NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Mafia: Ansi nú líka eftir tykkum, IS !!!

30/11/2015

Comments

 
Picture
Sonurin til ein av lyklapersónunum í Gambino-mafi'uni ávarar Islamiskan Statin um at koma í hansara kvarter í New York.

- Verðin er farlig í dag, men fólk við rótum úr Sicilia kunna føla seg trygg í New York, sigur Givanni Gambino og sigur víðari:

- Vit syrja fyri, at familjan og vinir eru tryggjaði ímóti tí harðrendu IS extreministunum. Og har afturat, so er hetta eisini ein góður møguleiki hjá mafi'uni at vísa okkara góðu síðu, sigur hann við tíðarriti Metro.co.uk.

Nú er eisini tann italienska mafian komin uppí leikin, so er ikki at standa fyri, IS. Givanni Gambino er sonur John Gambino, sum tú kanst lesa meira um beint HER. 

JáH (y) 30.11.2015

Comments

David Beckham ger grin burturúr soninum!

30/11/2015

Comments

 
Picture
16 ára gamli sonurin hjá David Beckham, Brooklyn Beckham reypar at hann júst hevur fingið eina millión fylgjarar á Instagram - har pápi hansara líka stingur høvdið inn á video'ina og rópar: Eg havi 52 milliónir!

So kanst tú læra tað, sonurin ..!

Sjá video niðanfyri:

JáH (y) 30.11.2015

Comments

Tit hava stemmað: Leggi frá tykkum, Samgongan!

30/11/2015

Comments

 
Picture"Bið tú Aksel skriva út Nýval, Høgni og eg lovi tær, at næstu ferð - sleppi eg also inn ..!"
Spurningurin varð sera einkul, sum vit settu tykkum: Skal Samgongan leggja frá sær ..? Og til tann spurning hava nógv tey flesu svara JA. 421 stemmur blivu tað tilsamans, sum jú er heilt gott fyri eina internet-kanning.

Samgongu-stemmarar SNÝTA !!!

Vit hava eisini fingið eitt sindur av kritikki, sum skipar til, at ein kann stemma tvær ferðir á kanningini - men tað kann ein nevniliga ikki - tí vit síggja, hvør hevur stemmað fleiri ferðir á IP adressunum og har hava Samgongu-stemmarar roynt at "snýtt" fyri at fáa NEI stemmurnar at telja eitt sindur meira ... Fyfy og skammi tykkum, siga vit bara! (tit vita hvørji tit eru)

Ikki serliga populer Samgonga!

119 fólk hava at Samgongan skal halda áframm - ímeðan 302 fólk halda at Samgongan skal leggja frá sær og tað svarar til, at nærum 70 % av øllum Føroyum also vil hava, at Samgongan leggur frá sær. Grundin til, at fólk vilja hava at Samgongan leggur frá sær í stundini kann vera, at Samgongan hevur tikið frá pensjónistum, teim lesandi og sjófólkunum og tá kann ein ikki ordiliga vera populerur, isje sannheit ..?

Viðmerkingarnir á Norðoya Portali tala eisini fyri, at henda Samgongan skal leggja frá sær í stundini - og ongantíð áður hevur ein Samgonga havt so neiliga ávirkan á fólk, sum hendan hevur havt frá byrjan tíð av. So spurningurin er hvussu leingi tey fara at megna at halda áframm ella um tey heldur geva skarvin yvir til tey fólk, sum betur kunna reka okkara land ..! Vit á Norðoya Portali bíða í spenningi, Høgni ..!

JáH (y) 30.11.2015

Comments

Video: Eitt sindur for nógv av tí góða, honsjálv!

29/11/2015

Comments

 
Picture
Svenska modellin Pixee Fox hevur fjerna 6 riv úr kroppinum fyri at kunna líkjast einum teknirøðs-figuri og hevur hon brúkt yvir 800.000 krónir uppá plastik skurðviðgerðir.

Sjálv heldur 25 ára gamla Pixee at hon sær sera gott út og eggjar fólk til at gera tað við lívið hjá sær, sum einum lystir. Um hennara mið er til ummáls 35,5 cm og tað er eitt nýtt heimsmet.


Vit á Norðoya Portali halda tó, at hetta er eitt sindur ov nógv av tí góða.

Sjá video niðanfyri av "steikini" ..!

JáH (y) 29.11.2015

Comments

Tekna tað finska flaggi, góðin!

29/11/2015

Comments

 
Picture
Í eini Pisa roynd í Amerika varð ein næmingur biðin at teknað tað danska, svenska og finska flaggi.

Danska flaggi varð ongin trupuleiki at teknað og tað varð tað svenska flaggi heldur ikki.

Men verri varð, tá ið næmingurin skuldi teknað tað finska flaggi - tí tað visti næmingurin ikki og valdi tí at teknað eitt flagg, sum tað slutt-flaggi niðast á myndini.

"Finish" á enskum merkir eisini liðugt/slutt - so næmingurin hevur uppá ein máta ikki skeivt í hesari Pisa roynd.

Vit á Norðoya Portali halda tó, at hesin næmingurin í hvørtfall burdi fingið eitt ½ poeng fyri keativt svar, heldur tú isje eisini tað?

JáH (y) 29.11.2015 

Comments

Tað sigst at IS er farin av "Hummaranum" til ..!

29/11/2015

Comments

 
Picture
Búðamaðurin Finn Jacobsen og Poul Eiden Müller vóru í Degi & Viku fyri einum góðum árið síðani - har teir eisini greiddu frá, at teir seldu hummarar til Putin.

Og nú hevur russiski forsetin Vladimir Putin boða frá, at hann júst hevur bumbað IS sundir & saman. Les meira HER

Um tað hevur nakað at gera við hummara-søguni, skula vit á Norðoya Portali ikki siga nakað um - men halt kjaft ikki: Er hatta ikki ein kul yvirskrift ..?

NP 28.11.2015

Comments

Meirilutin ræður: Ynskir Samgonguna at leggja frá!

28/11/2015

Comments

 
Picture"Eg eri til reiðar til Nýval, Aksel" Citat: Jógvan á Høvdanum (yngri)
Sjálvt um einans 89 fólk hava stemma - so tala tølini fyri seg sjálvan. Og vilja tey allerflestu, at henda Samgongan skal leggja frá sær.

Stemma HER (skrolla niðast á greinini og stemma)

Bert 21 fólk hava svara NEI til spurningin: Skal Samgongan leggja frá sær? Ímeðan 68 hava svara JA til júst sama spurning. 

Tað er ongin ivi í, at tey allerflestu fólkini í Føroyum eru bangin fyri hesari Samgonguni - sum er farin totalt av kós. Tey eldru í samfelaganum eru rakt og tað eru tey ungu so sanniliga eisini, sum lesa.

Hartil so hevur henda Samgonga longu skyldina av, at reiðarar kring alt landið bakka undan og missa sjómenn fleiri hundrað tals túsund krónir í inntøku av hesum. Og til so síðst men ikki minst: Nú fer tað at taka 3 vikur at taka eitt Trygdarskeið, sum fyrr einans tók 3 dagar.

Fer Sonja at koppa Samgonguni ..?

Spurningurin er - hvussu leingi henda Samgonga fer at megna at skerja møguleikarnir fyri tey eldru og yngru í samfelaginum. Fara tað at ganga dagar, vikur, mánaðir ella ár ..? Og hvussu fer Landið tá at síggja út ..? Og hvat nú um uppskotið, har samkynd sleppa at gifta seg í Føroyum, nú knappliga IKKI kemur ígjøgnum ..? Fer Føroya Løgmaður at halda fast í sínum starvi álíkavæl - ella fer Sonja Jógvansdóttir at skapa "split" í Samgonguna ..?  

Fer KVF at broyta taktikk ?!?

Spennandi verður tað eisini - um KVF fer eftir hesari Samgonguni - júst sum tey fóru eftir fyrrverandi Samgongu. Tí eitt er so heilt sikkurt og tað er, at KVF eigur sín lut í útfallið endaði soleiðis sum tað nú einaferð enda er. Og spurningurin er eisini - um KVF eigur at sleppa so lætt við at taka ein politisktan leiklut ..?

Her stendur nógv uppá spæl - og hvør einasti persónur í Føroyum er raktur (so ella so) av hesari Samgonguni. Vilja vit spæla við, so hyggja vit bert eftir - ímeðan leikur verður spældur av Løgtinginum. Men vilja vit nakað annað, so krevst ein broyting av hægsta stigi og til tað krevst at tú gevur tína meining til kennar. Ongantíð hevur undirritaði verið so sikkur í sínari søk: 

Skriva út Nýval, Aksel V. Johannesen - tí vit føla okkum vera reyvrend av Samgonguni!

JáH (y) 28.11.2015

Comments

Tjóðveldi mist stemmur í Norðoyggjum

28/11/2015

Comments

 
Picture
Norðoya Portalurin hevur spurt ymisk Tjóðveldisfólk í Norðoyggjum um tey atla sær at velja flokkin aftur - nú Tjóðveldi er farin eftir sjómonnunum og teirra livikorum í Føroyum.

Mong hava svara NEI og so BUMS NEI, og IKKI UPPÁ VILKOR at tey velja flokkin aftur. Deils kemur hetta eisini av, at flokkurin kann hava gjørt sítt til, at mangir fiskimenn missa eitt stórt inntøku-grundarlag, nú ein partur av fiskinum á Barentshavinum - verður seldur á uppboðsølu.

Eisini kann roknast við, at ávíkavist Javnaðaraflokkurin og Framsókn hava mist sín part - tí tað verður alsamt torførari hjá einum dekkara at yvirhøvur sleppa til skips, nú Trygdarskeiði er víðka til eitt 3 vikurs skeið av hesari Samgonguni. Men tak ikki okkum í hesum - tí eisini tey ungu lesandi í Føroyum missa inntøku og pensjónlønin skal skerjast. Kundi man blivi meiri ópopulerur ..? Hvat heldur tú - skal Samgongan leggja frá sær ? Svara niðanfyri: 

    Skal Samgongan leggja frá sær ?!?

Send
Comments

Hvat gera tey nú: David Letterman

27/11/2015

Comments

 
Picture
David Letterman varð ein vældámdur sjónvarpvertur, sum varð vertur í show'inum Late Night Show With David Letterman í samfull 32 ár.

Les greinina Takk & farvæl, David Letterman

Hann slappar av nú við soninum hjá sær, har hann t.d. elskar at fiska saman við honum. Eisini dámar honum sera væl Indycar rasara-koyring - so tað fer eisini við nógvari tíð. 

Annars so sigur 68 ára gamli David Letterman, at honum dámar henda nýggja lívsstílin sera væl og eftir at hava arbeitt í so tøttum samstarvi við menniskjur í so mong ár, har hárið & make-up varð ein týðandi partur av hansara gerandisdegi, so leggur hann líka í - hvat fólk halda um hansara nýggja "look". Og (sum sagt) so dámar honum eisini væl at halda feriu saman við familjuni.

Leysasøgur hava gingið, at Paul Shaffer (sum plagdi at leiða orkestri í Late Night) ætlar sær at gera eitt samstarv við David Letterman, men sjálvt Shaffer gjarna vil - so er hetta ikki nakað, sum David Letterman sjálvur hevur váttað. 

JáH (y) 27.11.2015

Comments

Eg segði tað altíð, at tit skuldu velja meg!

27/11/2015

Comments

 
Picture
Stórt sæð allastaðni hevur Samgongan pissa við síðurnar av - og mong eru tey, sum eru óð í Føroyum í dag ...

Línumenn, dekkarar og sjófólk annars eru í øðini eftir at eitt 3 daga Trygdarskeið brádliga skal taka 3 vikur at taka í Føroyum - har sama skeið tekur 5 dagar í Noregi.

Reiðarnir í Føroyum eru heldur ikki for glaðir yvir tær ymisku broytingarnir, sum Samgongan hevur gjørt í Fiskuvinnuni - ja, ein reiðari fór ikki undir at byggja størri & betri skip (sum tryggjaði fleiri arbeiðspláss) grundað av hesari Samgonguni.

Unga Sjálvstýri hevur júst gjørt vart við, at henda Samgongan eisini roynir at gera livikorini hjá teim ungu lesandi verri (Les bræv HER). Og eisini tey eldru eru misnøgd við hesa Samgonguni, og vilja tey eldru í samfelaganum boða frá, at fundur verður í Hotel Føroyum tann 2. desember kl. 15.00 - tí Samgongan hevur planur um at skerja fólkapensjónina. 

So tað er nokkso væl klára, at fáa pissi í kók hjá teim ungu, teim eldru, fiskimonnum og reiðarum - alt í senn!

Nåmen - meti meg ikki at hava gloymt nakað, men tað kann gott vera at eg havi. So til næsta Løgtingsval, tit (sum kann vera heilt forbannað skjótt) Vælsignaði royni okkurt nýtt og velji nú rætt hesa ferð, ok ..? Tað kann so ikki enda verri enn hettar her, well ?!?

Við Nýtt Sjálvstýri atkvøðu

Jógvan á Høvdanum (yngri) 27.11.2015


Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.