappingin hjá Klaksvíkar Kommunu nærkast endanum

30/9/2017

Comments

 
Billede
​Myndakapping
Hvussu vilt tú lýsa Klaksvíkar kommunu við einari mynd?

Tað hevur tú nú møguleika fyri at vísa okkum, tí Klaksvíkar kommuna bjóðar nú øllum at taka lut í myndakapping, har vinnarin fær 1000 krónur.

Klaksvíkar kommuna skal hava nýggj kort at brúka í samband við vitjanir, heilsanir, brúdleyp o.a., og tí bjóða vit øllum at vera við í kappingini um at myndprýða kortini. 

Tað einasta, tú skalt gera, er at senda okkum eina mynd, sum vísir, hvat Klaksvíkar kommuna er fyri júst teg. Tað kann vera náttúran, býurin, bygdirnar, fólkini, tiltøkini, Húkurin, Stengurnar, Posthúsið, bussarnir, bátabrúgvarnar, miðbýurin, handlarnir, barnagarðarnir, viðarlundin, Kjølur, Klakkur ella okkurt heilt annað. Bert hugflogið setur mørk.

Allar myndir eru vælkomnar í kappingini, men tað er krav, at tann, ið sendir myndina inn, sjálv/ur hevur tikið hana. Eru persónar og/ella privatar ognir á myndini, krevur hetta eisini samtykki. 

Myndir kunnu sendast sum teldupostur til [email protected] ella við vanligum posti til postboks 2, Klaksvík. Talgildar myndir skulu vera í fullari góðsku. Eisini ber til at lata myndir inn í Miðlan á Nólsoyar Pálsgøtu 32, har tað er opið allar gerandisdagar frá kl. 10-16. Saman við myndini skal vera navn (og aldur, um talan er um børn), umframt ein stutt frágreiðing um myndina. 

Freistin at lata myndir inn til kappingina er mánadagin 9. oktober kl.12.

Við at senda myndina inn til kappingina, gevur tú Klaksvíkar kommunu brúksrætt til hana, og vit tilskila okkum samstundis rættin til ikki at brúka nakra av innkomnu myndunum.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

Klumma: Eingin kann tæna tveimum harrum

22/9/2017

Comments

 
Billede
Sera beinraki klumman hesuferð hjá KVF, har Hilmar Jan Hansen sigur sína hjartans meining, um politikkara sum bara tonkja uppá sín egna pung. Lurtað eftir klummuni her: "Eingin kann tæna tveimum harrum".

SáH

Comments

Friðarrenningin "peacerun" varð runnin í Klaksvík ídag

21/9/2017

Comments

 
Billede
Byrjað varð uttanfyri Maverick og var runnið yvir til Skúlan á Skúlatrøð og var tað rennarin mikli Pól Sundskarð sum rann við kyndlinum og komin yvir í skúlan, var hópin av skúlabørnum, sum tóku ímóti.

Skúlanæmingarnir fingu eina forkláring um friðarrenningina og eitt skreytblað um "peacerun", sum í ár hevur 30 ár á baki.

Friðarrenningin (Sri Chinmoy Oneness-Home Peace Run) er altjóða kyndlarenning, sum ger, at hvør einstakur kann røkta dreymin um frið.

Um allan heimin hava ung sum gomul tikið hin brennandi friðarkyndilin í hond, til frama fyri friði.

Friðarrenningin savnar fólk av ólíkum tjóðum og mentanum í hugsjónini um, at hvør einstakur kann gera sítt fyri friðin.

Friðarrenningin biður hvørki um pening ella stuðul av politiskum og trúarligum áhugamálum. Endamálið við renningini er rætt og slætt at minna á, at friður byrjar í hjartanum hjá hvørjum øeinstakum.

Meira um friðarrenningina, klikk her "peacerun.org".

Her nakrar myndir frá renningini í dag í Klaksvík, sjá niðanfyri.

SáH

Comments

​Læruríka og tankavekjandi arrið

17/9/2017

Comments

 
Billede
Í morgun vóru næmingar á framhaldsdeildini til tankavekjandi fyrilestur, har “Maðurin við arrinum”, danin Peter Bang fortaldi sína lívssøgu, sum millum annað inniheldur rúsevni og harðskap av harðasta slag.

Peter Bang – ella “Manden med arret”, sum donsku miðlarnir hava eyknevnt hann – vaks upp uttan umsorgan og uppmerksemi. Hetta førdi hann á heilt ungum árum út á eina lívsleið, har rúsdrekka, rúsevni, harðskapur og brostverk settu dagsskránna.

- Søgan um Peter er ein søga um, hvussu langt eitt ungt lív kann fara av sporinum, tá ið skeivu avgerðirnar hópa seg upp. Tí hevur tað stóran týdning, at vit sum kommuna, stovnar, foreldur og samfelag sum heild eru varug at við læra okkara børn og ungu at taka ábyrgd og sunnar avgerðir, og tað kann hansara søga tæna sum ein góð áminning um, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn og Ung. 

Trivnaðardeildin hjá Klaksvíkar kommunu bjóðaði saman við Skúlatrøð til fyrilesturin, sum varð hildin í stóra sali í KFUM & K. Við søgu síni hugtók Peter Bang bæði næmingar, lærarar og starvsfólk á Trivnaðardeildini, sum eisini vóru til fyrilesturin, og hetta kann koma øllum pørtum til góðar, heldur Beinta Klakstein.

-Barna- og ungdómsvirðini hjá Klaksvíkar kommunu leggja upp til eitt samstarv, har foreldur, børn og samfelagið í felag geva okkara børnum og ungdómi bestu møguleikar fyri at trívast. Hetta kenna vit millum annað frá SSP-arbeiðnum, har sosialir myndugleikar, skúli og politi virka í felag, og tiltøk sum hetta eru partur av eini størri heild av fyribyrgjandi arbeiði. Eisini verður í løtuni arbeitt við at greina nýggjastu úrslitini av ungdómsgranskingini, og har fáa vit ítøkiligar ábendingar um, hvussu stóran týdning sambandið millum foreldur og børn hevur, eisini tá ið tað snýr seg um eitt nú rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu. Tí var tað gevandi at hoyra Peter fortelja sína lívssøgu, og eg ivist ikki í, at tey ungu lærdu nakað av fyrilestrinum, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini Børn og Ung.

Kelda: www.klaksvik.fo

​SáH

Comments

Vísindavøka á ferð við gott 50 fyrilestrum

16/9/2017

Comments

 
Billede
Nú er skráin fyri Vísindavøku á ferð klár. Til samans vera fleiri enn 50 fyrilestrar kring alt landið i døgunum 13. -28. september. 

5 fyrilestrar vera í Norðoyggjum, 14 í Eysturoynni, 9 í Norðurstreymoy, 19 í Tórshavn, 4 í Vágoy og 3 í Suðuroy., 
Flestu av fyrilestrunum eru almennir, men summir eru skipaðir á arbeiðsplássum ella skúlum fyri fólkunum har. Spyr teg fyri, um tað er møguligt at sleppa at lurta, um tað er onkur av hesum fyrilestrunum, sum hevur tín serliga áhuga. 

Fyrsti fyrilesturin verður á bókasavninum í Sørvági 13. september, har Bjarni á Steig, yvirlækni, fer at leggja fram um cannabis sum heiluvág.

Sí alla skránna fyri Vísindavøku á ferð
​

Fyrivarni verður tikið fyri villum og broytingum

Comments

Hvat er ALKOHOLMISBRÚK ?!?

16/9/2017

Comments

 
Billede
(Kelda: Netdoktor.dk)

Alkoholmisbrúk er størsti trupuleikin samfelagið hevur í dag. Í Danmark verður sagt, at 140.000 menniskjur eru avhangig av rúsdrekka og yvir 800.000 hava eitt stórforbrúk av rúsdrekka, har tey drekka yvir tað, sum Heilsumálaráðið heldur vera ráðiligt. Við tað, at tað er so lætt, at fáa hendur á rúsdrekka í Danmark, so er tað lættari at drekka ov nógv og harvið enda við at blíva avhangigur av rúsdrekka.

Les meira HER

Tað verður oftað sagt, at út av teimum, sum drekka, so endar 1 útav 10 sum alkoholikari - men aðrar keldur vilja vera við, at hetta passar ikki, tí seinastu tølini vísa á, at í minsta lagið 18 % av teimum, sum drekka - enda sum alkoholikarar.

JáH (y) 17.09.2017

Comments

Fractura nasi

16/9/2017

Comments

 
Billede
- Í dag er nýggj bók eftir Høgna Mohr komin út

Høgni Mohr er á rótreið kring Føroyar á súkklu. Á leiðini letur hann tankarnar ferðast frítt.

Í bókini viðger Høgni m.a. sína egnu sorg og tað, sum hann heldur vera skilaleysan journalistikk.

Randi Kúrberg, MA í føroyskum, sigur um Fractura nasi: "Eitt rit um røtur, uppruna og tað, sum stingur djúpt."

Fractura nasi merkir brotin nøs.

Bókin, sum fæst í bókabúðunum, er 250 síður og kostar 250 krónur.

"ein maður og ein damusúkkla
land og dementan
sorg og tíðindaflutningur
náttúra og fólk
upplivingar og niðurtúrar
eitt andsvar at enda"

Comments

​Fiskikappingin er byrjað

16/9/2017

Comments

 
Billede
Klokkan 8 varð liðugt at melda til og vóru tað umleið 12 bátar, sum høvdu melda seg til fiskikappingina hesaferð.

Tað gekk skjótt fyri seg, teir fingu luttókuskjalið og so løgdu teir frá landi, spennandi verður, hvør vinnur steypini hesuferð.

Veðrið er sera gott í løtuni, so her talar alt fyri, at vit fáa eina góða fiskikapping ídag. 

Tað er Stuðulsfelagið fyri skúlaskipið M/S Dragin, sum skipar fyri kappingini.

Bátarnir koma aftur kl. 17.00 og leggja veiðuna upp, har Dragin liggur, niðanfyri brandstøðina.

Vinnari er tann bátur, ið hevur mest kg. pr. mann. Eisini verður latið steyp fyri tyngsta fisk.

Teir tríggir Hans Eli, Poli og Dorius vóru sjálvandi umborð Draganum. Hans Eli Hansen fyllir 75 ár ídag. Hjartaliga tillukku við degnum, tú hevur bara skikka tær heilt væl Hans Eli og vónandi fáa tit ein góðan fiskidag ídag.
 
SáH

Comments

Hetta filmsklippið vann "Dutch Drone Film Festival"

12/9/2017

Comments

 
Billede
Winning video of the Dutch Drone Film Festival!

In the summer of 2017 we went to the amazing Faroe Islands. We stayed there for two weeks and tried to capture the beautiful nature. This video shows just a little bit of what you can see in the Faroe Islands, we really encourage you to go there and see for yourself!

Website:
https://rcmotions.nl
Facebook: http://facebook.com/rcmotions
Dutch Drone Film Festival - https://www.dutchdronefilmfestival.nl/

Sjá filmsklipp herundir:

Comments

Leikverkætlan í Klaksvík "Katarine von Bora"

12/9/2017

Comments

 
Billede
Katarine von Bora

Kvinnan, ið stóð við lið Martin Luthers

Leiklistin og tónlistin sameinast í Posthúskjallaranum

Í Posthúskjallaranum í Klaksvík arbeiða tey í hesum døgum við at seta á pall spennandi leikverkætlan.

Tað er EYMALEIK, ið hevur tikið stig til og stendur fyri hesi heldur ørvísi verkætlanini.

EYMALEIK, sum er sjónleikaraverkætlan hjá Eyð Matras, hevur áður framleitt einrøðuleikirnar “Sjóvevur” í 2007 og “Í tínum hondum” í 2011.

Leikurin, ið EYMALEIK fer at framføra í Posthúskjallaranum, eitur “Morgunstjørnan yvir Wittenberg”, og er einrøðuleikur um lívið hjá Katharine von Bora.

Katarine vaks upp í einum kleystri og 16 ára gomul gjørdist hon nunna. Men í 1523 flýggjar hon úr kleystrinum, saman við 11 øðrum nunnum, og kemur til Wittenberg.

24 ára gomul giftist hon við Martini Luther, sjálvum reformatorinum.

Tjúkkar bøkur eru skrivaðar um Martin Luther, men tað er ikki fyrr enn í nýggjari tíð, at áhugi er fyri kvinnuni, sum stóð við lið hansara undir reformatiónini.

Katharine hevði stóran týdning fyri lív og virksemi Luthers. Í brøvum kallar hann hana “Mín hjartans kæra” og “Morgunstjørnan yvir Wittenberg”, og hjúnaband teirra gjørdist fyridømi hjá modernaðu Luthersku familjuni. Katharine von Bora var ágrýtin og sjálvstøðug, og hevði ábyrgdina av húsarhaldinum sum til tíðir taldi 40-50 fólk. Hon var lærd, stóð fyri øllum tí fíggjarliga og var ómetaliga dugnalig at fyriskipa. Í spølni kallar Martin Luther hana eisini fyri “Mín harra Kæthe”.

“Morgunstjørnan yvir Wittenberg”, ið Eyð Matras hevur skrivað, er ein dramatisk forteljing, um lívið hjá hesi serstøku kvinnu.

Leikstjórin, Ria Tórgarð hevur lagt dent á sambandið ímillum frásøguna, ið Eyð Matras ber fram, tónleikin, ið Magni Husgaard hevur komponerað og sjálvt hølið, ið við sínum ráu betong veggjum verður livandi karmur um sýningina.

Einrøðuleikurin um Katharinu von Bora er soleiðis bæði upplýsing, ein spennandi søga og ein heildaruppliving við tónleiki, atmosferu, ljósi, litum og lukti.

Toymið kring leikin:
Rithøvundur: Eyð Matras - Leikstjóri: Ria Tórgarð - Leikari: Eyð Matras – Tónleikur og ljóðmynd: Magni Husgaard – Ljóssniðgevi: Árni Baldvinsson - Pallmynd: Ria Tórgarð – Teskari: Hervør Jensen - Pallgerð: Nicolaj Falck og Klæmint Isaksen – Props og rekvisittir: Ria Tórgarð, Guðrið Poulsen – Búni: Marita Samson Sigurdardóttir - Framleiðslustjóri og PR: Durita Samuelsen

Ein ørvísi uppliving hjá áskoðarum, ið leggja leiðina til Posthúskjallaran í Klaksvík, har “Morgunstjørnan yvir Wittenberg” verður frumframførdur 06. Oktobur2017.

Víðari kunning eins og brellbitar eru at finna á facebook.com/Morgunstjornan

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.