NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Skráin hjá Sjónvarpinum í dag

31/12/2017

Comments

 
Billede
Tað nýggja árið kann sjálvandi ikki byrja, fyrr enn ein hevur hugt eftir 90 ára føðingardegnum, sum í kvøld verður víst Kl. 22.40.

Her er annars skráin hjá KVF í dag, nú vit skrivað seinasta dag í 2017:

00:02 - 01:06 Guðstænasta úr Gøtu kirkju
01:05 - 02:50 Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
08:00 - 08:23 Snæfall 19
08:23 - 08:46 Snæfall 20
08:46 - 09:09  Snæfall 21
09:09 - 09:32 Snæfall 22
09:32 - 09:55 Snæfall 23
09:55 - 10:18 Snæfall 24
14:00 - 15:01 Fínt skal tað vera - bestubitar
15:00 - 15:28 Nýggjár hjá Claus Dalby
15:30 - 15:55 25 minuttir:Sakaris Stórá
16:00 - 17:10 Guðstænasta úr Argja kirkju
17:30 - 18:59 Árið ið fór - ítróttur 2017
19:00 - 19:14 Nýggjársrøða løgmans
19:15 - 19:29 Nýggjársrøðan hjá Drotningini
19:30 - 22:38 Nýggjár 2017
22:37 - 22:40 Dean Martin - flogskiparin
22:40 - 22:54 90 ára føðingardagurin
22:55 - 23:19 Gott nýggjár Mr. Bean
23:59 - 00:02 GOTT NÝGGJÁR!

JáH (y) 31.12.2017
Kelda: KVF

Comments

Gíslatøkan í Ukraine er yvirstaðin

31/12/2017

Comments

 
Billede
Gíslatøkan í Ukraine er yvirstaðin og maðurin sum tók 9 fólk og 2 børn til gíslar í einum posthúsið - er handtikin og allir gíslarnir sluppu við lívinum.

Gíslarnir søgdu um mannin, at hann varð sera blíður við tey og at tey fingu bjóða kaffi og the frá manninum. Tey søgdu eisini, at gíslatakarin hevði sagt við tey, at hann hevði ein deyðiligan sjúkdóm.

Grundgevingin fyri at maðurin hevði tikið tey til gíslar varð tí at hann varð stúrin yvir hvussu fangarnir skuldi útflýggjast ímillum mynduleikar og prorussisk mótmælisfólk. Men gíslatakarin kom ongantíð við nøkrum kravið og til endans bleiv gíslatakarin tosaður til sættis av løgregluni úr Ukraine.

JáH (y) 31.12.2017

Comments

Dr. Phil ákærdir at gera ein turran alkoholikara vátan aftur !!!

29/12/2017

Comments

 
Billede
32 ára gamli Todd Herzog hevur ákært
Dr. Phil at skonkt brennivín í seg, beint fyri eina sending, sum hann sjálvur skuldi vera ein partur av.

- Eg varð sera nervøsur áðrenn showið og fekk síðan Xanax tablettir saman við brennivíni, fyri at dumla nervarnir. Men hví tey góvu mær hetta, er mær ein gáta, sigur Herzog við fjølmiðlarnir.

Fólkini handan showið avnokta, at alkoholikarin skal hava fingið bjóða Xanax tablettir og brennivín beint áðrenn showið, men fleiri fólk enn Herzog fortelja fyri fjølmiðlunum, at tey hava upplivað nakað tað sama, sum hann gjørdi. Og pápin hjá Herzog sigur við fjølmiðlarnir, at sonur hansara varð edrúir, tá ið hann hevði sett hann av við studio'i hjá Dr. Phil og at hann varð drønandi skít, tá ið hann avheintaði hann aftur - eftir showið.

JáH (y) 29.12.2017

Comments

Myndir av Klaksvík tann 29. desember 2017

28/12/2017

Comments

 
Billede
Vaknaði eitt sindur tíðliga ímorgun, so eg fór bara at taka nakrar myndir av okkara deiliga býi.

Hesar tiknar tann 29. desember 2017, fleiri myndir á www.myndaportal.fo

​SáH

Comments

Bestu "FAILS" av 2017

26/12/2017

Comments

 
Billede
Halt kjaft ikki - tað nyttar ikki einans at gráta yvir, at
f. eks vit hava ein Forseta sum Donald J. Trump ella at 2017 ikki heilt gekk soleiðis sum tú ynskti tað. Onkuntíð so er tað sku' best at flenna eftir tí heila í 2017.

Her hevur so eitt geni sett saman video'ir av FAILS í 2017, sum heilt sikkurt fer at fáa teg at flenna.

JáH (y) 26.12.2017

Comments

Bestu filmarnir í 2017

26/12/2017

Comments

 
Billede
Watch Mojo frá Youtube gevur her tær eitt boð uppá - hvat vóru teir bestu filmarnir í 2017 og hví tú eigur at fara at hyggja eftir teimum.

Sjá listan niðanfyri:

JáH (y) 26.12.2017
Kelda: Watch Mojo

Comments

Sidney Lee: Jørðin er also fløt

26/12/2017

Comments

 
Billede
Reality-stjørnan Sidney Lee, sum onkuntíð hevur verið í Føroyum sum barrtendari - trýr also ikki uppá, at jørðin er rund.

- Eg havi júst meldað meg í bólkin Flat Earth Society. Vit eru mong, sum halda at jørðin er rund og fleiri túsund melda seg í bólkin dagliga, staðfestir Lee fyri fjølmiðlunum.

Les meira HER

JáH (y) 26.12.2017
Kelda: Eb.dk

Comments

Norðoya Portalurin: Árið sum fór (part I)

25/12/2017

Comments

 
Billede
Tað er hent ein rúgva í ár og vit á Norðoya Portali hava sjálvandi skrivað um tey allerflestu tingini, sum hend eru í ár.

Endurskoða 2017 saman vit okkum á Norðoya Portali og les nakrar av greinunum vit skrivaðu í 2017 niðanfyri:

Tann 20. Januar í ár fekk verðin so ein nýggjan amerikanskan Forsetan. Les grein HER

Í ár hendi tað syrgiliga, at tað kom eldur í Varðan Pelagic. Les grein HER

Tað varð eisini í 2017, at leiðarin úr Norður-Korea byrjaði at arga Amerika. Les grein HER

Tað varð í 2017, at Oliver Joensen valdi at selja Norðlýsið. Les grein HER

Ódnin Irma spjaddi ræðslu kring um seg. Les grein HER

Playboy kongurin Hugh Hefner tann 27. september í ár. Les grein HER

Og so varð eisini ein søgulig grind á Borðoyavík. Les grein HER

Gleð teg, tí vit fara at skrivað nógv meira um árið 2017.

JáH (y) 25.12.2017

Comments

Adventsgávan frá Betri Stuðli 4. sunnudag i advent 2017

22/12/2017

Comments

 
Billede
Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn fær kr. 20.000

Barna- og ungdómsdeildin B5 á Landssjúkrahúsinum fær 
kr. 15.000.


Sjúklingahotellið Tórshavn skrivar:
"Vit takka stórliga fyri hesa gávuna og verður peningurin brúktur til at hugna mest møguligt um sjúklingar og avvarðandi, ið eru stødd á sjúklingahotellinum á jólum."

Barnadeildiná Landssjúkrahúsinum skrivar:

"Stóra takk til Betri Stuðul
Jólahøgtíðin er serliga týdningarmikil og serstøk fyri børn; flestu familjur hava siðvenjur á jólum og børnunum dáma, at jólini eru, sum tey plaga at vera heima. Tey gleða seg serliga til jólaaftan.

B5 er Barna- og ungdómsdeild á Landssjúkrahúsinum, har er opið alt døgnið alt árið - eisini á jólum. Starvsfólkið roynir at gera tað hugnaligt og heimligt fyri tey, sum noyðast at vera innløgd á deildini á jólum vegna sjúku og viðgerð. Tí eru vit sera takksom fyri peningagávuna á 15.000 kr. frá Betri stuðul til hesi jólini 2017. Tað kann vera við til, at jólini á sjúkrahúsi kunnu gerast góð, hóast sjúku.

Ætlanin er m.a. at tey innløgdu kunnu fáa eina betri gávu og samstundis ynskja vit at nýta stuðulin til at keypa ein góðan kikara. Útsýnið yvir Nólsoyarfjørð er sera gott frá vindeyganum, og tað kann vera stuttligt at síggja skipini koma og fara, onkuntíð er grind, og í løtuni fer nógv virksemi fram í mun til, at nýtt sjúkrahús verður bygt."

Kelda: www.betri.fo

​SáH

Comments

HORNORKESTRIÐ ER ÁRSINS RÓSA 2017

19/12/2017

Comments

 
Billede
Tá ið Jólaskipið hevði lagt at úti í Klaksvík í gjár, handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri Klaksvíkar hornorkestur heiðurslønina Ársins rósa 2017.

Ársins rósa 2017 er hin fjúrtanda í røðini, og hesaferð varð heiðurin latin Klaksvíkar hornorkestur fyri trúfasta og savnandi tænastu seinastu 67 árini, síðan felagið varð stovnað.

Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt í samband við avdúkingina:

"Góðu jólamenn, hjartaliga vælkomnir til Klaksvíkar!

Tað er deiligt at síggja tykkum aftur í ár.

Vit hava øll glett okkum ómetaliga nógv til, at tit skuldu koma.

Og góðu tit øll somul, børn og vaksin, túsund takk fyri, at tit eru komin út í kvøld at taka so væl ímóti jólaskipinum.

Hendan løtan hevur longu verið heilt fantastiska hugnalig og stuttlig.

Tit jólamenn eru altíð stuttligir at fáa til býin, tí tit seta ein fantastiskan dám á stemningin.

Tað er líka við, at jólini ikki ordiliga kunnu koma, fyrr enn Jólaskipið hevur lagt at kajini.

Og nú tit eru komnir, ja so kenna vit jú øll á okkum, at jólini veruliga nærkast.

***

Jólini snúgva seg um nógv góð ting.

Gleðiboðskapin, siðvenjur, samanhald og hugna.

Og tað, sum vit nú fara at gera – nemliga at lata Ársins rósu 2017 – er vorðin ein líka fastur partur av jólasiðvenjuni sum Jólaskipið sjálvt.

Ársins rósa umboðar jólini ómetaliga væl, haldi eg.

Tað er ein siðvenja, sum vit nú fylgja 14. árið á rað.

Og Ársins rósa verður júst latin nøkrum av teimum, sum í stórum stíli umboða gleðiboðskapin og skapa samanhald og hugna í Klaksvíkar kommunu.

Ársins rósa í ár er onki undantak.

***

Ársins rósa hevur verið trúfastur partur av býarmyndini í Klaksvík síðan 1950.

Harvið hevur ársins rósa also skapað gleði og samanhald í lokalsamfelagnum í heili 67 ár.

Ársins rósa megnar betri enn nakar annar at savna okkum øll.

Ársins rósa setir ikki einstaklingin í fokus, men er tvørturímóti savnandi í øllum sínum virksemi.

Ársins rósa ger ikki mun á ungum og gomlum, ríkum og fátækum ella nøkrum øðrum viðurskiftum.

Ársins rósa er akkurat líka góð við okkum øll somul.

Tey munnu vera fá her í lokalsamfelagnum, sum ikki hava upplivað at notið gott og fingið gleði av tí virksemi og avriki, sum Ársins rósa hevur útint.

Vit tosa ikki um nakað, sum bert er gjørt í eina tíð, nakrar mánaðir, ella nøkur ár.

Nei, vit tosa jú um heili 67 ár.

***

Trúfesti og samanhald eru orð, sum lýsa ársins rósu ómetaliga væl.

Trúfesti er ein dygd, sum sjáldan fær tann heiður, hon hevur uppiborið.

Tí tíverri verður trúfesti ofta forvekslað við sjálvfylgju.

Men trúfesti er ongin sjálvfylgja.

Nei, tvørturímóti krevur tað ein vilja og eitt áhaldni, sum er nógv vert.

Ikki minst tá ið tað verður gjørt sjálvboðið, uttan samsýning og til gleði fyri mong onnur.

Samanhald verður helst eisini undirmett í hesum selfie-tíðum.

Men júst tað økir bert um virðið á tí, sum Ársins rósa ger fyri felagsskapin.

Vit kunnu her veruliga siga, at talan er um eitt virksemi, sum hevur styrkt samleikan her í lokalsamfelagnum.

Tí tiltøkini í Klaksvíkar kommunu høvdu ikki verið tey somu uttan Ársins rósu.

Óansæð um tað er Norðoyastevna ella Norðurjól, sól ella illveður, so stillar Ársins rósa upp og setur sín dám á løtuna.

Ikki minst nú á jólum er Ársins rósa ein minst líka týdningarmikil partur av okkara jólasiðvenju, sum Jólaskipið sjálvt.

Í fáum førum eru rósur og takkarkvøður betri uppibornar enn hesar, sum vit bera fram fyri ársins rósu í kvøld.

Nógv hava kanska gitt tað nú.

Ársins rósa 2017 er....

KLAKSVÍKAR HORNORKESTUR"

Kelda: www.klaksvik.fo

​SáH

Comments
<<Previous

    RSS Feed

    Arkiv

    April 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014

Powered by Create your own unique website with customizable templates.