NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýggj tíð fyri framman hjá Oscar showinum!

30/6/2016

Comments

 
Billede
Til seinasta Oscar showið fingu tey nógvan kritikk, tí nærum ongin myrk fólk ella kvinnur sótu í nevndini ...

Nú er tað so tikið til eftirtektar, har helmningurin av nevndini eru kvinnur og áleið helvtin eru myrk fólk, sum sita í nevndini - ið hava til uppgávu at nevna filmar, sum uppiborið hava eina Oscar í 2016.

JáH (y) 30.06.2016

Comments

Framtíðargranskarin Alvin er deyður!

30/6/2016

Comments

 
Billede
Framtíðargranskarin & rithøvundur Alvin Toffler er deyður - 87 ára gamal. Alvin bleiv heimskendir, tá ið hann spáddi í 190, at emails fór at vera framtíðin hjá menniskjur - og so er hann eisini kendur fyri at skrivað bókina Sjokk úr Framtíðini (1970), sum hann skrivaði saman við konuni.

Mong av teimum tingunum, sum Alvin hevur skrivað sum fiktivt - eru veruleiki í dag. Men mong eru skeiv - eitt nú skrivaði hann, at fólk fóru at búgva í Rúmdini (og tó, so meta ymiskir serfrøðingar, at tað enn kann vera ein møguleiki fyri hesum ... vi får se).

JáH (y) 30.06.2016

Comments

Fyrrverandi Bordelmutter fingið betingaðan dóm!

30/6/2016

Comments

 
Billede
Anni Fønsby bleiv handtikin í 2009 fyri skøkjuhald og fortelur fyrrverandi Bordelmutter, at táverandi dómur kom sum eitt sjokk.

Hon fortelur fyri Her & Nu, at løgreglan javnan varð á vitan fyri at sikkra, at tað hon gjørdi - varð eftir bókini og so betaldi hon enntá skatt.

- Í dag eru tað 8 ár síðani, at eg stongdi Bordelhandilin. Og tað er sera harmuligt, tí mær dámdi so ómetaliga væl at vera saman við dámunum. Men tá ið tað ikki finnast nakrar lógarlinjur fyri, hvussu ein ger tað lógligt, so mátti eg bara stongja. Eg betaldi skatt og løgreglan varð javnan á vitjan og tað vóru ongatíð nakrir trupuleikar. Eg fekk eitt stórt sjokk, tá ið eg bleiv handtikin, sigur Anni við Her & Nu.

Hon fekk tvey ára betingaðan dóm fyri bordelarbeiðið, sum eisini endaði við at tað bleiv liðugt ímillum hana og IT-milliardingin Erik Damgaard.

JáH (y) 30.06.2016

Comments

Totalt Ókul: Svanadreparin úr Eiði

30/6/2016

Comments

 
BilledeTilvildarlig mynd
Tað varð totalt ótjekka, at lesa um, at Borgarstjórin úr Eiði, Jógvan í Skorini hevði tikið avgerð, at svanaparið við ungunum skuldu lata lív - tí at ein smágenta varð álopin av svana-parinum.

​Les grein: Neyðugt at drepa svanarnar á Eiði úr Portalinum.

Um ikki annað, so kundi Borgarstjórin stíla fyri, at svanaparið bleiv flutt, so at henda ótjekkaða søgan ikki fór verðina runt - og vit muga eisini spyrja okkum sjálvan tann spurningin: Um nú eitt tjaldur leypur á títt barn - skulu so eisini tey tjøldrini lata lív av somu orsøk ..?

Og greinin úr Portalinum hevur fingið sera nógva vitjan - heili 637 fólk hava "dáma" greinina og 98 viðmerkingar eru til greinina, har tey allerflestu hava neiligt at siga til Borgarstjóran, sum hevur tikið hesa heldur ódámligu avgerð. Vit á Norðoya Portali skriða okkum eisini um heysin og standa spyrjandi eftir - eins restin av føroyingum eisini gera og kanska kundi ein eisini spurt - um hetta sum Eiðis Kommuna hevur gjørt - yvurhøvur er loyvið at gera ?!?

JáH (y) 30.06.2016

Comments

Spaghetti Western Stjørnan Bud Spencer er deyður!

28/6/2016

Comments

 
Billede
Spagehetti western stjørnan Bud Spencer er deyður 86 ára gamal. Sonur hansara fortaldi, at pápi hansara svav stillisligan inn í deyðan ígjár.

Vit á Norðoya Portali hava fyri kortum skrivað eitt sindur um Bud Spencer og ta grein kanst tú lesa HER um tú nú gjarna vilt vita eitt sindur meira um Bud Spencer, sála.

Hvíl í friði, Bud - tú hevur mangan fingið undirritað at bæði flent & gráti, tá ið ein sum smápiltur so gjarna vildi vera ein sum tú.

JáH (y) 28.06.2016

Comments

Maður sáð ein Ræðufilm - doyr og nú er hansara lík forsvunnið!

26/6/2016

Comments

 
Billede
Ein maður úr India small um og doyði, tá ið hann sáð gysarafilmin The Conjuring 2, sum mong meta vera tann mest ræðuligasta ræðufilmur nakrantíð gjørdur, har sjálvt tað harðasta mannfólkið møguliga fer at skíta í buks við at hyggja eftir hesum ... hah! 

Tann 65 ára gamli maðurin bleiv koyrdir á sjúkrahúsi, eftir at tað bleiv lagt til merkis, at hann lá lívleysur í einum biografstóli eftir filmin. Hann varð deyður av einum hjartatilburði, veit Times at siga frá.

Maðurin bleiv síðan koyrdir til sjúkrahúsi, men stóð ikki til bjarga og tað mest løgna við hesu søgu er, at líki hjá manninum bleiv sama kvøld forsvunnið - og vinur hansara er eisini forsvunnin, sum hann sáð filmin saman við. Løgreglan úr India leitar nú eftir líkinum og vinmanninum hjá tí 65 ára gamla.

So hetta er absalutt ein filmur, sum vit á Norðoya Portali fara at hyggja eftir og ummæla - spurningurin er um TÚ eisini roynir at fara hyggja eftir sama filmi. Sjá trailara niðanfyri:

JáH (y) 26.06.2016

Comments

Nicolas Cage og konan fara frá hvørjum øðrum

26/6/2016

Comments

 
Billede
Tey hava roynt at hildið ta hemmiligt fyri almenninginum í langa tíð, men nú váttar sjónleikarin Nicolas Cage, at hann skal skiljast frá konuni Alice Kim (32), sum hann annars hevur gingið saman við í 11 ár.​

People Magazine veit at siga frá, at tey longu vóru farin frá hvørjum øðrum í januar, men hava fyrst nú valt at standa framm við nýggjheitini. Saman hava tey sonin Kal-el Coppola Cage, sum í dag er 10 ára gamal (Kal-el er veruliga navni hjá Superman, tí Cage er ein veruligur teknirøðs-fjeppari).

52 ára gamli Nicolas Cage hevur eisini gingið saman við Lise Marie Presley, sum varð dótturin av Elvis Presley og Patrica Arquette - og hevur eisini ein 25 ára gamal son frá einum øðrum forholdi.

JáH (y) 26.06.2016

Comments

Torg fyri føroysk ph.d.lesandi stovnað

26/6/2016

Comments

 
Billede
Ein Facebook bólkur er stovnaður fyri ph.d.lesandi i Føroyum og føroysk ph.d. lesandi uttanlands. Endamálið er at hava ein miðil til at samskifta við um evni av felags áhuga, at kunna spyrja onnur um ráð, at kunna um tiltøk, útgávur og annað. 

Tað er Granskingarráðið, sum hevur tikið stig til bólkin, eftir at hava tosað við fleiri ph.d.lesandi, sum sakna onkran felagsskap at samskifta í.

Tað hava seinnu árini verið í minsta lagi føroysk 50 ph.d.lesandi í gongd í senn, minna helvtin í Føroyum og hini serliga í Danmark, Onglandi og Skotlandi. 

Fyri nøkrum árum síðani tóku nøkur ph.d.lesandi í Føroyum stig til at hittast um mál av felags áhuga og skipaðu fyri tiltøkum nakrar ferðir. Hetta datt niðurfyri aftur, tá stigtakararnir høvdu lokið ph.d.prógv. 

Bólkurin eitur Føroysk ph.d.lesandi. Ert tú ph.d.lesandi kanst tú biðja um limaskap i bólkinum. Saknar tú onkran ph.d.lesandi, sum tú veitst um, í hesum bólkinum, bjóða teimum so við ella send Granskingarráðnum eini boð. 

Granskingarráðið roynir at skráseta øll føroysk ph.d.lesandi og granskarar í Heilagrunninum. Saknar tú onkran har, so frætta vit fegin frá tær á Facebook ella á[email protected]

Kelda: Gransking.fo

Comments

Her er so heimsins ljótasti hundir 2016

26/6/2016

Comments

 
Billede
Her er so heimsins ljótasti hundir 2016 og talan er um 17 ára Sweepie Rambo, sum er blindur og stolti eigarin av hesum hundi er Jason Wurtz. Jason fortelur, at upprunaliga so varð eitt ein gáva til eks. konuna, men eftir at tey fóru frá hvørjum øðrum, so vildi hon also ikki hava hundin - simpulten tí hundurin varð for ljótur.

JáH (y) 26.06.2016

Comments

Skotland vil úr Bretland!

26/6/2016

Comments

 
Billede
Síðan sjokki hevur lagt seg runt um alla verðina og tað nú er fyri vissu, at Bretland ætlar sær burturúr ES - hevur ein stór meiningakanning verið í Skotlandi, sum hoyrir undir Bretland - og fólkið hevur talað:

59 % av teim spurdu vilja úr Bretlandi og allerhelst verður eitt nýtt val í Skotland, har skotar sleppa at stemma - um teir vilja vera verandi í Bretlandi ella ei. Valið, har skotar stemmaðu fyrr í vikuni - vístu eisini eitt stórt fleirtal fyri ES, so avgerðin av um at fara úr ES hjá bretum - hevur kanska ikki verið góð, um teir nú skula missa eitt heilt land afturfyri.

JáH (y) 26.06.2016

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.