NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Myndakappingin hjá Klaksvíkar Kommunu nærkast endanum

30/9/2017

Comments

 
Billede
​Myndakapping
Hvussu vilt tú lýsa Klaksvíkar kommunu við einari mynd?

Tað hevur tú nú møguleika fyri at vísa okkum, tí Klaksvíkar kommuna bjóðar nú øllum at taka lut í myndakapping, har vinnarin fær 1000 krónur.

Klaksvíkar kommuna skal hava nýggj kort at brúka í samband við vitjanir, heilsanir, brúdleyp o.a., og tí bjóða vit øllum at vera við í kappingini um at myndprýða kortini. 

Tað einasta, tú skalt gera, er at senda okkum eina mynd, sum vísir, hvat Klaksvíkar kommuna er fyri júst teg. Tað kann vera náttúran, býurin, bygdirnar, fólkini, tiltøkini, Húkurin, Stengurnar, Posthúsið, bussarnir, bátabrúgvarnar, miðbýurin, handlarnir, barnagarðarnir, viðarlundin, Kjølur, Klakkur ella okkurt heilt annað. Bert hugflogið setur mørk.

Allar myndir eru vælkomnar í kappingini, men tað er krav, at tann, ið sendir myndina inn, sjálv/ur hevur tikið hana. Eru persónar og/ella privatar ognir á myndini, krevur hetta eisini samtykki. 

Myndir kunnu sendast sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo ella við vanligum posti til postboks 2, Klaksvík. Talgildar myndir skulu vera í fullari góðsku. Eisini ber til at lata myndir inn í Miðlan á Nólsoyar Pálsgøtu 32, har tað er opið allar gerandisdagar frá kl. 10-16. Saman við myndini skal vera navn (og aldur, um talan er um børn), umframt ein stutt frágreiðing um myndina. 

Freistin at lata myndir inn til kappingina er mánadagin 9. oktober kl.12.

Við at senda myndina inn til kappingina, gevur tú Klaksvíkar kommunu brúksrætt til hana, og vit tilskila okkum samstundis rættin til ikki at brúka nakra av innkomnu myndunum.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.