
Bátar komu skjótt til grindina og bleiv hon rikin inn á Borðoyavík.
Hetta var ein søguligt grind, tí hetta er fyrstu ferð at ein grind verður hildin til á Borðoyavík.
Drapið gekk skjótt og væl og vóru fleiri hundrað fólk sum hugdi at.
Seðlarnir komu út kl. 00.30. Tað vóru 27 hval og merkir vóru 215 skinn og býtt bleiv í drápspartar, har hvør fekk 0,8 skinn í part.
SáH