NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stjørnur vit hava mist í 2016

29/12/2016

Comments

 
Billede
IMDB (Internet Movie Data Base) sum er heimstaðið fyri filmar verðina runt - hevur gjørt eina video beint fyri jól - har teir vísa á tær mongu stjørnurnar vit hava mist í 2016.

Les: Wham-stjørnan doyði Jóladag og les eisini: Mamman hjá Carrie doyði, bert ein dag eftir dótturin doyði
​

Sjá video hjá IMDB til vinstru. og aðrar Minningarvideo'ir, sum onnur hava lagt á Youtube niðanfyri, har vit kunna minnast á tær mongu stjørnur vit hava mist í 2016:

JáH (y) 30.12.2016 

Comments

Mamman hjá Carrie doyði, bert ein dag eftir dótturin doyði

28/12/2016

Comments

 
Billede
Mamman hjá Carrie Fisher, Debbie Reynolds doyði ígjár 84 ára gomul - einans ein dag eftir, at dóttir hennara, Carrie Fisher andaði seinasta andadrátt í einum sjúkrahúsið í LA.

Les eisini: Star Wars: Prinsessan Leia er deyð

Debbie Reynolds varð hjá soninum Todd Fisher, har tey planløgdu jarðarferðina hjá dóttrini Carrie Fisher.

Debbie Reynolds fekk andatrupuleikar og ringt bleiv til alarmsentralin av soninum Todd, har hon skundisliga bleiv send á sjúkrahús. TMZ veit at siga frá, mamman hjá Carrie Fisher (sála) orkaði ikki meira og doyði ígjár, bert ein dag eftir at dóttir hennara, Carrie, doyði. 

JáH (y) 29.12.2016

Comments

Løgdu hald á yvir eitt tons av Kokaini

28/12/2016

Comments

 
Billede
Onkur mafiumaður er nokk svakur í dag, tí mynduleikarnir úr Australia tóku hald á yvir eitt tons av kokaini ígjár, sum roynt varð at smugla í land við einum trolara.

15 persónar eru handtiknir í samband við 1,1 tons av kokain. Tað er størsta teir hava fingið hendur á, sigur løgreglan úr Australia við fjølmiðlarnir. 

JáH (y) 29.12.2016

Comments

Star Wars: Prinsessan Leia er deyð

27/12/2016

Comments

 
Billede
Carrie Fisher, sum vit best kenna sum Prinsessan Leia úr Star Wars saga'ini er nú deyð - einans 60 ára gomul ...

​Les eisini: Carrie Fisher fingið hjartatilburð

Hon fekk ein hjartatilburð í einum flogfari, sum  varð úr London til LA. Hon bleiv skundisliga send til sjúkrahúsið, har støðan hjá henni bleiv stabilisera.

Men ígjár orkaði Fisher ikki at berjast meira og svav stillisliga inn í deyðan kl. 08.55, lokala tíð. 

JáH (y) 28.12.2016

Comments

Trump steðgar við grunni við vælgerandi endamálið

25/12/2016

Comments

 
Billede
Komandi Forsetin úr Amerika, Donald J. Trump steðgar við grunni við vælgerandi endamálum.

Sjálvur sigur Trump, at grunnurin Donald J. Trump Foundation fer at skapa eina konflikt ímillum tað, at skava pening til vælgerandi endamál og at hann samstundis er Forseti. Tískil so velur Trump at niðurleggja grunnin.

​Men í oktober bleiv grunnurin hjá Trump kannaður fyri ólógliga innsavnan av peningi og fekk beinavegin forboð, at savna meiri pening inn. Um tað hevur nakað við sakina at gera, nevnir Trump onki um á hansara Twitter konto.

JáH (y) 25.12.2016

Comments

Jólaheilsan frá Tórsborg

24/12/2016

Comments

 
Billede
​Góðu øll har heima, nær og fjar.

​Tykkum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av harranum signað nýggjár.

Vit halda Jól í Florø áðrenn farið verður út á felti 3. dag.

Við góðum kokki manglar einki á borðinum.

Dunna, lambskjøt og tað ræsta kjøtið fer at seta sín dám á hugnan.

Ein stór tøkk verður ynskt Sjómannskvinnuringinum. Uttan tykkum var løtan ikki tann sama.

Heilsan skipari og manning á Tórsborg.

Comments

Carrie Fisher fingið hjartatilburð

23/12/2016

Comments

 
BilledeMynd av Fisher, tá ið hon spældi Leia úr Star Wars II (frá 1983)
Carrie Fisher, sum vit serliga kenna frá Star Wars, har hon spælir Prinsessan Leia - hevur fingið ein hjartatilburð ...

Hjartað hjá Carrie steðgaði, tá ið hon varð stødd á einum flogfarið, sum varð ávegis til LA frá London og leysasøgur kring Hollywood siga, at støðan hjá Carrie Fisher ikki er góð, sum annars stendur til at spæla somu rollu sum Leia í nýggja Star Wars VIII filminum, ið hevur frumframførslu næsta ár.

JáH (y) 24.12.2016

Comments

Bretar kalla ódnina hjá okkum fyri Barbara

23/12/2016

Comments

 
BilledeBarbara (filmurin hjá Nils Malmros frá 1997)
Bretar kalla ódnina hjá okkum, sum herjar runt landið í løtuni, fyri Barbara - nú ódnin eisini er á veg til teirra ... um bretar hava valt at kalla ódnina fyri Barbaru, eftir bókini hjá Jørgen-Frantz Jacobsen sigur søgan tó onki um.

Og tað er ikki hissini ódn vit hava í løtuni, tí løgreglan boðar frá yvir 100 skaðum kring landið og í hvirlunum hevur tað verið yvir 60 m/s.

Hanus Kjølbro segði við ÚF ígjár, at vit ikki kunna rokna við nógv betri veðrið í dag og jólamorgun fer at minna sera nógv um dagin ígjár, har tað varð kolandi stormur kring landið og í skrivandi stund í Kunoy, so sær ikki út til at veðrið fer at blíva nakað serligt í dag ..!

JáH (y) 24.12.2016

Billede
Comments

Jólaheilsan frá Fólkaflokkurin

23/12/2016

Comments

 
Billede
🎄🎄 Jólaheilsan frá Fólkaflokkinum 🎄🎄

Vit ynskja øllum føroyingum, úti og heima, eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, við tøkk fyri tað brátt farna.

​Fólkaflokkurin

Comments

Er grundarlag fyri einari Taxamiðstøð í Klaksvík ?!?

20/12/2016

Comments

 
Billede
Nógv fólk í Klaksvík kjakast um, at tað eigur at vera ein Taxamiðstøð - men spurningurin er kanska eisini, um tað er grundarlag fyri einari tílíkari ..?

Sum kunnugt, so kostar tað eisini at reka eina taxamiðstøð og kann kanska diskuterast, hvør skal gjalda fyri rakstur av Taxamiðstøðini ..?

Men tað er ongin loyna, at fólk um vikuskiftið hava havt trupuleikar við at fatur hendur á einum taxabili í Klaksvík og tí er spurningurin sett upp, at ein Taxamiðstøð hevði verið uppá sítt pláss fyri eitt so stórt stað sum Klaksvík er vorði til. So er tað kanska upp til Klaksvíkar Kommunu - um hon vil gjalda fyri rakstur av Taxamiðstøðini ella um taxabilar úr Klaksvík hava ráð til tess ..?

JáH (y) 21.12.2016

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.